Sólin skínur oman og niðan í Klaksvík, koronan, sum í fjør oyðilegði stóran part av árinum fyri áskoðararnar, er burtur, og í dag sóu KÍ viðhaldsfólkini teirra hetjur halda málið reint og skora tvey mál.
KÍ hevur fulla úrtøku eftir tvey umfør, og tíðindini úr Gundadali og úr Hólmanum á Eiði kitla væl og glíða væl niður, nú klaksvíkingar fara til hús at fáa sær ein drekkamunn.
Liðformaðurin hjá klaksvíkingum, Jákup B. Andreasen, legði heimaliðið á odda, tá ið stórur hálvur tími var farin. Talan var um rimmar mál, tá ið miðvallarin pløkkaði bóltin úr 27 metrum og heilt upp í málhornið.
2-0 sigurin varð staðfestur, tá ið tað restaði eitt korter. Dómarin bríkslaði fyri rangstøðu ímóti klaksvíkingum. Klaksvíkingar vístu út til hjálpardómaran, og eftir at teir báðir, dómarin og hjálpardómarin, høvdu tosað saman, bríkslaði dómarin fyri brotssparki.
Jóannes Bjartalíð, sum saman við Páll A. Klettskarð var í fremstu røð, royndi seg úr ellivu metrum. Tórður Thomsen hálvbjargaði sera væl, men Jóannes var fyrstur á returbóltinum og skoraði.
Á Tórsvølli endaði grannauppgerðin við málleysum javnleiki. Tað mesta gekk fyri seg millum brotsteigarnar báðar, og báðir partar løgdu dent á at verja heldur enn at leypa á.
Í Hólmanum á Eiði endaði tað við málleysum javnleiki. Hetta er fyrsta ferðin síðani 2018, at tað ikki er eydnast Víkingi at vinna á útivølli ímóti EB/Streymi.
Klokkan 16 var fyrsta bríksl í Fuglafirði, har TB er gestur. Eftir fyrra hálvleik er heimaliðið frammanfyri 2-0. Uros Stojanov og Gundur E. Petersen hava skorað málini.











