Tað er upp á tíðina, at limirnir í F.A. og H.A. tala at hesum, so at vit fáa steðgað hesum galskapinum. Tað er upp á tíðina, at fiski- og sjómenn í dag fáa ein skattalætta uppá minst 15%, hvat teir hava uppiborið. Tað hevði verið gott, at hesir eisini fáa lut í samfelagságóðanum, ið teir skapa øllum landkrabbum kring landið.
Tað hevði fingið stóran búskaparligan týdning, fingu hesar fiski- og sjómannafamiljur høvi til at flutt heim aftur til Føroya. Tað hevði sømt seg betur at F.A. og H.A. tóku hesar hóttanir aftur við aðalverkfalli kring landið, hvat fiskimenn og sjómenn ikki hava uppiborið.
Tað er hesir, ið skapa lívsgrundarlagið í dag undir samfelagnum og landshúsarhaldinum, sum F.A. og H.A. njóta gott av. Tað skal tí eisini arbeiðas fyri, at ikki aðrar fiski- og sjómannafamiljur flyta av landinum, tí slíkt sømir seg ikki føroyskum arbeiðarum, tá vit í dag skulu kalla okkum eina fiskivinnutjóð.
Tað vil fáa álvarsligar fylgjur fyri tað føroyska safelag/landshúsarhaldið, skuldi tað hent, at teir ikki fáa ein skattalætta, sum áður nevnt, ið ein tekur undir við. Tað fer at avmarka útflutnings- og inn-flutningsvinnurnar, ið aftur ávirkar okkara gjalds- og keypsorku, ið vit føroyingar hava fyri neyðuni at liva og virka kring alt landið. Tað kann vera komið aftur til at skriva meira um fiskimenn & sjómenn, ið ein hevur stóra virðing fyri og teir skulu ikki vera verri fyri enn limirnir hjá Ingeborg og Karl, ið ikki líða nakra neyð.
Hans Birgir Hansen