hoyrir navnið Effersøe, kemur einum til hugs at hetta kundi verið ein av føroyskum uppruna, og spurdur um hald var í hesum, og tað kundi hann bara vátta. -Abbi mín varð føddur á Eiði og flutti til Tvøroyrar [...] 18 ár og eitur Sigrun Smith. Sigrun var fyri á leið einum ári síðani í Føroyum, og vandi hon í badmintonhøllini tá. Har var tað at lagt var til merkis, hvussu evnarík hendan unga gentan var, og tað varð [...] tó vátta, at liðið er betur enn nakrantíð áður, og lagið er gott í hópinum. -Spælararnir eru sera spentir um uppgávuna ið liggur fyri framman, og vóna og vænta sær okkurt heiðursmerki heim við aftur. Stutt
ein helmingur fer til portiónir og hin helmingurin verður útfluttur sum feskur og frystur laksur, umframt ein minni nøgd av fløkum. Øll kryvjing fer fram í Klaksvík, meðan framleiðslan fer fram á nútímans [...] hjá gomlu turkihúsunum. Hans og brøður Seinast í sekstiárunum tóku Hans, Rólant og Martin yvir, og tá varð serligur dentur lagdur á sild. Tá vóru eisini fleiri góð sildaár, og í 1969/1970 varð virkið, sum [...] norðhavssildin, bert yngri og soleiðis smærri. Viðhvørt fekst eisini størri sild inni á firðunum, og tá varð mett, at hetta var sild, sum hevði verið undir landi og gýtt. - Eins og aðrastaðni í landinum, keyptu
arbeiðsgevarum og arbeiðstakarum og samfelag, at vit ikki fáa eitt afturstig. Tað er tó júst tað vit fáa við slíkum verkfalli, har eingin vinnari er. Tað eru bara taparar og stórir taparar, og tað kemur at ganga [...] so er tað ein heilt onnur lóggáva og skipan, sum vit skulu hava sigur løgmaður, sum ger greitt, at tað eru farin ómetaliga stór virði fyri skeyti og arbeiðspláss og upparbeidd marknaðaratgongd hava fingið [...] ímóti og sum ikki kann brúkast til nakað sum helst. Man kann ikki bæði vera ímóti og fyri. Eg skilji ikki, hví man ikki vil hava skipað viðurskifti, soleiðis at man kann loysa eina konflikt væl og virðiliga
kokkar og motorpassarar, og um fiskimannin. Sum heild finna vit í hesum verkum upplýsingar um nøvn, á skipum og monnum, um tíðarskeið og tilburðir, um fong, nøgd, stødd, vekt og prís. Tað, sum fer fram [...] yrkis- og samfelagsbólkar, eitt nú heil- og smásølu, krambakallar, fiskagentur og eina stætt av fiskimonnum, sum standa við vaðbeinið og síggja hav, meðan tað sprettir heima og heiðafuglurin kemur. »Gentukæti« [...] sprænir í gaffil og rá, hon brestur í plankar og bjálkar. Nýtt frælsi og nýggj kúgan Við tí nýggja samfelagsforminum, har fiskivinna og fiska- tilvirking vóru høvuðsskorða undir búskapi og samfelag, var eisini
at Den Danske Bank fer at halda sínar skyldur. November 1993: Føroya Banki eru undir solvenskravinum og far undantaksloyvi frá bankalógini. 31. januar 1993: Poul Nyrup Rasmussen kemur upp í málið. Á einum [...] í loyniliga Føroya-Bólkinum, at bankunum fer at tørva 1,5 mia krónur. Uppritið sigur eisini, at Den Danske Bank sum høvuðspartaeigari í Føroya Banka helst fer at halda, at tað ikki er rættvíst, at hann [...] februar: Á einum fundi í Forsætismálaráðnum luttaka Den Danske Bank, Tjóðbankin, Fíggjareftirlitið og fleiri ráðharrar. Eingir føroyingar eru við. 9. mars 1993: Fyri fyrstu ferð er tað greitt fyri Maritu
