Rigmor Dam
Í fyrispurningi sínum 7. januar, setti Anita á Fríðiksmørk fram tveir spurningar.
1. Hvussu stórur var innflutningurin til privata nýtslu í árunum frá 1988 til 1998?
2. Hevur landsstýrið nakrar ætlanir um at tálma privatu nýtsluna í føroyska samfelagnum, og um so er, hvørjar?
Um orsøkina til, at hon setir fram hesar spurningar, sigur Anita á Fríðriksmørk, at seinastu fýra árini hevur landið reist seg búskaparliga frá einum fíggjarligum aldudali. Hatta hevur m.a. havt tað positiva við sær, at fólk nú hava munandi meiri at ráða yvir. Men tíverri vísir tað seg ofta so, at stórur partur av tí, fólk hava at ráða yvir meiri enn til dagligt uppihald, fer til meirnýtslu.
- Hesi seinastu árini hevur ikki trotið við fiskiskapi. Fiskaprísirnir hava verið høgir, og lánsrentan hevur verið lág. Fiskiskapur, prísir, renta og gongdin í alheimsbúskapinum eru alt fyribrigdi, sum vit ikki eru harrar yvir, men sum vit meiri ella minni verða stýrd av. Somuleiðis eru hetta fyribrigdi, sum kunnu broytast eftir stutta tíð, sigur hon.
-Tí eigur eitthvørt at verða gjørt til tess at spara, t.d. tvungin uppsparing ella pensjónsuppsparing.
Størri nýtsla
enn í 80-unum
- Hóast handilsjavni føroyinga í 1998 ber á rætta borðið í mun til árini frammanundan, so er privata nýtslan hjá fólki økt nógv seinastu árini, sigur Anita á Fríðriksmørk, og hon leggur afturat, at nøgdin í innflutninginum til Føroya til privata nýtslu er støðugt økt síðani kreppuárini fyrst í 90-unum og er í 1998 farin upp um nýtsluna, sum hon var, tá ið hon var í hæddini í 80-unum.
- Umframt at lesa tabellir og frágreiðingar frá búskaparfrøðingum, so dugir vanligi føroyingurin at síggja, at nýtslan minnir í so nógv um tey ræðandi áttatiárini. Tað sæst m.a. á bilasølu, húsa- og grundstykkjaprísum. Úttalilsir frá handilsfólki bera eisini boð um hetta, sigur hon, og leggur upp til broytingar tá hon sigur, at okkurt eigur at verða gjørt til tess at tálma nýtsluni - privatu eins væl og almennu.
- Skal nýtslan tálmast, meðan búskapurin er í hæddini, má hetta gerast við politiskum tiltøkum.