menningarlond hava vit ovurstórar trupulleikar og ikki minst á tí sosiala økinum, men tað ber ikki til bara at stinga høvdið inn í runnin, eins og mann hevur gjørt í fleiri ár. Nú hava vit fingið ein leiðara [...] tað er samfelagið og ikki einstaklingar, sum eru í miðdeplinum. Eg haldi,m at børnini og tey ungu í Grønlandi eiga at gleðast um ta broyting, sum kann koma nú, sigur Dorrit Hermann. Sum Obama Stjórin í [...] fólkinum um broytingar og tað komandi skifti frá heimastýri til sjálvstýri, heldur blaðið. -Tað sæst, at vit hava fingið eitt nýtt rák yvir landið, sigur Kaaliina Skifte, forkvinna í grønlendska námsfrøðingafelagnum
sigur Regin jacobsen, »at tá vit ikki kunnu lata avtalaðu vøruna til avtalaða tíð, fara keypararnir at órógvast, og so dettur marknaðurin niðurfyri.« Sildina, sum teir nú hava fingið, hava teir viðgjørt [...] lond sum Russland og Póland. Men har eru prísirnir lágir, sigur Regin Jacobsen. Um hendan stovnin, sum er undir Føroyum, sigur Regin Jacobsen, at ongar avmarkingar eru fyri fiskiskapi. Stovnurin er helst [...] helst altíð inni á føroyskum øki, og tí eiga vit hann, sum hann er, og kunnu fiska av honum, sum vit vilja.
rættindini hjá okkara menningartarnaðu medborgararum? Stóri spurningurin vit mugu seta okkum framyvir er, um vit sum samfelag eru fíggjarliga og moralskt til reiðar at raðfesta umstøður og tilboð á ein [...] verður mánakvøldið, har Seider ferð at tosa um, hvørjar møguleikar vit hava fyri at skapa eitt gott lív fyri fólki við menningartarni. Eru pedagogar og mynduleikar, ið varða av økinum, nóg tilvitað um og [...] um arbeiði til gagn fyri hvønn? Her fer Mogens Seider millum annað at tosa um, at sosiala arbeiðið nú í størri mun skal mátast og góðskutryggjast. Politikararnir seta størri fokus á øktu útreiðslurnar
Klaksvíkar Timburhandli endaliga undirskrivaður. Keyparar eru Eivind Jacobsen, sum flestu kenna frá P/F Strandamáling á Strondum, Símun Mittún, sum vit kenna frá P/F Klement Petersen í Saltangará og Norðoy [...] tá ið avtalan varð endaliga undirskrivað, eru Símun á Høvdanum saman við faðiri og bróðuri sínum. Soleiðis hevur timburhandilin verið ein familjufyritøka um vit so kunnu siga. Á Høvdanum Fyri seljararnar [...] taka avgerðir, og í hesum førinum hava vit avgjørt at selja Klaksvíkar Timburhandil til aðrar at reka, sigur hann. Egið felag Símun sigur, at samstundis, sum teir nú hava selt timburhandilin, hevur hann
og góðum starvsfólkum. -Ja, tað er mín avgjørda fatan at starvsfólkini eru sera dugnalig og eru sera væl fyri fakliga. Jú, vit hava eitt sera gott tilfeingi her á Landssjúkrahúsinum. Eingin ivi um tað [...] her í Føroyum. Út frá tí, eg havi upplivað, tori eg at siga, at vit í Føroyum hava eitt sera gott útgangsstøði til eitt gott heilsuverk. Vit hava á mangar mátar nógv meiri rutinu enn í grannalondum okkara [...] siga, verið eitt fornøjilsi at arbeitt saman við teimum, sigur 46 ára gamli Tummas í Garði. Hann er nú settur sum nýggjur læknastjóri á Landssjúkrahúsinum. Hann tekur við eftir Petur Ellefsen, sum hevur
