Eg undrist stórliga á, at myndugleikarnir ikki hava roynt at noktað Sea Shepherd innferðarloyvi og nokta teimum taka útgerð til landið.
Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.
Eisini hann leggur seg nú út í kjakið um grindadráp, og hann heldur, at vit skulu vera errin av okkara grindadrápi.
Men hann heldur, at Sea Shepherd eigur ikki at fáa innferðarloyvi til Føroyar.
- Eru tað lógarheimildir, sum mangla, átti landsstýrið at tikið tað til viðgerðar beinanvegin, sigur formaðurin í Tjóðveldi.
Hann heldur, at føroyingar skulu verja síni rættindi og tí saknar hann eina nógv greiðari tala og samskipan frá okkara politisku myndugleikum um herferðina ímóti grindadrápi.
- Boðskapurin og atgerðirnar frá okkara ovastu myndugleikum eru ov veikar og tykjast lítið samskipaðar. Løgmaður sigur, at vit skulu verja okkara rættindi, men skulu virða rættin at mótmæla og skulu vísa gestablídni.
- Men tíbetur hevur landstýrismaðurin á økinum verið meira greiður um ikki at lata okkum hótta.
Hann ásannar, at øll hava rætt at mótmæla á lógligan hátt.
- Men her er ikki talan um lóglig mótmæli ella um at vísa gestablídni. Her er talan um fólk og ein skipaðan felagsskap, sum koma til landið við tí alment fráboðaða endamáli, við ólógligari framferð, at leggja seg út í okkara lógliga virksemi og rættindi.
- Tað kunnu vit ikki á nakran hátt góðtaka. Okkara myndugleikar eiga at boða greitt frá, at hesi fólk og hesin felagsskapur eru óynskt í Føroyum, sigur Høgni Hoydal.
Les meiri um sjónarmiðini hjá formanninum í Tjóðveldi og les, hvørji tilmæli hann hevur til føroyingar, við at trýst HER.
|










