serliga um rækjuspurningin, sum nú er fingin í lag. Danskt uppskot ikki ávirkan á sjóverjuna Eisini varð tosað um sjóverjuna, við støði í nýggja, danska verjuuppskotinum, sum er fyri í Danmark í løtuni [...] fyri tey trý londini vóru umboðað. Løgmaður var ikki at hitta í gjár, men vit tosaðu við Marjuna Hanusardóttir, løgmansstjóra, sum var við á ferðini í Grønlandi, saman við øðrum embætisfólkum í almennu [...] eygleiðarar í arbeiðsbólkinum. ? Vit standa í veruleikanum sjálvi fyri samráðingum við útheimin, og hava bert eitt umboð úr Uttanríkismálaráðnum við okkum. Tó vilja vit hava eygleiðarastatus í arbeiðsbólkinum
ætlanirnar, sum áður hava verið frammi um alternativa bygging, har vit ætla at byggja smærri eindir til eldri fólk og møguliga yngri og rørslutarnað, men enn eru vit ikki liðug at tekna, so vit fáa at síggja [...] lendi og so framvegis, men vit arbeiða við hesum, sigur Jóannes Dalsgarð. - Okkara politikkur snýr seg um at byggja til eldri, rørslutarnað og eisini yngri, sum bert hava hetta sum bústað eina tíð, sigur Jóannes [...] er rímuligur. -Vit halda, at hetta manglar sum eitt tilboð til eldri, fyri at tey hava møguleika at fara úr einum stórum húsum, sum tey ikki klára at umsita, og inn í okkurt minni, sum liggur í onkrum
hóast mest sum allir eru samdir um, at broytingar eiga at verða gjørdar í lønar- og eftirlønarviðurskiftum tingmanna. Spurningar sum vóru umrøddir vóru m.a. hvørt tað er ráðiligt at tingmenn sum einasti bólkur [...] vísti á, at vit áttu at gera sum í Íslandi, har ein óheft nevnd av uttanfyristandandi limum viðgerð málið. Nevndin skuldi so greina út hvat tingarbeiði er, og hvør løn átti at verið givin. Eisini harmaðist [...] tingformaður, sum skjeyt upp at seta nevndina, og hetta tóku allir 31 hjástaddir tingmenn undir við eftir drúgvan orðadrátt. So nú er ætlanin, at nevndin skal koma við broytingaruppskotum, sum flest kunnu
gongdin í alheimsbúskapinum eru alt fyribrigdi, sum vit ikki eru harrar yvir, men sum vit meiri ella minni verða stýrd av. Somuleiðis eru hetta fyribrigdi, sum kunnu broytast eftir stutta tíð, sigur hon. -Tí [...] privata nýtslu er støðugt økt síðani kreppuárini fyrst í 90-unum og er í 1998 farin upp um nýtsluna, sum hon var, tá ið hon var í hæddini í 80-unum. - Umframt at lesa tabellir og frágreiðingar frá búskap [...] áttatiárini. Tað sæst m.a. á bilasølu, húsa- og grundstykkjaprísum. Úttalilsir frá handilsfólki bera eisini boð um hetta, sigur hon, og leggur upp til broytingar tá hon sigur, at okkurt eigur at verða gjørt
afturat - Ísland varð nevnt sum eitt stað við betri viðgerðarmøguleikum, enn vit kunnu fáa í Danmark. Sjómannsheimið Ørkin í Reykjavík var sambært landsstýrismanninum væl egnað sum sjúklingahotel, sjálvt um [...] so ómaksleysa og vælvirkandi tænastu sum hana, ið eitt nú danska heilsustýrið veitir okkum ókeypis í dag? Eingin skipað ætlan Kristian Magnussen sigur, at tað sum fær hann at seta henda fyrispurning, er [...] hædd, men bert at fáa góðkent eina av verandi hæddunum á Hotel Tórshavn, sum í dag ikki er góðkend til at hýsa sjúklingum. Eisini varð greitt frá ætlanini hjá landsstýrinum at finna nýggj høli til sjúk
