(Eg var á MJÚS í ár. Búgvi annars í Grønlandi, men skuldi koma heim í feriu síðst í juni. Nakrar fáar dagar áðrenn kom eitt SMS: 'Skullu vit fara á MJÚS'. Ja, ja, ja, eg havi ongantíð verið á Sandoynni [...] koyra til Sands regnar eitt sindur illa, og tá vit standa á tjaldingarplássinum oysir niður. Pinnar og stengur, telt og snørir verður stoytt út á bøin, og teltið sett upp. Onkur sum kom framvið spurdi, um [...] Portugal. Meðan hon hevur spælt, er tað vorðið turt og nú er tað all right at verða á festival. Kundi gott tonkt mær at hoyrt Sámal og Jóan Jakku, men nú er vorðið so seint, at børnini vilja sleppa heim at sova
Í hesi grein fokuseri eg einans á Gøtu, ið er ein bygd í stórari menning og nú hevur rundað 1.200 íbúgvar. At tær tríggjar gøturnar eru væl á veg at gerast býlingar í einum komandi býi, er eyðsýnt. Til [...] býarskipan er tískil at staðseta ymiskt virksemi á so optimalan hátt sum gjørligt. Hetta prinsipp ger tað neyðugt hjá Eysturkommunu at menna havnarløg á Skálafjørðinum, har fá fólk búgva. Man kundi valt [...] í sera trongu Fuglafjarðar kommunu, har virksemi ofta verður staðsett illa í mun til hvørt annað. Á heimasíðuni hjá Eysturkommunu stendur m.a. soleiðis um býarskipanina: “Tað, sum er sermerkt við hesum
Norðurlandahúsið skipaðu leygarkvøldið í felag fyri stóra FMA tiltakinum, Faroese Music Avards. Vit høvdu á sinni Prix Føroyar og vit høvdu Planet Awards. Men mangar hava røddirnar verið frammi um, at tað líkasum [...] n sett og stílað var høgt. Eitt stórt tiltak í bestu kørmum, og fylgjast kundi við í loftmiðlum og á netinum. Og Norðurlandahúsið hevur røttu karmarnar, og leggur eisini upp til, at fólk koma væl ílatin [...] ar, og ein vinnari skuldi so finnast millum tey innstillaðu nøvnini. Til bar senda sms og atkvøða á tann hátt, og ein dómsnevnd var eisini knýtt at hvørjum heitisbólki. Skráin var drúgv, tí umframt mongu
gloymast, kvøldini tá systkini hjá pápanum, abbin og omman komu á gátt. Tað varð nógvur látur og nógv fortalt, um tað alt passaði, er ein onnur síða á sakini. Men í 1967 var familjan fyri hóttafalli, tá næstelsti [...] versi úr hesum sanginum, sum altið hevur sagt mær nógv: Á lívshavsins bylgjum mín sál var í neyð Av syndini tyngdur var eg Men stjørnan uppsteig Á tí villuni leið Til havnina leiddi meg Hvíl í friði bróður [...] Lognberg, ættaður úr Skopun, árarnar inn eftir eina sera langa sjúkralegu. Valdi var sonur Jóhannu og Sámal Petur Lognberg, vit vóru 8 systkin í flokkinum, Valdi bleiv 76 ára gamal og var triðelstur av sys
blástri og røðum. Aftaná varð farið á flog ein rundtúr yvir Føroyum við innbodnum gestum. Tann 28. mars í 1988 kl. 8.35 lætti flogfarið úr Vágum og setti kós móti Keypmannahavn á sínum fyrsta túri við ferðafólki [...] mars 1988 var ein hátíðardagur fyri føroysku tjóðina, sum nú fyri fyrstu ferð nakrantíð kundi fara á flog á føroyskum veingjum. Men stovnanin av flogfelagnum hevði tó verið alt annað enn løtt. Ein samanrenning [...] heilt út á 200 fjórðinga sjómarkið, har tær kunnu arbeiða í 30 minuttir í bjargingarátøkum. Hetta hevur stóran týdning, tí Atlantic Airways er partur av tilbúgving Føroya, sum merkir, at hvønn dag á árinum
