Hörður Fannar Sigþórsson, sum annars var fluttur til Føroya, fekk í heyst møguleika at royna seg í týskum hondbólti. Saman við Kyndli hevði hann fingið eina góðan byrjan upp á hetta kappingarárið, men hann vildi ikki lata møguleikan fara framvið, og so varð kuffertið pakkað.
Felagið, sum Hörður spælir við, eitur EHV Aue. Nú helmingurin av kappingarárinum er farið aftur um bak, er liðið nummar 10 av teimum 20 liðunum í 2. bundesliga, og hetta eru tey nøgd við í felagnum.
- Tað hevur gingið væl hjá mær, síðani eg kom her í oktober mánaði. Eg havi fingið nógva spælitíð, og í flestu dystunum havi eg spælt meira enn 50 av teimum 60 minuttunum, sigur Hörður við in.fo
Strikuspælarin tykist nøgdur um gongdina, og eftir øllum at døma eru tey í felagnum eisini sera væl nøgd við sterka strikuspælaran.
- Upprunaliga var ætlanin, at eg skuldi spæla til ársskiftið, men tað hevur gingið somikið væl, at tey hava boðið mær at halda fram alt kappingarárið. Og hesum havi eg tikið av. So mugu vit bara síggja, hvussu verður komandi kappingarár, sigur Hörður .
Hann sigur at enda, at málið er at halda fast í einum plássi millum tey 10 ovastu. EHV hevur ofta verið í niðara endanum av stigatalvuni, men teir eru í løtuni 9 stig frá niðurflytingarstrikuni.
- Tað hevur gingið væl í ár. Eisini hóast vit hava havt nógvar skaðar at dragast við. Málið er at bíta seg fastan í ovaru helvt, og vónandi røkka vit hesum, sigur Hörður .