fólkatingi - til at tryggja, at Føroyar og harvið allir føroyingar fáa eina góða loysn. Á henda hátt fái eg eisini danir at skilja álvaran í málinum. Bólturin liggur nú hjá dønum. Og so kunnu teir kalla meg jarnbrot [...] bæði Holger K. Nielsen, formaður í Sosialistiska Fólkaflokkinum og Pia Krismas Møller úr Konservativa Fólkaflokkinum hava sagt, at kemur eingin broyting í parlamentarisku støðuna í Fólkatinginum, so er [...] ? Mín leiklutur á fólkatingi stendur og fellur við bankamálinum. Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, sum vísir á, at einki nýtt er í boðskapinum, hóast danska blaðið Aktuelt í gjár ger stóran háva burtur úr
eru livandi, leskilig og ofta fylt við dramatiskum metaforum, og einum humori, ið ein og hvør tekniseriumaður ella aspirerandi Óli P onki hevði havt ímóti at havt í viðførinum. Og donsku setningarnir hava [...] 96 og 343 mió. kr. í 1997. Nú 98 skjótt fer í kav, dylir bankastjórin ikki fyri, at hann metir, at uppgávun, hann varð settur at loysa í 1993, er loyst. Bankin er bjargaður, og bankin er sunnur. Og soleiðis [...] liva í roynd og veru enn betur, um vit fáa pengarnar aftur. Tað er ein myta, at her manglar fígging. Men her hava manglað og her mangla framvegis rentablar ætlanir. Og her hevur manglað og her manglar framvegis
vatnorkuna »Okkara CO2 útlát skal minka og tað fer at minka av sær sjálvum komandi 2 árini, tá heimaflotin verður noyddur at tillaga veiðuorkuna til tilfeingið. CO2 útlátið fer eisini at minka munandi næstu árini [...] v.m. og vilja minka uppaftur meira um løgtingið frítekur alla slíka útgerð fyri mvg. Harumframt vilja sparingar í olju/el-nýtslu eisini í stóran mun minka CO2 útlátið«, skrivar Poul Hansen og kemur við [...] ikki vera tey fyrstu at gera hetta og í verki veruliga vísa okkara virðing fyri náttúruni í staðin fyri at byrgja fáu livandi áir og dalar okkara aftanfyri betong og asfalt«. Hann heldur, at tað vit megnaðu
hesin minnilutin frá byrjan mælt til, at Føroyar leggja seg upp at Noregi og seta samsvarandi tiltøk í verk. Um endamálið er at fylgja altjóða tiltøkum og tilmælum, og samstundis gera vart við sína ónøgd móti [...] útflutningurin til Russland, eins og fiskiveiðiavtalan við Russland og tað, sum er tongt at fiskiveiðiavtaluni, snýr seg um matframleiðslu og flutning v.m. av matvørum, og tí eru tiltøkini ikki í samsvari [...] in hevur viðgjørt málið á trimum fundum, og tey hava undir viðgerðini tosað við Vinnuhúsið, Faroe Agency, Kommunufelagið og landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgna Hoydal. Undir viðgerðini
liggja tryggar nú verkfall er, og at tað ikki kemur nakað upp á tær, sum vit kunnu sleppa undan, sigur Reidar Nónfjall Flúgvingin ótarnað Flogsambandið millum Føroyar og útheimin var ótarnað í gjár, ella [...] Smyril liggur sunnanfyri og hann kemur ikki norðurum aftur fyrr enn arbeiðssteðgurin er av. Í stuttum kann sigast, at tað er bara Ritan, sum siglir meðan arbeiðssteðgurin er, og orsøkin til tað er, at allir [...] annar trupulleiki er, at ein partur av teimum, sum taka ímóti og frankera í pakkhúsinum eisini eru limir í Starvsmannafelagnum, og tí fer tað eisini at ávirka pakkaavgreiðsluna eisini, at arbeiðssteðgur