Seinasta vikuskiftið var sera gott hjá Anniku Berg úr Havnar Badmintonfelag.
Hóast hon hevur verið í betra endanum í kappingunum í heyst, so hevur hon ikki verið so heppin hvørja ferð.
Menn seinasta vikuskiftið gekk betri. Hon var nevniliga einasti felagsnevnarin millum vinnararnar í bæði tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki.
Hjá kvinnunum hava tær báðar Ingun og Borglis av Strondum havt bestu úrslitini higartil, men hesa ferð máttu tær taka til takkar við 2. pláss.
Ein av okkara bestu mannligu spælarunum, Jákup Midjord, hevur heldur ikki verið so heppin í heyst, og hesa ferð bar heldur ikki rættliga til, og endaði hann á øðrum plássi saman við makkara sínum, Erlandi Poulsen.
Eitt annað, sum tey badmintonáhugaðu løgdu til merkis hetta vikuskftið, var tað at feðgarnir Hermann og Absalon ikki vóru við. Men hetta var orsaka av skaða, sum Absalon fekk í kappingini Tórshavn Open herfyri.
Tá spældi Absalon rættiliga væl, og fleiri eru tey, ið halda, at hevði hann ikki fingið skaða tá, varð hann ivaleyst endaður í finaluni.
Nú er bert at vóna, at hann kemur fyri seg skjótt, so hann aftur kann luttaka í Grand Prix-kappingini.
Úrslitini
Hjá kvinnunum gjørdust Annika Berg og Guðrun Jacobsen úr Havnar Badmintonfelag nr. 1, Borglis Fagradal og Ingun Hansen úr Stráluni gjørdust nr. 2, Elsa og Kristianna Thorkildshøj, HBF, nr. 3 og Annika Godtfred og Guðri Poulsen, HBF, gjørdust nr. 4.
Hjá monnunum vóru tað veteranarnir Gunnar Gregoriussen og Heðin Joensen, HBF, ið vunnu kappingina, Jákup Midjord og Erland Poulsen, HBF, gjørdust nr. 2 og Súni Davidsen og Rani í Líð, HBF, gjørdust nr. 3.
Blandaði tvímansleikurin gjørdist ikki liðugur um vikuskiftið, men tað er tó greitt, at Annika Berg og Erland Poulsen úr Havnar Badmintonfelag vinna kappingina. Kappingin verður gjørd liðug í vikuni.
Hendan kappingin hjá teimum vaksnu varð hildin hetta vikuskiftið, tí tey vóru stødd í kapping í Íslandi fyri tveimum vikum síðani, tá tey yngru leiktu sín part av Grand Prix-kappingini.
Næsta regluliga umfarið av Grand Prix verður eftir nýttár.