Fara vit so í løgfrøðina at hyggja, so kunnu vit spyrja: Hvat er galdandi? Ella hvat er tað, sum er mest galdandi, hvat skulu vit halda okkum til, tá ið vit handla. Fyri 50 árum síðani høvdu vit 3 lan [...] ikki so lítið. Sjálvandi skulu vit ikki uppføra okkum, sum um vit eiga alt einsamøll - eingin av okkum. Tað, sum nú hendir við landsverkfrøðinginum, tað hendir so javnan, eisini í okkara lítla samfelagi, men [...] ein - forseta, sum tignarliga kann halda stýr á øllum, og eisini halda í nakkan á okkara hægstu politikarum, soleiðis at teir eisini vita, at teir verða eygleiddir - úr erva. Kunnu vit bara taka ein stovn
síðu, men tílíkur vantandi logikkur - sum javnan kemur fyri - er tekin um, at skrivingin ikki er nóg neyv. Afturfyri vísir Rakel Helmsdal aðrastaðni, at hon eisini dugir beistaktiga væl, tá ið tað stingur [...] Edward Fuglø myndprýddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags 1998. 113 s. innb. kr. 126. Tann nýggja bókin, sum Rakel Helmsdal og Edward Fuglø í felag hava avrikað, er vøkur. Teknarin hevur av álvara spælt sær við [...] eru Rakel Helmsdal líkari óvanlig, men heldur ikki tey hava nakran veruligan týdning. Tey nevnast, sum um fremmand nøvn eru nóg mikið at skapa ein spennandi heim. Men so lætt sleppur ein høvundur ikki,
óvist sum vetrarsigling. Tað er greitt, at tað kemur mongum væl við, at tað ber til at ferðast við skipi helvtina av árinum til Danmarkar ella heim. Tey eru mong, sum ikki tora at flúgva, men eisini hetta [...] Line eisini hevur á síni ferðaskrá. Atlantsflog fór í fjør undir at flúgva til Skotlands og í ár kemur Stavanger á skránna. Hugsa vit um týdningin sum bæði Noreg og Skotland hava fyri okkara ungdóm undir [...] Uttan at vit kenna roknskapartølini fyri hesa sigling neyvt, so tykist tað kortini vera so, at vetrarsiglingin við ferðafólki og farmi hevur givið eitt hampuliga gott úrslit, men hinvegin vita vit, at tað
-Vit síggja fegnir, at tað fæst ein ?fair? loysn á marknaósemjuni, sum báðir partar kunnu vera nøgdir við, og soleiðis at vit kunnu fáa eitt tætt samstarv við Føroyar í úviklinginum av oljufeltum, tá ein [...] mótpart-urin um tey økini, sum teir gera krav uppá? -Eg haldi ikki hatta er ein rættvís niðurstøða. Mær vitandi hava føroyingar eisini atgongd til upplýsingar um undirgrundina í økjunum, sum semja ikki hevur verið [...] John Battle og Loydds, sum er ráðharri í uttanríkisráðnum. Sosialurin skilur frá samrøðum við jarðfrøðingar, sum hava kannað økini millum Føroyar og Bretland, at strukturar, sum kunnu goyma stórar nøgdir
løturnar. Men so fór hann eisini at taka nøkur skot, samstundis sum Mortan Hansen kom væl í gongd og skeyt trý mál á rað. Eisini Pole Hansen og Jens Martin Knudsen vístu eisini, at tað framvegis er dugur [...] so javnur sum tann fyrri. Kyndil leyp avstað beinanvegin, eins og teir gjørdu í fyrra hálvleiki, men hesaferð megnaði Tjaldrið ikki at svara aftur, fyrr enn ov seint var. Tað sóu vit eisini nakrar ferðir [...] 1999, sum sá reytt. Á positivu síðuni er Leivur Holm verdur at nevna. Hann spældi ikki nógv, men tá hann spældi, vísti hann seg sera tryggan sum málskjútta, og hann brendi neyvan eitt skot. Eisini venjarin