Nú fara lundapisurnar í Skúvoy skjótt á flog

Video: Fylg við beinleiðis og síggj, hvussu tað gongst pisunum í Skúvoy

Havstovan hevur í fleiri ár givið áhugaðum møguleika at fylgja beinleiðis við gongdini í lundaholum í Skúvoy.

 

Á Youtubesíðuni hjá Havstovuni sæst beinleiðis filmur av lundapisunum í Skúvoy, sum komu fyrst í juli mánað. Nú eru tær blivnar stórar, og skjótt klárar at verða floygdar. 

 

Bergur Olsen er fuglafrøðingur og ein av stigtakarunum til verkætlanina. Hann greiðir frá, at endamálið er at kanna, hvat fyri føði lundapisurnar í Føroyum fáa. Havstovan hevur arbeitt við hesum síðan fyrst í 90’unum.

 

- Endamálið er at fylgja við, hvat fyri føði pisurnar fáa, og hvussu nógv tær fáa. Eisini síggja vit, hvussu nógv egg klekjast, sigur Bergur Olsen.

 

Hendan verkætlanin er tað einasta, sum verður gjørt fyri at kanna hvørja føði, lundarnir í Føroyum fáa. Umframt hesi sjey vevmyndatólini hevur Havstovan níggju myndatól aftrat uppstillað í Skúvoy; altso 16 tilsamans. 

 

Lundastovnurin hevur leingi verið minkandi, og í 2011 og 2012 komu ongar pisur úr eggunum, sum Havstovan avmyndaði. Síðan 2014 eru allar pisurnar floygdar.

 

- Summi ár hava allar pisurnar verið deyðar, tá mann kemur út í august mánað. Tað, sum vit síggja í myndatólinum, umboðar nokkso væl tað, sum vit síggja í lundalandinum í Skúvoy annars, sigur Bergur Olsen.

 

Lundareiðrini eru gjørd av plastrørum, soleiðis at tað lættari ber til at fylgja við í vevmyndatólunum. Sum tey hava sæð á Havstovuni í ár, hava pisurnar bara fingið nebbasild at eta. 

 

Havstovan ætlar í framtíðini at fáa enn betri útgerð til vevmyndatólini. Ætlanin er at stilla HD-kamera upp við ljóði.

 

Sí beinleiðis video HER.