9. september fylti ein sera kendur klaksvíkingur, Hjalmar Waag Høgnesen, pápabeiggi, 85 ár. Um ikki so kendur kring Føroyar, so er hann sera kendur í Norðoyggjum, serliga í Klaksvík, í Kallsoynni og í Kunoynni.
Góði Hjalmar, eg fari her at ynskja tær til lukku við áttati fimm ára degnum. Meðan eg siti við hesum reglum, hugsi eg, hvussu góður tú altíð hevur verið við meg persónliga. Mangan havi eg kent fløvan av tínum kærleika sum smádrongur og upp í gjøgnum ungdómsárini.
Eg minnist, at eg var um 10 ára gamal, tá ið tú helt, at eg skuldi uppliva okkurt annað enn at ganga uppi í Djúpumýru og spæla við ein fótbólt. Ikki tí, tú hevði onki ímóti fótbólti sum so, men man bleiv ikki rættur maður á tánn hátt.
Tú tók meg við Barsskor, har tú var skipari frá 1965 til 1996, ein túr til Trøllanesar. Hetta var ein buldraligur túrur, tað rullaði illa og havhestarnir fingu mettuna tann dagin, men upplivingin var stór.
Tú vísti mær, hvussu manningin fekk mjólkardunkarnar í land í Mikladali og á Trøllanesi, og tú legði doyin á, at eg eisini fekk loyvi at hjálpa til, men lítil nytta mundi vera í mær.
Eg minnist, at við báðir stóðu í stýrhúsinum, tá ið tú peikaði uppá lendingina á Trøllanesi og segði: “Hygg allur lundin í berginum, sært tú Birgir?” Eg bleiv so bergtikin av tí, tú segði, at eg stóð mestsum bara og stardi.
Sjóverkurin var framvegis í hásæti. Brádliga sigur tú: “Hevur tú hug at koma nærri hasum fuglinum Birgir?” Í berum tankaloysi segði eg ja. Fyri at geva mær røttu upplivingina av túrinum, sum tú hevði biðið meg komið við, so rópti tú út á dekkið á ein av manningin, um at koma í stýrhúsið, tí tú og eg skuldi í “lítlabát” og upp á land í Trøllanesi.
Tað er ikki frítt, at eg hevði hug at siga nei, men eftir stuttari løtu sótu við báðir í “lítlabáti” saman við einum, sum rói okkum inn á lendingina á Trøllanesi. Eg havi ikki fyri neyðini at siga, at tað rullaði sera illa, men við hjálp frá trøllanesmonnum á lendingini, so blivu vit hvør sær syftir uppá land við einum reipi.
Hevði eg kunnað valt, so fór eg ikki av oynni aftur, eg var lívsforskrektur. Tú troystaði meg, at hetta mátti til fyri at fáa ein uppliving – og tað var tað eisini.
Vit brúktu eina løtu á landi at hyggja eftir fugli og ganga niðan í bygdina. Hvar Barsskor var hesa løtuna, tað veit eg ikki, men tú tókst tær góða tíð uppi í bygdini. Prátið við bóndan gjørdist helst drúgvari, enn tú sjálvur hevði ætlað.
Eg var helst spektur og sjóverkurin mestsum burtur, tá ið tú sigur við bóndan, at vit mugu fara at rópa á Barsskor. Hvussu tað varð gjørt, tað veit eg ikki, men tá ið vit komu oman á lendingina, tá kemur “lítlibátur” inn ímóti lendingini. Eg fekk ikki stundir at hugsa um støðuna, tí stutt eftir sótu viðt báðir í bátinum við dugnaliga rógvaranum í stóru aldunum. Ein ógloymandi túrur.
Góði Hjalmar, eg kann greiða frá fleiri slíkum upplivingum, og ikki minst, tá tú segði við meg, tá eg var um 14 ára gamalur, at eingin kemur sovandi til mans, og at eg tí átti at farið og biðið mær ein kjans at egna. Eg var helst ikki so kvikur at biða mær hendan kjansin, og tí hevði tú avrátt við ein bátaeigara, at eg skuldi kom til arbeiðis eftir skúlatíð næsta dagin. Tá einki var at gera við egning, so hevði tú útvegað mær ein kjans á goymsluni hjá Hugo Gardar.
Soleiðis var tú, tú dámdi ikki at ungir drongir einki høvdu til hendurnar. Vit eru nógv, sum hava nógv at takka tær fyri. Eg kundi hildið fram við stuttligum upplivingum, men tað verður at liggja hesa ferð.
Hjalmar, eg veit at tú hevur upplivað nógv í tínum langa lívið, bæði so og so. Tú misti pápa tín longu árið eftir at tú vart føddur, og so mistu tit sonin Gardar á ungum árum. Tú hevur verið nakað til skips – við Polo, Jóannes Patursson og eisini við norðmonnum og íslendingum.
Tað, ið vit ungu minnast teg best fyri, er, at tú í okkara eygum altíð hevur siglt sum skipari við Barsskor. Tú hevur sagt mær, at tú fórt umborð sama dag sum Fróðskaparsetrið varð sett á stovn í 1965, og sigldi út í eitt til 1996. Eisini minnast vit, at tú altíð tók so nógvar myndir, og fari eg ikki heilt skeivur, so eigur tú uml. 30.000 myndir. Onkra myndaframsýning hevur tú eisini sett upp.
Góði pápabeiggi, takk fyri at altíð ert so áhugaður í, hvat fyriferst í okkara familju í Vestmanna, takk fyri at tú ert so áhugaður í, hvat okkara børn takast við, og hvar tey eru. Tað fløvar, tá ið tú ringir og vit fáa tey longu prátini um kvøldarnar. Nú ein dagin gleddist tú ómetaliga nógv um nýggju standmyndina í Mikladali. Tú fekst tíverri ikki verið við.
Eg kann ikki lata vera við at siga, at vit hava nógv at takka tær fyri, at tú altíð hevur verið ein familjukærur pápabeiggi, ikki minst tá mamma okkara doyði og pápi gjørdist einsamallur. Hann hevði stóra gleði av at vitja teg og Billu, sum vóru so góð við hann. Hann helt nógv av tykkum og tosaði ómetaliga nógv um, hvussu tað hevði verið vorðið, um hann ikki hevði møguleikan at koma á gátt hjá tykkum.
Góði Hjalmar, eg fari her at ynska tær hjartaliga til lukku við áttati fimm ára føðingardegnum í gjár.
----
Birgir