føroyingarnir av álvara fatur í spælinum. Í álopsspælinum var Elias á Skipagøtu heilt framúr. Í fyrra hálvleiki var hann ikki serliga eyðsýndur, men í seinna hálvleiki vísti hann alt tað, sum føroyski ho [...] og so nógv onnur vita, at hann megnar. Føroyska álopsspælið varð lyft fleiri stig fram. Tað varð heilt spennandi, og høllin var á gosi. 600 áskoðarar vóru í høllini, og tað kendist sum um, at tað vóru [...] við miðvísu ætlanini hjá Hondbóltssambandi Føroya og føroyska landsliðnum. Ætlanin er, at Føroyar um ikki so nógv ár skulu vera við í endaspæli. Ukraina hevur fleiri ferðir verið við í endaspølum, og úrslitið
øllum politiskum avgerðum og lógarsmíði at tryggja, at fólk við serstøkum avbjóðingum av ymiskum slag ikki verða við skerdan lut. At samfelagið gerst atkomuligt í breiðum týdningi. Tað veri seg fysisk atkoma [...] brekøkið verður sett, og at skipað eftirlit er við, at ST-sáttmálin verður hildin. Ein íløga í hetta fer heilt vist at styrkja samskipanina og gera, at tað gongur nógv skjótari at innrætta samfelagið til allar
hálvur tími var farin. Talan var um rimmar mál, tá ið miðvallarin pløkkaði bóltin úr 27 metrum og heilt upp í málhornið. 2-0 sigurin varð staðfestur, tá ið tað restaði eitt korter. Dómarin bríkslaði fyri [...] Í Hólmanum á Eiði endaði tað við málleysum javnleiki. Hetta er fyrsta ferðin síðani 2018, at tað ikki er eydnast Víkingi at vinna á útivølli ímóti EB/Streymi. Klokkan 16 var fyrsta bríksl í Fuglafirði
sóu vit, at tað kann kosta heilt nógv, tá ið man ikki varðveitir fokus heilt til endan. Tað vóni eg, at vit lærdu av, sigur TB venjarin Michael Winter. Fimm TB spælarar eru ikki tøkir, tí teir eru skaddir: [...] teir er, at tað er skaði í knænum, sum í fleiri vikur hevur hildið teimum burtur frá venjing. Enn er ikki greitt, nær teir aftur vera førir fyri at fara á vøllin. ÍF – TB: Petur Reinert kl. 16.00.
men tað endaði 1-1. Tað var ikki fyrr enn í evstu løtu, at tað eydnaðist KÍ at javna. Trýstið var stórt, men NSÍ verjan var heilt framúr. Sunnudagin royndist NSÍ verjan ikki so væl, tá ið tað endaði við [...] við 5-2 tapi á Tórsvølli ímóti HB: -Hatta var heilt undarligt. Vit kendu okkum at hava sinniliga og kropsliga orku, og vit spældu okkum til eins nógvar møguleikar, sum HB gjørdi. Teir vóru kyniskari enn [...] enn vit, staðfestir NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen, sum ikki heldur, at hansara menn eru ávirkaðir av trivaliga tapinum, nú teir fara til Klaksvíkar. Hjá NSÍ kemur tað illa við, at álopsessið Petur Knudsen
sleppa undan persónligum mistøkum, sum ímóti HB kunnu vera heilt kostnaðarmikil, sigur nýggi B36 venjarin Dan Brimsvík. Hjá B36 eru hesir ikki tøkir í dag: Eli Falkvard Nielsen (krossbandið), Bárður Olsen [...] Í fjør – heilt fram í november - varð einki tosað um Dan Brimsvík í B36, og inntil eftir ársskiftið varð einki tosað um Jonas Dal Andersen í HB. Nú eru teir báðir venjarar í Gundadali, og seinnapartin [...] fulla úrtøku. Tað plagar at ganga javnt á, tá ið grannarnir í Gundadali hittast, men soleiðis var tað ikki í fjør. Tá vann HB allar tríggjar dystirnar við samantalt 8-3 – 4-2, 2-0 og 2-1. Samantalda úrtøkan
landinum, og onkur av hinum liðunum hava fingið styrk og brynjað seg at kappast við KÍ. Tí kendist ikki sørt av spenningi undan stórsteypadystinum, sum var millum KÍ og NSÍ, ið er eitt a liðunum, ið hevur [...] ið kann hugsast at geva teimum úr Klaksvík dygga mótstøðu. Kappingarárið er langt, og tað verður ikki fyrr enn um eina viku, at tað verður farið undir landskappingina. Tí kann nógv venda øðrvísi í heyst [...] Men í stórsteypadystinum í kvøld var eingin ivi um, at KÍ var stinnara liðið. Tølini siga, at KÍ var ikki omaná í hornaspørkum og royndum ímóti málinum, men í málum var KÍ greitt omaná, tí KÍ vann 4-1. Longu
Landsstýrisamaðurin metir, at miðlastuðulin ikki hækkar støðið á føroysku fjølmiðlunum, og tí vil hann taka av lógina. Hann vil í staðin gera eina lóg, har hann kann býta tær tvær milliónirnar út [...] kravinum til Kringvarpið um at taka 10 milliónir av lýsingarmarknaðinum. Tað vildi landið ikki. Seinni bleiv so lógin samtykt um miðlastuðulin, sum verður goldin av lýsingarpengum úr Kring [...] skattin. Hóast ávaringar, so vildu politikararnir einki gera við Posta, tá ávarað varð um, at Posta heilt víst fór at tiltuska sær hesar eyka krónurnar, sum bløðini nú fingu. Fráboðaðu posthækkingarnar
Poulsen var ikki tøkur hjá havnarmonnum, og á vágaliðnum sást einki til Silas Eyðsteinsson, tí hann skuldi spæla fótbólt á Dungasandi í Betrideildini. Í hansara stað telvaði Jón Gregersen - ikki Bernhard [...] vinnast. Á 3. borði gekk javnt á millum Torkil Nielsen og Luitjen Akselsson Apol. Til endans var støðan heilt jøvn - og so lorkaði tann 15 ára gamli Luitjen sær javnleikin úr hendi við einum tapandi leiki. Samstundis [...] endaspælinum. 2-2 og Sandavágs Talvfelag var aftur føroyameistari. Kollfirðingar ov stuttir Roknað varð ikki við stórvegis spenningi um hvør fór at flyta niður. Kollfirðingar lógu í tungum sjógvi, men teir gjørdu
ímóti KÍ var stórt tap, sum kanska ikki var heilt óvæntað. Tað kom illa við, at vit beinanvegin gjørdu sjálvmál. Ein av veikleikunum var, at samskiftið á liðnum ikki var nóg gott. Tað vóna vit verður betri [...] og Høgni Egilstoft Nielsen eru um at vera tøkir aftur. Høgni spældi ikki í fjør, tí krossbandið var slitið. Zoran Vujovic er ikki tøkur, tí hann er darvaður av vøddaskaða. Aleksander Ó. Jensen er miðverji [...] fremstu røð, sum hittast. Felags fyri 07 Vestur og B68 er, at tað eru fleiri spælarar í hópunum, sum ikki hava so nógvar royndir í bestu deildini, og at málið fyri árið er, at tað skal eydnast at sleppa undan