Islands Badminton Event 2007 er ein beinleiðis avleiðing av at badminton varð frávalt av listanum yvir ítróttargreinir á Oyggjaleikunum á Rhodos í summar. Tað er fyrr gjørt innan aðrar ítróttargreinar, at tað er skipað fyri tílíkum kappingum, í staðin fyri Oyggjaleikirnar, hetta kanska fyri at halda íðkarunum í gongd, og fyri at tileggja spælarunum at halda framm at íðka hesa ítrótt.
Venjarin
Við í ferðalagnum verður sjálvsagt venjarin, hesin er danin Tobias Effersøe, ið hevur verið høvuðsvenjari hjá føroyska Badminton landsliðnum í hálvtannað ár.
Tá ein hoyrir navnið Effersøe, kemur einum til hugs at hetta kundi verið ein av føroyskum uppruna, og spurdur um hald var í hesum, og tað kundi hann bara vátta.
-Abbi mín varð føddur á Eiði og flutti til Tvøroyrar, áðrenn hann valdi at búsetast í Danmørk. Og dama mín sum arbeiðir á Argja Skúla verður í heilum heilsað av fólki, ið siga seg vera í familju við meg, sigur ein skemtandi landsliðsvenjari.
Tobias er annars sjálvur ein royndur badmintonleikari. Hann megnaði í sínum ungdómsárum at náa donskum landsliðsstøði, og seinni hevur hann valt at taka sær fleiri venjaraútbúgvingar, so at hann kundi halda áframm við at arbeiða við ítróttini, ið hevur givið honum so nógv.
Lyklaleikarar
Í ár hava Føroyar eitt sera sterkt landslið, og harafturat hava vit eisini í minsta lagi 2 lyklaleikarar. Ein spælari sum Niklas Eysturoy man teljast millum teir heilt stóru.
Niklas venur sjálvandi upp til kappingina í Grønlandi, umframt at hann eisini er við í einum bruttohópi, ið venur til at koma til Olympisku leikirnir í 2012. Hesar venjingar eru í Bulgaria, og er Niklas farin hagar í morgun. Haðani skal hann so beinleiðis til Grønlands og í kapping har.
Eisini hava vit eitt ungt stjørnuskot úr Danmørk, ið er rímuliga ókend í Føroyum. Hon er hálvur føroyingur, býr í Middelfart, er 18 ár og eitur Sigrun Smith.
Sigrun var fyri á leið einum ári síðani í Føroyum, og vandi hon í badmintonhøllini tá. Har var tað at lagt var til merkis, hvussu evnarík hendan unga gentan var, og tað varð alt fyri eitt eftirkannað, um hvør hon var og hvaðani hon kom.
Fyri viku síðani luttók Sigrun í Danish Junior Cup 2007, sum er stór kapping á flatlondum.
Vónir
Tá venjarin varð spurdur um vónirnar til kappingina fyri framman, tóktist hann at vera varin, og vildi ikki loyva sær at vera ov bjartskygdur, tí sum hann segði, so veit hann ikki so nógv um hini londini.
- Eg kenni nøkur nøvn aftur á hinum landsliðunum, men dagsins styrki hjá teimum og annars hinum ókendu, hana kenni eg ikki nógv til.
Tobias kann tó vátta, at liðið er betur enn nakrantíð áður, og lagið er gott í hópinum.
-Spælararnir eru sera spentir um uppgávuna ið liggur fyri framman, og vóna og vænta sær okkurt heiðursmerki heim við aftur.
Stutt skoðbrá
-Tann sannroynd, at tveir av okkara lyklaleikarum eru í stórum kappingum, so stutt áðrenn Badminton Event í Grønlandi, er ørkymlandi, sigur Vilhjálmur Gregoriussen, formaðurin í Badminton Sambandi Føroya. Tað er tó eisini ein kjansur fyri at júst hesir báðir leikararnir eru eyka klárir tá kappingin fer av bakkastokki mikudagin.
- Tað kann vera at tey eru vorðin útkoyrd av hørðu skránni, men tað kann eins væl vísa seg at tað hevur givið teimum eyka orku, sigur formaðurin at enda.