verkætlanin hjá sjálvbodna áhugabólkinum við J. P. Gregoriussen, arkitekti, á odda, sum varð kunngjørd í januar í fjør, verður ikki gingin á møti. Páll Patursson, bóndi í Kirkjubø, er ein teirra, ið hevur sitið [...] loysn. Avgerðin úr Landsstýrinum byggir á tilráðingar frá Føroya Fornminnissavni og sakkøna ráðgeving úr Føroyum, Danmark og Noregi. ? Okkara verkætlan byggir eisini á sakkøna ráðgeving, bæði føroyska, íslendska [...] arkitektum, arkeologum og øðrum og á tann hátt kundu vit fingið svar uppá nógvar spurningar, ? ikki minst til hatta skrímslið av eini konstruksjón, ið ætlanin er at leggja á Múrin, sigur Páll Patursson at
tónleikalívi, ikki bert sum ein framførsla á høgum stigi av Aldubáruni, men sum eitt savn av verkum, sum komponistar, ið eru til reiðar at taka sítt pláss á altjóða pallinum. Flott klárað øll ? eitt frálíkt [...] tónleikalívið er í, tá enntá eitt kvøld við so keðiligum veðri kann savna so nógv fólk saman at lýða á landsins yrkistónleikabólk, sum spælir nýggjan tónleik eftir nøkrum av teimum livandi tónasmiðunum, [...] til hesa konsertina vóru tað Anna Klett, (klarinet), Andrea Heindriksdóttir (floyta), Øssur Bæk og Sámal Petersen (fiólir), Kanny Sambleben (bratsj), Hege Waldeland (cello), Páll Sólstein (horn), Ólavur
ÍF). Toftamenn vunnu hvítusunnuaftan 4-2 í Fuglafirði. Teir vóru á odda 4-0, tá bara fimm minuttir vóru eftir, og harvið vóru teir væl á veg at pjøssa heilt fitt um vánaliga málmunin, sum teir hava drigist [...] Henda vikan verður lættari hjá teimum fótbóltsáhugaðu á Toftum ? og tey eru mong ? enn hon verður hjá teimum í Fuglafirði (skulu vit meta út frá áskoðarafjøldini leygardagin, so eru tey ikki so mong í [...] støðugt ? hetta er so sera týðandi, um góð úrslit skulu spyrjast burturúr umfar omaná umfar. B68 var á odda 2-0, tá tað var hálvleikt, og fyrstu minuttirnar í seinna umfarinum royndi heimaliðið at koma
dystunum, sum á pappírinum eru teir truplastu. Tær hava verið á Skála, tær hava verið tvær ferðir í Havn, og av ovaru liðunum í deildini eru tað nú bert Stjørnan og VÍF, sum eru eftir á útivølli. Júst [...] mangul upp á stríðsvilja er eitt annað mál, men yvir høvur tóktist hetta ikki nerta við heildarmyndina av VB-avrikinum. Sær gott út Heldur enn at hava mettað leikararnar tykist steypasigurin á VÍF bert at [...] so eingin ivi. Als eingin. Verja og kontra Tá 20 minuttir vóru farnir av dystinum, stóð longu 4-15 á máltalvuni, og longu tá mundi hvør tann einasta av teimum grønu hava uppgivið mest sum hvørja vón um
ella aðra á í Suðuroynni. Høvuðsargumentið fyri at kroysta tað niður á eitt grundstykki í Vági, er øll almennu arbeiðsplássini sum tað skapar. Helst havi eg í sinnisrørslu gloymt onkra bygging á eldraøkinum [...] ikki ætlaði at luttaka í politisku debattini. Havi hildið meg tjent mína værnapligt á hesum økið. Mangan hevur staðið nógv á og nú gjørdist so ovboðið. Samgonguavtalan. Signalini frá sitandi samgongu vóru [...] Eldraøkið. Eitt røktarheim er í gerð í Norðurstreymoy. Kenni ikki talið á teim arbeiðsplássum sum skulu til fyri at tænastan kann vera hildin á einum sømuligum støði. Men alt skal fíggjast av tí almenna. Røktarheimið