Sámal ársins spælari

Páll Guðlaugsson skal venja Leiftur komandi ár, og tað er rættuliga sannlíkt, at fleiri av føroysku spælarunum halda fram á Ólafsfirði

Sámal Joensen var besti spælarin á liðnum hjá Leiftri síðsta kappingarár. Tað halda áskoðararnir og stuðlarnir hjá liðnum á Ólafsfirði. Í eini atkvøðugreiðslu eftir kappingarenda góvu tey felstu gøtumanninum flest atkvøður.

Verjuspælarin Hlinur Birgisson varð mettur at vera næstbesti spælarin. Í einari aðrari atkvøðugreiðslu á Ólafsfirði, varð Sámal Joensen kosin at vera næstbesti maður á liðnum. Hlinur Birgisson varð mettur at vera bestur, og John Petersen endaði á triðja plássinum. Tað vóru spælararnir sjálvir, sum stóðu fyri tí atkvøugreiðsluni.


Páll skal venja

Føroysku spælararnir á Ólafsfirði hava verið í Føroyum í tvær vikur. Sámal Joensen hevur fyrireikað seg til landsliðsferðina til Sveis og Jugoslavia við at venja við GÍ. John Petersen hevur fyrireikað seg til ferðina við at venja við B36.

Tað hevur leingi ljóðað, at Páll Guðlaugsson komandi ár skal hava ábyrgdina av liðnum hjá Leiftri, og nú skilja vit á lagnum, at avtala fyri komandi kappingarár er gjørd ímillum Páll Guðlaugsson og Leiftur.

Setningurin verður at fáa Leiftur aftur í bestu deildina, har Leiftur og Páll Guðlaugsson stóðu seg so væl í 1998 og í 1999.

Sámal Joensen og John Petersen hava sáttmála við Leiftur í 2001. Vit skilja á lagnum, at rættuliga nógv bendir á, at teir báðir fara yvir aftur á Ólafsfjørðin komandi vár. Vit hava ikki frætt, hvussu tað verður við Jens Martini Knudsen og Jens Eriki Rasmussen.

Teir spælararnir, sum framvegis eru á Ólafsfirði, eru saman við Pálli Guðlagsson farnir at fyrireika seg til komandi kappingarár. Tá veðurlíkindini eru til tað, venja teir uttandura. Um tað er ov kalt og tá kavin argar, venja teir innandura.