prísurin skal vera í lagi. - Tá alt hetta er greitt kunnu vit almannakunngera, hvør kostnaðurin verður. - Vit vita, at fólk bíða spent eftir hesum. Men vit skulu nokk boða frá hesum í góðari tíð frammanundan [...] einki siga um kostnaðin beint nú. Men hann fer neyvan at sjokkera nakran, tá hann kemur, sigur Bergur í Garði. Í góðari tíð Arbeiðið uppá Norðoyatunnilin gongur alsamt framá, og nú er ikki long tíð eftir, til [...] Klaksvík: Hóast fáir mánaðir eru eftir, til Norðoyatunnilin fer at lata upp, so er enn ikki avjgørt, hvussu nógv fólk skuldu gjalda fyri at sleppa undir Leirvíksfjørð. Hetta kom m.a. fram í tjakinum í
Hetta hava vit gjørt vart við oftani áður. Hóast talan er um eitt partafelag, so vita vit, hvør kemur at standa við endan, um kreditorar vilja hava pant í tunlinum. Á hesum stað vóru vit hart ímóti stovnanini [...] so er einki løgið í tí. Tað, ið øll allarhelst eru samd um, óansæð um tey eru fyri partafelagsforminum og brúkaragjaldi ella ikki, er at um politikarnir nú fara at avgera prísin, so er alt konseptið við [...] skatt við brúkaragjaldi, sum uttan brúkaragjaldi. Annaðhvørt ikki bæði. Farsan tykist fullkomin, tá man nú hoyrir, at politikarar ikki skulu blanda seg í, hvat tað skal kosta tvørturum Vestmannasund. Um man
Eingin ivi er um, at vit komandi dagarnar, tá lokið verður tikið av fíggjarlógarpottinum ella tað fer av av egnari megi, fara at uppliva eitt eljustríð, klandur og rok í samgonguni. Vit hava heldur ikki gloymt [...] eisini rætt yvirfyri veljarunum aftur og aftur at minna á, at landsstýrisflokkarnir sjálvir eru atvoldin til, at vit koma í eina ringa og ómøguliga støðu. Teir kutaðu 360 mill. kr. av blokkinum í nærum ovfarakæti [...] góðtaka, at landsstýrið kom við eini eykajáttanarlóg fyri og aðrari eftir. Tvs. at fer landsstýrið nú at seta propp í og harvið forða fyri, at tey ymsu økini í samfelagnum fáa størri upphæddir til rakstur
einsamalt, og flokkurin heldur tað vera rætt, at tað almenna er við í ætlanini, nú tørvur er á hægri partapeningi. - Vit halda, at tað er ein politiusk uppgáva at tryggja, at sambandið við grannarnar er [...] stig til at stovna Atlantsflog og legði lunnar undir Skipafelagið Føroyar á sinni. - Gera vit einki, mugu vit síggja í eyguni, at okkara flutningasskipan fellur burtur, ella í besta føri fer á útlendskar [...] seta 25 milliónir krónur í Smyril Line. Eftir at Vinnumálastýrið segði nei, roynir Javnaðarflokkurin nú at sannføra løgtingið um tað rætta í at styðja føroyska felagnum, so felagið megnar at byggja nýggju
lærararnar. Hóast Føroya Lærarafelag hevur mótmælt hesum, hava vit í dag fingið váttan fyri, at lønardeildin hjá UMMS ongi onnur boð hevur fingið. Tey eru í dag farin at fyrireika lønarútgjaldingarnar til lærarar [...] mánaðnum, sum peningastovnarnir hava opið. Hvat nú um semingsmaðurin útsetur arbeiðssteðgin eina viku? Skal tann parturin av teimum sáttmálasettu lærarunum, sum eru forútlønt, arbeiða fyri onga løn? Nei, tað [...] teimum best. Vit hava ikki plikt til at boða frá okkara uppskotum til semingsmenn fyrr enn týsdagin 29. februar. Føroya Lærarafelag rennur ikki á leistum fyri Fíggjarmálastýrinum, sum støðan er nú. Føroya