Kvinnurnar hjá KÍ halda kósina ímóti enn einum FM heiti. Í dag hava tær verið í Sundalagnum, og tær eru á veg til hús við 6-0 sigri á EB/Streymi.
Sofía Purkhús skoraði trý mál, Rannvá B. Andreasen skoraði tvey mál, og Sigrid Jacobsen skoraði eitt mál. Hálvleiksstøðan var 3-0.
Víkingur vann 3-0 á heimavølli ímóti MB. Hálvleiksstøðan var 1-0. Arna Vatnahmar, Jacoba Langgaard og Jakoba Sevdal skoraðu málini.
AB vann 3-0 á Skála. Hóast tølini kundu boðað frá tryggum sigri, so tók tað sína tíð, áðrenn AB fekk hol á.
Trettan minuttir restaðu, tá ið Rudi Rasmussen skoraði, og so gekk skjótt: tríggjar minuttir seinni økti Doris í Garði Joensen um munin til 2-0, og aftur tríggjar minuttir seinni staðfesti Lisa í Liða AB sigurin.
Støðan
KÍ 35
AB 28
Skála 19
Víkingur 19
EB/Streymur 7
MB 2










