skeiðini verða fíggjað. Annars er tað ov vánaligt, at t.d. tey feløg, sum umboða hesi fólk, ikki hava verið kunnað um henda spurning. ?Kunngerðin er annars ikki serliga greið. Tað eru reglur um teir, sum hava [...] hevur staðið eitt slíkt skeið. Annað er, at tað er vanligt í Føroyum, at ungir dreingir royna seg fram fyri at finna fram til sítt framtíðarstarv. Tí er tað vanligt, at teir royna sjólívið eina tíð, áðrenn [...] teimum, uttan at tað samstundis verður greitt, at teir ikki skulu gjalda hetta sjálvir. Vit kunnu bert vísa til allar aðrar skipanir í samfelagnum, har frálæra er ókeypis, og har tað enntá verður latið
Øll árini, síðan sjónvarpið varð sett á stovn, hava sjónvarpsleiðslurnar gramt seg um, at tað hevur verið ov trongligt og óarbeiðsligt. Men beint nú í hvussu er gremur Tróndur Djurhuus, sjónvarpsstjóri [...] ætlar sjónvarpið eisini at leiga eitt stórt hús, sum apoteksverkið eigur. Tað liggur so væl fyri, beint við nýggja upptøkuhølið. Tað er serliga stora goymsluhøllin í hesum húsinum, sum hevur sjónvarpsins [...] bygningi skal verða nýggja tøknin, sum hevur beinleiðis samband við hyggjaran og móttøkutólini til tað, sum tikið verður niður frá fylgisveini. Øll, sum fáast við at gera skránna, skulu eisini húsast her
vøllin, har teir skulu spæla í somu tíð í annaðkvøld. Veðrið í Spania er av tí fagrasta, og tað verður ikki mett, at tað fer at verða nøkur plága fyri føroysku spælararnar. Tá føroyska ferðalagið kom til Spania [...] fara at verða hjá teimum. Allan Simonsen heldur seg oftast til tað, hann plagar at gera. Higartil hava Henning Jarnskor og Allan Mørkøre verið fastir fúsir í høgra borði, men hvørgin teirra er við í Gijón [...] hvør tað verður er mest spennandi spurningurin hesa ferð. Jan Dam, Óli Johannesen og Pól Thorsteinsson hava roynst væl í miðverjuni, og venjarin broytir neyvan nógv uppá ta uppstillingina, men tað er ein
nakað um tað, tí tað hevur alt at siga, hvussu tað lagar seg frá fyrstu løtu av, tá vit verða undir sera stórum trýsti. Men um vit megna sama úrslitið ella kanska eitt sindur betri úrslit enn tað, sum vit [...] Tað eru fleiri spurnartekin hesa ferð, enn tað hava verið so ofta fyrr, tá landsliðið hevur roynt seg. Men eitt at plássunum, sum er púra upplagt, er, at Julian Johnsson verður á miðvøllinum, har hann [...] at í morgin verður tað uppaftur strevnari, enn tað var, tá Spania var á Svangaskarði 4. septembur í fjør: Tá hevði eg nógvar nærdystir ímóti Hierro, sum er úr Real Madrid, og tað var sjálvandi hugaligt
uttanfyri Oslo, og tað er ætlanin, at eg skal venja við teimum tvær ferðir um dagin frá og við mánadegnum og til og við hósdegnum í komandi viku. Eg komi heim aftur fríggjadagin í komandi viku. Tað er sama dag [...] heystfrítíðini, og at leiðin tá skuldi ganga til Noregs, har hann skuldi venja við Kongsvinger. Eg havi verið í sambandi við teir fleiri ferðir, síðani eg kom aftur úr Italia. Teir koma eftir mær, tá eg komi
ongin radari. ? Eg missi nógvar túrar orsakað av hesum veðrinum. Onkran dagin hevur verið so tjúkt, at eg havi ikki loyst. Tað er ikki lukkuligt at sigla úti á redini millum allar nútímans skjótu bátarnar, [...] einum amboðskassa hjá einum smádrongi. ? Tað er fíggjarlig depressión í landsynningspartinum av Ásia í løtuni og roykdálkanin ger ikki støðuna betri. Fyri tað fyrsta, so steðgar ferðafólkastreymurin til [...] hevur altíð eitt lítið smíl yvir varrunum, tað er líka mikið um tú hittir hann tíðliga á morgni ella seint á kvøldi. Faruk selir alt millum himmal og jørð, bert tað ikki er nýtt. Hann heldur til á trimum fermetrum
líka so greitt sum tað er, at »Gullok« fekk gult kort, sum hann ikki átti, er tað, at TB ikki helt tíðarfreistina, og tí vil kappingarnevndin hjá FSF ikki broyta seðilin. Í 1995 varð tað samtykt av feløgunum [...] broytingar í seðlar, sum vóru fleiri mánaðir gamlir. Seinastu árini hevur hendan lógin verið hildin til fulnar, og tað hava verið nógv mál, sum eru afturvíst vísandi til tíðarfreistina. Dómsnevndin uppí Í skrivinum [...] feløgunum, at tað skuldi ikki bera til at broyta ein dómaraseðilin eftir eina ávísa tíðarfreist. Hendan broyting í kappingarreglunum varð gjørd, tí trupulleikar høvdu ofta verið við síkum málum, har feløg vildu
ikki, tí eg meti at tað er óhugsandi at málið ikki er loyst áðrenn tað kann koma so langt, at tað verður ein møguleiki. Tað, Havnar Handverkarafelag er serliga misnøgt við, er, at tað eina prosentið, sum [...] at siga, at vit fara í verkfall. tað er nógv meiri óhugsandi enn at onki hendir. Men hvat nú um tað óhugsandi skuldi hent? ? Verkfall skulu vit hava sum minst av. Men tað er greitt, at vit kunnu heldur ikki [...] ein fýra ára sáttmála við Føroya Handverkarafelag, og tað fara vit at halda okkum til. ? So skulu broytingar gerast, verða tær at bíða til 2001. Tað er heilt avgjørt ongin møguleiki hjá nøkrum at gera at
mánamorgunin varð farið undir at arbeiða fiskin. Tað allarmesta varð skorið og fryst í blokk. Tað tók 80 fólkum hálvan annan dag at skera fiskin. Og tað var sørt spenningur um, hvussu alt fór at taka seg [...] á Kósini, hvussu hevði gingist. Og tað er nú han svarar: Báði og. ? Tað gekk ikki gott, tí vit høvdu undirskot av hesum, hóast ikki er endaliga uppgjørt enn. Men tað gekk kortini væl, tí trupulleikarnir [...] ? Hvussu tað gekk? Báði og! Johan Páll Joensen veit ikki rættiliga, hvussu hann skal svara, tá ið vit spyrja hann, hvussu tað gekk við teirri fyrstu royndini hjá Kósini at keypa upsa í Skotlandi, og føra
spælararnir verið betri fyri í ár, enn teir vóru í fjør, og tað kemst av, at tað hevur verið vant meiri í fleiri feløgum í ár, enn tað hevur verið gjørt undanfarin ár. Og harafturat eigur tað, sammett við [...] á landsliðnum, og hann vísti samstundis á, at tað vóru teir, sum hava spælt millum 20 og 30 ferðir á landsliðnum, og sum framvegis ikki hava skilt, at tað er neyðugt at venja so nógv. Fyritreytirnar eru [...] spælararnir eru í fullgóðari venjing. Tað ger, at vit eru betri fyri bæði kropsliga, sinniliga og í bóltførleika, enn vit vóru, tá Spania vitjaði á Svangaskarði, og tað eigur at koma okkum til góða. Royndirnar