Elias var flúgvandi í seinna hálvleiki

Og so varð gongdin vend soleiðis, at Føroyar taptu við einum máli, eftir at Ukraina í hálvleikinum var frammanfyri við fimm málum

Tá ið Føroyar seinast spældu á heimavølli ímóti Ukraina, var tað í Keypmannahavn. Ta ferðina taptu Føroyar við einum máli. Soleiðis var tað eisini í kvøld. Ukraina vann 26-25.

Í kvøld áttu Føroyar heimavøll í høllini á Hálsi í Havn. Ukraina vann aftur hesa ferð við einum máli. Eftir fyrra hálvleik vóru gestirnir frammanfyri við fimm málum. Føroyar løgdu seg á odda 4-1, men so svaraði Ukraina aftur, og føroyingarnir høvdu ilt við at skjóta mál og runnu støðugt aftaná, og hálvleiksstøðan var 16-11.

Eftir steðgin og serliga síðstu 20 minuttirnar fingu føroyingarnir av álvara fatur í spælinum. Í álopsspælinum var Elias á Skipagøtu heilt framúr. Í fyrra hálvleiki var hann ikki serliga eyðsýndur, men í seinna hálvleiki vísti hann alt tað, sum føroyski hondbóltsheimurin, tey í Svøríki og so nógv onnur vita, at hann megnar.

Føroyska álopsspælið varð lyft fleiri stig fram. Tað varð heilt spennandi, og høllin var á gosi. 600 áskoðarar vóru í høllini, og tað kendist sum um, at tað vóru fleiri ferðir fleiri enn tað.

Føroyar vóru trý og tvey mál aftanfyri, og fram ímóti dystarenda var munurin fleiri ferðir eitt mál. Tað eydnaðist tó ongantíð Føroyum aftur at vinna seg upp á javnt.

Úrslitið og avrikið í seinna hálvleiki var staðfesting av, at tað gongur rætta vegin við miðvísu ætlanini hjá Hondbóltssambandi Føroya og føroyska landsliðnum. Ætlanin er, at Føroyar um ikki so nógv ár skulu vera við í endaspæli. Ukraina hevur fleiri ferðir verið við í endaspølum, og úrslitið og avrikið í seinna hálvleiki vísti, at síðsta stigið at røkka sama støði sum mótstøðuliðið í kvøld er ikki so langt burtur.

 

Føroyar - Ukraina 25 - 26 (11 - 16)

Føroyar: Rói Berg Hansen, Tórður S. Guttesen, Helgi H. Hoydal, Sjúrður Olsen, Hákun W. Av Teigum, Teis H. Rasmussen, Allan Norðberg, Tókur Akralíð, Kjartan Johansen, Jónas G. Djurhuus, Nicholas Satchwell, Rógvi Dal-Christiansen, Filip Jojic, Vilhelm Poulsen, Peter Krogh og Elias Ellefsen á Skipagøtu.

Málskjúttar: Elias Ellefsen á Skipagøtu 7, Hákun West av Teigum 5, Rói Berg Hansen 5, Helgi Hildarson Hoydal 2, Kjartan Johansen 2, Jónas G. Djurhuus 2 og Peter Krogh 2.

 

https://www.in.fo/myndasavn/