Fótbóltsútisetarnir taka sær av løttum

Fótbóltur: Vetrarsteðgur er í donsku fótbóltskappingini, men spælararnir í Superliguni fáa ikki heilt frí

Danska fótbóltskappingin liggur still í løtuni, og rættilig gongd kemur ikki á aftur fyrr enn í mars mánaði.

Føroysku spælararnir í hægru donsku deildunum taka sær av løttum í løtuni. Jákup Mikkelsen, sum verjir mál hjá superligaliðnum hjá Herfølge, hevur havt fri í tvær vikur, men nú er spælarnir farnir undir venjing aftur. Talan er bara um venjing tvær ferðir og tað verður gjørt innandura. Jákup og teir venja styrkisvenjing, renna, og fyrst í januar mánaði fara teir aftur út at venja.

Um veturin gera donsku feløgini vanliga ferðir suður í hitan at venja, og tað fer Herfølge eisini at gera í januar. Tvær ferðir eru uppá tal, ein suður í Europa og ein eystur til Thailands.

? Tað er gott at sleppa at venja á grasið longu í januar mánaði, og tí eru ferðirnar suðureftir kærkomnar, sigur Jákup Mikkelsen.

Tá vant verður í Danmark um veturin, verður vant á grúsvallum, og tað er ikki at líkna saman við grasvallirnir. Jákup Mikkelsen hevur áður fingið skaða í mjødnina av hørðu grúsvallunum.

Jákup Mikkelsen vann plássið á besta liðnum hjá Herfølge aftur frá kappingarneytanum Kai Larsen undan vetrarsteðginum, og málið hjá klaksvíkingunum í Herfølge er at halda plássið, tá farið verður undir seinnu hálvu av donsku kappingini.

? Tað gekk væl undan vetrarsteðginum, og nú seti eg nøsina uppeftir at hava plássið í seinnu hálvu av kappingini eisini, sigur Jákup Mikkelsen.


Jan Allan

hevur frí

Í Esbjerg hava Jan Allan Müller og hinir spælararnir frí í løtuni. Teir fara undir fyrireikingina til seinnu hálvu, tá ein vika er farin av januar mánaði.

Í Esbjerg hava teir fingið nýggjan venjara, og leiðslan í felagnum stílar høgt við kenda og virda venjaranum, Viggo Jensen, við róðri.

Viggo Jensen hevur áður vant Superligalið, og áðrenn hann kom til Esbjerg, vandi hann Århus Fremad.

? Vit hava heilsað uppá nýggja venjaran, og fyrsta inntrykkið, vit hava fingið av honum, er positivt, sigur Jan Allan Müller.

Esbjerg hevði ein misjavna fyrru hálvu, og eftir vetrarsteðgin vóna teir at fáa meiri støðug úrslt, og harvið togað seg longur upp eftir stigatalvuni. Málið hjá Esbjerg í longdini, er at koma í Superliguna.


Helga uttan venjara

Helga Ellingsgaard og Rødovre hava eisini frí í løtuni, og liðið hjá Helgu hevur ongan venjara, tí John Froman, sum hevur staðið á odda fyri liðnum seinasta hálva annað árið, er eftir egnum ynski givin sum venjari í felagnum.

Rødovre legði væl fyri í landskappingini, men eftir fýra sigrar á rað, kom stígur í, og restina av fyrru hálvu gekk milt sagt illa.

Nú skal liðið koma fyri seg aftur, og tað skal tað gera uttan John Froman.

Todi Jónsson er í holt við uppvenjingina eftir lærskaðan, sum hann fekk fyrr í heyst. Hann venur dagliga, og gongst sum ætla, kann hann fara undir vanligu venjingina saman við liðfeløgunum, tá teir byrja aftur eftir ársskiftið.