samfelagnum og landshúsarhaldinum, sum F.A. og H.A. njóta gott av. Tað skal tí eisini arbeiðas fyri, at ikki aðrar fiski- og sjómannafamiljur flyta av landinum, tí slíkt sømir seg ikki føroyskum arbeiðarum [...] fiski- og sjómenn í dag fáa ein skattalætta uppá minst 15%, hvat teir hava uppiborið. Tað hevði verið gott, at hesir eisini fáa lut í samfelagságóðanum, ið teir skapa øllum landkrabbum kring landið. Tað hevði
Seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um at Heimarøktin hevur brúkt ov nógv av peningi í ár. Ein avleiðing av hesum varð, at Almannastovan ikki vildi játta pening til árliga jólahaldið, sum hevur verið [...] jólahaldið var av, fóru tey gomlu vælnøgd hvør til sítt. Heimahjálpirnar høvdu skipað so fyri, at øll kundu sleppa til og frá jólahaldinum í bili, umframt at MBF-bussurin var tøkur at koyra tey, sum nýta koyristól [...] jólahaldið datt niðurfyri í ár, so fór tað ikki at verða tikið upp aftur. Tær brettu upp um armar, og fóru av sínum eintingum undir at samla pening saman, skaffa innivist og skipa so fyri, at júst jólahaldið skuldi
Bønarmøti. Sunnukvøldið kl. 18: Møti, Hjalgrím Davidsen talar. Torbjørn, Harald og Jógvan syngja nýtt og gott gamalt. Øll eru hjartaliga vælkomin. OASAN Mánakvøldið kl. 20: bønarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin [...] kvøld kl. 20 og kl. 22.30 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Amnesty
Bønarmøti. Sunnukvøldið kl. 18: Møti, Hjalgrím Davidsen talar. Torbjørn, Harald og Jógvan syngja nýtt og gott gamalt. Øll eru hjartaliga vælkomin. OASAN Mánakvøldið kl. 20: bønarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin [...] rís a la mande við mandlugávu. Øll eru hjartaliga vælkomin. Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). AA-fundir
seta pengar av til at byrja arbeiðið uppá fast samband um sundið. Hetta mugu tingmenn liva við. Løgmaður vísir á, at tað eru bert fá ár síðani, at samfelagið nærmast fór á húsagang og 15% av føroyingum [...] Nú løgmaður hevur sagt upp ein av sínum landsstýrismonnum spurdu vit hann, um hann ikki er lopin framav! - Tað er løgmaður avgjørt ikki. Tað er vert at undirstrika, at tað er uppgávan hjá løgmanni at meta [...] fluttu av landinum, fjórði hvør var arbeiðsleysur, og øll fólk vóru undir slíkum skattaoki, at tey, ið eftir vóru, eisini ivaðust í at rýma. - Nú vit ikki meira enn hava fingið nøsina uppundan og síggja
og tey hava ov mikið av tíð. Tey kunnu av góðum grundum ikki gera, sum tey vilja, eru vundin av hjálpini, sum tey mugu hava frá øðrum. Tað kemur tí ofta væl við at fáa vitjan av onkrum uttaneftir, og [...] sunnudag herfyri boðaði Henning Bøgesvang, prestur í Klaksvík, frá av prædikustólinum í Christianskirkjuni, at hann 1. februar fer av landinum. Nógv fólk harmaðust hesi tíðindi, tí Henning Bøgesvang er [...] Bøgesvang er ógvuliga upptikin av hesum arbeiði. - Á sjúkrahúsinum komi eg í samband við ótrúliga nógv fólk, og eg upplivi tað altíð, sum eg havi so nógv við mær, tá eg fari av sjúkrahúsinum aftur. Eg fari
var í so harðligur við Áka Olsen, og hóast áskoðararnir av Strondum hildu talan vera um harðan dóm, var eingin vegur aftur. Jónleif hevði havt gott tak á Inga Olsen, og eftir at StÍF-arin noyddist út, kom [...] VÍF fór aftur av vølli sum vinnari og Ingi Olsen sum toppskjútti. Í so máta vóru bæði spælandi venjarin hjá VÍF og liðið hjá honum til at kenna aftur, og tað var eisini í tøkum tími, hildu vestmenningar [...] týdning fyri liðið, at teir vunnu dystin móti StÍF. Og tað eydnaðist eisini, eftir at stórur partur av dystinum hevði gingið javnt á, og StÍF hevði verið á odda í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki gekk betur
skattatrýstinum her. Ikki av minstuløn Óli Jacobsen váttar, at fiskimenn fara ikki at fáa skattalætta av minstulønini ella aðrari inntøkutrygd. Skattalætti verður bara latin av fiskipartinum. Hetta varð [...] er ein av teimum spurningum, sum verða tiknir upp undir løgtingsviðgerðini. Men at arbeiðarafeløgini eru farin at gremja seg um tað, er tað bera hykl. Tí hevði skattalættin eisini verið av minstulønini [...] fiskidagar. Og eitt lóggevandi ting, sum vil takast í álvara, letur seg ikki hótta uppá henda mátan av feløgum, ið onki hava við málið, sum er fyri, at gera. Óli Jacobsen vísir eisini á, hvussu nógvir mans
plássið, tá farið verður undir seinnu hálvu av donsku kappingini. ? Tað gekk væl undan vetrarsteðginum, og nú seti eg nøsina uppeftir at hava plássið í seinnu hálvu av kappingini eisini, sigur Jákup Mikkelsen [...] gongd kemur ikki á aftur fyrr enn í mars mánaði. Føroysku spælararnir í hægru donsku deildunum taka sær av løttum í løtuni. Jákup Mikkelsen, sum verjir mál hjá superligaliðnum hjá Herfølge, hevur havt fri í [...] gera í januar. Tvær ferðir eru uppá tal, ein suður í Europa og ein eystur til Thailands. ? Tað er gott at sleppa at venja á grasið longu í januar mánaði, og tí eru ferðirnar suðureftir kærkomnar, sigur
. Hjá kvinnunum hava tær báðar Ingun og Borglis av Strondum havt bestu úrslitini higartil, men hesa ferð máttu tær taka til takkar við 2. pláss. Ein av okkara bestu mannligu spælarunum, Jákup Midjord, [...] kapping í Íslandi fyri tveimum vikum síðani, tá tey yngru leiktu sín part av Grand Prix-kappingini. Næsta regluliga umfarið av Grand Prix verður eftir nýttár. [...] Seinasta vikuskiftið var sera gott hjá Anniku Berg úr Havnar Badmintonfelag. Hóast hon hevur verið í betra endanum í kappingunum í heyst, so hevur hon ikki verið so heppin hvørja ferð. Menn seinasta v