Stór vanærilig skomm: Tey veiku og óhjálpnu ongan góðan

Sámal Petur í Grund
fyrrv. landsstýrismaður

Ikki oftani komi eg soleiðis fyri, at sinnið kemur í kók. Men síðani sitandi samgonga tók við, er tað komið í so oftani fyri.

Tó so, ikki verri enn so, at eg havi klára at hildið agressiónirnar fyri meg sjálvan.

Hetta tí at eg ikki ætlaði at luttaka í politisku debattini. Havi hildið meg tjent mína værnapligt á hesum økið.

Mangan hevur staðið nógv á og nú gjørdist so ovboðið.

Samgonguavtalan.
Signalini frá sitandi samgongu vóru tey flestu so lovandi, at ein skuldi trú at land okkara var í góðum hondum.

Boðað bleiv frá, at nú skuldu pensionistarnir have eina veiting, sum líktist eini mánaðarløn hjá fleiri av landsmonnum okkara.

Hugsaði við mær sjálvum, at teir bætar sum framdir vóru meðan Sjálvstýrisflokkurin sat við almannamálum, bert vóru peanuts afturímóti tí sum nú koma skuldi.

Hóast kensluna av ikki at hava rokkið hesum monnum og politikki teirra til knýggja, so fegnaðist eg um, at støðan hjá pensionistum í samfelagi okkara, sum eg hevði fingið eitt ávíst innlit í, nú gekk mót nýggjum virðiligum tíðum.

Eg yvist í um eg nakrantíð havið verið so vónsvikin fyrr.

Skerjingar og skattalætti.
Dagtilhaldini mugu steingja og skipanin við útbering av døgurða heldur uppat.

Røktarheim boða frá, at fólk má sigast upp, tí peningur ikki er tøkur.


At samsvar ikki er millum andstøðupolitikk og samgongupolitikk hjá Javnaðarflokkinum er ikki nakað nýtt fyribrigdi. Men hvat siga hinir báðir flokkarnir í samgongu?

Hvat sigur Fólkaflokkurin, sum saman við Tjóðveldisflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum, var við til at hækka pensiónirnar og økja um játtanina til dagtilhaldini?

Ein stór vanærilig skomm er tað, sum tey eldru og óhjálpnu vera viðfarin nú Javnaðarflokkurin situr við almannamálum.

Sitandi samgonga hevur sett sær fyri, at skattalætti uppá 60 milliónir skal veitast árliga í samgonguskeiðnum. Altso 240 milliónir yvir 4 ár.

Hesin skattalættin kemur fyrst og fremst at merkjast hjá teimum sum í forvegin hava eina av teim hægru inntøkunum.

Ein hevur hug at spyrja - "hvat í himmalsins navni hugsa tit fyri tykkum?"

Skulu tey veiku í samfelagnum bera byrðarnar, nú vit eru í einum lákonjukturi?

Tey eldru og óhjálpnu.
Tá tað sansar at í samfelagnum, so er møguligt hjá okkum sum standa mitt í lívsyrki okkara, at seta tiltøk í verk av ymiskum slagi.

Vit kunnu repa seglini. Vit kunnu taka eitt eykatørn. Vit kunnu skaffa okkum eitt og annað nærum ókeypis til matna. Møguleikarnir eru fleiri.

Hesar møguleikar hava tey eldru í skerdan mun, men tey óhjálpnu hava slettis ikki hendan møguleikan.

Flestu av teimum mugu bara sita og hyggja stúrandi at, meðan politikararnir avgera lagnu teirra.

Grátuligt.
Tað er grátuligt at hyggja at og fylgja við hvussu peningur landsins verður umsitin.

Tað er peningur í landinum til at útbyggja samfelagið við ferjum, tunnlum og vegagerð.

Tað er peningur í landinum til íløgur í rennibreytir, vallir og upp til fleiri ítróttarhallir.
Peningur er í landinum til skúlagerð

Peningur er til at leingja flogvøllin.

Peningaríkiligheitin sýnist at vera so stór at nærum alt er møguligt.

Men tey sum ein skuldi trúð høvdu tikið sítt tørn og gjørt sína samfelagstænastu skulu bløða.

Eldraøkið.
Eitt røktarheim er í gerð í Norðurstreymoy. Kenni ikki talið á teim arbeiðsplássum sum skulu til fyri at tænastan kann vera hildin á einum sømuligum støði. Men alt skal fíggjast av tí almenna.

Røktarheimið í Runavík verður útbygt við 24 plássum. Arbeiðsplássini skulu fíggjast av tí almenna.

Eitt røktarheim hevur hingið í leysari luft, báðu megin eina ella aðra á í Suðuroynni. Høvuðsargumentið fyri at kroysta tað niður á eitt grundstykki í Vági, er øll almennu arbeiðsplássini sum tað skapar.

Helst havi eg í sinnisrørslu gloymt onkra bygging á eldraøkinum sum eisini krevur økta játtan úr almenna kassanum.

Samanlagt er talan um stórar upphæddir sum skulu játtast yvir sama almenna kassa.

2015.
Er verunleikin virkuliga soleiðis, at sitandi samgonga, við beráddum huga, hevur valt at venda eygum sínum móti einum tíðarskeiði, sum liggur langt eftir at teirra skeið í landsstýrinum er runnið?

Og er grundin tann, at teir flýggja frá verunleikanum.

Tað nyttar lítið at hava visiónir um tíðina eftir at samgonguskeiðið er runnið, og so lata verunleikan og tíðina sum tit kunnu ávirka fara fram við tykkum.

Eitt er vist. Tey sum í dag eru veik og óhjálpin mettast ikki av visiónum um 2015!


Alment / Kommunalt.
Tað verður sagt, at kommunurnar ikki eru fyrireikaðar at taka yvir eldraøkið.

Men álvaratos. So ófyrireikaðar, at tær ikki høvdu klára hetta betur, eru kommunurnar væl ikki.

Klára tit ikki hetta betur, leggið so økið út til kommunurnar sum skjótast.

Vakni so við og gerið tykkum greitt, at vit skriva 2005 eftir Kristi føðing, og ikki 2015.