Grønland og Føroyar fáa skrivstovu í Danmark

Hóast ríkisfundurin í Nuuk fríggjadagin var kunnandi fundur, kom okkurt ítøkiligt burtur úr. Eitt nú varð samtykt at stovna norðuratlantiska skrivstovu, sum skal hava til húsa í úttanríkismálaráðnum. Hon skal styrkja sambandið millum Grønland og Føroyum úti í heimi

Ríkisfundurin var sínamillum kunning um búskaparmál og fíggjarligu støðuna, og slík mál sum Danmark, Grønland og Føroyar eru felags um.

Á hesum fundi vóru bert Poul Nyrup Rasmussen, Jonathan Motzfeldt og Anfinn Kallsberg.

Við síðuna av óformliga fundin millum leiðarararnar, var ein embætisfundur, har umboð fyri tey trý londini vóru umboðað.

Løgmaður var ikki at hitta í gjár, men vit tosaðu við Marjuna Hanusardóttir, løgmansstjóra, sum var við á ferðini í Grønlandi, saman við øðrum embætisfólkum í almennu umsitingini.

Á fundinum tosaðu leiðararnir um ES-mál, og grønlendsku sáttmálasamráðingar við ES, eins og løgmaður tosaði um føroyska ES handilssáttmálan, og serliga um rækjuspurningin, sum nú er fingin í lag.


Danskt uppskot ikki ávirkan á sjóverjuna

Eisini varð tosað um sjóverjuna, við støði í nýggja, danska verjuuppskotinum, sum er fyri í Danmark í løtuni.

Nyrup Rasmussen helt ikki, at nýggja uppskotið fór at ávirka sjóverjuna í Grønlandi og Føroyum, men vísti á, at uppskotið fyrst skuldi viðgerast í Danmark.

Anfinn Kallsberg tók fram verkætlanina um havfrøðiliga klimagranskingina, sum fær skrivstovu her og skal stýrast úr Føroyum.

Løgmaður hevur borið hetta mál fram, tá hann var í Íslandi og vitjaði David Oddsson, forsætisráðharra, eins og hann hevur tosað við Nyrup Rasmussen um hetta, tá hann var í Føroyum seinast.

Hesaferð bar hann málið fram, fyri at tryggja sær eina positiva støðu til málið, av ovastu rók.


Grønlendingar vilja hava greiðari reglur

Grønlendingar høvdu ynski um at stovna arbeiðsbólk at gera greiðar reglur fyri leiklutin hjá heimastýrinum í uttanríkismálum. Arbeiðsbólkurin skal mannast við umboðum úr Grønlandi og Danmark.

Marjun Hanusardóttir sigur, at hóast Føroyar og Grønland ikki kunnu samanberast í úttaríkismálum, vilja føroyingar hava eygleiðarar í arbeiðsbólkinum. ? Vit standa í veruleikanum sjálvi fyri samráðingum við útheimin, og hava bert eitt umboð úr Uttanríkismálaráðnum við okkum. Tó vilja vit hava eygleiðarastatus í arbeiðsbólkinum, fyri á tann hátt at kunna okkum um, hvat fer fram har.

? Viðvíkjandi Norðuratlantisku skrivstovuni, sum nú verður stovnað, skal hon hava til húsa í uttanríkismálaráðnum. Áður var hetta partur av deild har.

Styrkja støðu okkara í útlandinum

Skrivstovan skal burturav hava við føroysk og grønlendsk viðurskifti at gera, við tí endamáli, at vit kunnu styrkja um okkara støðu í útlandinum, sigur løgmansstjórin.

Á skrivstovuni verður ein serkønur í føroyskum og ein í grønlendskum viðurskiftum, umframt skrivari og ein fulltrúi.

Embætisfundurin í Nuuk fór fram samstundis, og har vóru ymisk mál tikin upp á embætismannastigi.

? Vit høvdu eina vegleiðandi dagsskrá, har vit upplýstu og tosaðu um støðuna hjá hvør øðrum út frá einum embætisligum sjónarhorni, sigur Marjun Hanusardóttir.

Við á embætisfundinum vóru stjórin fyri heimastýrið í Grønlandi, løgmansstjórin í Føroyum og stjórnardeildarstjórin í Danmark, umframt onnur embætisfólk í teimum trimum londunum.