fólk. Eg lovi, at vit fara ikki at gera nakrar neyðsemjur, nú vit fara at halda fram við bardaganum, sum hevur til endamáls at oyðileggja yvirgangsmenninar fullkomiliga. Vit fara ikki at slaka ein tumma [...] seinasta álopið vísir okkum, at kríggið er ikki liðugt enn, og at Irak er tann týdningarmesti vígvøllurin. Eg kann vissa tykkum um, at vit fara ikki at slaka tað minsta. Vit fara at fullføra verkið í Irak og [...] skilji væl, at fólk eru ímóti kríggi, men eg vóni, at tey vilja hava frið og frælsi. Uppgávan hjá mær og bretska forsætisráðharranum er at verja okkara fólk, og tað er júst tað, sum eg ætli mær at gera, svaraði
Berjabrekku 3. Í fyrsta lagi er tað harmiligt, at hesi góðu foreldur kenna seg noydd at vera dulnevnd, tí tað kundi verið stak áhugavert at fingið orð á tey og sloppið at greitt teimum frá, hvat alt hetta málið [...] uppgávur, brúk er fyri at fáa loystar í kommununi. Tað hevur ikki so nógv upp á seg at taka hornið av telefonini og biðja um eitt prát um viðurskiftini á staðnum, so at høvið er at greiða frá teimum fra [...] nevna, at sett er av eitt fríøki upp á yvir 2.000 fermetrar beint við dagsstovnin, sum er frítt at brúka. Hetta eru nógv betri umstøður, enn talan var um frammanundan. Somuleiðis ber nú til at fáa spælihúsið
Floksstríð ?Sámal Petur í Grund sigur ósatt, tá hann leggur meg undir at hava biðið fólk um ikki at møta á aðalfundi fyri at forða fyri, at fundurin gjørdist viðtøkuførur, sigur Edvard Hemansen, formaður í [...] hevur verið at hitt, tá Sosialurin hevur roynt at fáa orð á hann. Aðrir nevndarlimir í Eysturoyar Sjálvstýrisfelag hava eisini borið seg undan at siga nakað um málið. Sámal Petur í Grund váttar, at hann hevur [...] gjørdi hann so sjálvur. Hann sigur eisini, at eftir at hann var skotin upp sum formansvalevni, fekk hann váttan frá nevndini í Eysturoyar Sjálvstýrisfelag um, at hann skuldi fáa atkvøðurnar hjá felagnum
hava nevniliga møguleika at bíða við hinum boringunum til 2003. Tað eru tey, sum siga, at so mikið nógv hevur verið tosað um hesa oljuleiting, at fólk rætt og slætt rokna við, at okkurt skal verða funnið [...] hjá okkum. Tí er rætt ikki at kanna sær bitan ov tíðliga. Tað er tí heldur ikki rætt av okkara politikarum at kalkulera við oljuinntøkum. Men at samfelagið er »gierað« til, at olja verður funnin, er tó [...] og 42%. Ella kunnu vit venda tí á høvdið og siga, at sannlíkini fyri, at tað ikki verður funnið nakað, eru 70 og 58%. Hetta er nakað, sum vit eiga at hava í huganum, nú tað verður bíðað í spenningi eftir
síðani á ólavsøku. At 1.470 áskoðarar møttu upp í sovornum líkindum kann boða frá øðrum, enn at føroyingar framvegis eru áhugaðir í at síggja føroyska liðið spæla, tá tað er møguleiki fyri, at Føroyar kunnu [...] væl minni, enn tað plagar at verða selt frammanundan. Longu mánadagin segði veðurforsøgnin, at tað fóru at vera vánalig líkindi seinnapartin leygardagin. Tíverri vísti tað seg, at hetta gjørdist veruleiki [...] roknað við, at FSF skal rinda 175 túsund krónur í bonus pengum fyri hvønn sigurin. ? Vit fegnast um, at tað eydnaðist at vinna, men tað hevði sjálvandi verið uppaftur hugaligari hjá okkum at rinda bonus
ikki, at byggingin fer at steðga í dag, hósdagin, eftir at málið hevur verið fyri, tí hann hevur eitt lógligt byggiloyvi. Hann leggur afturat, at tað kann ikki vera rætt, at hann skal svíða fyri, at umsitingin [...] landsstýrinum. Tí kennir býráðið seg kroyst til at fara í fútarættin fyri at steðga henni, hóast loyvi av fyrstan tíð er givið. Landsstýrið gav býráðnum endalig boð um at steðga byggingini longu 3. oktober, men [...] Hann heldur, at hann hevur eitt lógligt og undirskrivað byggiloyvi, og tí fara hansara arbeiðsmenn ikki at leggja amboðini frá sær, fyrr enn fútin hevur tikið støðu. Jóhan dylur ikki fyri, at hann hevur
Hergeir Nielsen, søgdu seg ikki ganga við til, at landsstýrismaðurin ætlar at lóggeva á arbeiðsmarknaðarøkinum, uttan at partarnir sjálvir eru samdir um at fáa ein fastan gerðarrætt. Landsstýrissemja L [...] má bara ásanna, at ferð eftir ferð roynir Vinnumálaráðið at arbeiða við uppskotum, men tað endar altíð við einum frammaná. Bjarni Djurholm sigur at enda, tað er ógvuliga harmuligt, at tinglimir eru noyddir [...] Hann leggur dent á, at hann ætlar bara at fylgja landsstýrissamtyktini, og so leingi eingin onnur landsstýrissamtykt fyriliggur, er hann noyddur at halda fast við semjuna hjá landsstýrinum. Landsstýrismaðurin
tess sameindu. Hann helt eisini, at krígsætlanin kann fáa óhepnar avleiðingar fyri bardagan ímóti yvirgangi. Al Gore heldur, at USA eigur ístaðin at leggja størri dent á at gera enda á al-Qaeda. Fyrrverandi [...] taka undir við, at Saddam Hussein er ein hóttan ímóti økinum við Persaflógvan og ímóti USA, men hann helt kortini, at amerikanska stjórnin eigur at taka lut í ST-tiltøkum heldur enn at ganga sína egnu [...] í teimum ES-londunum, sum nýta evruna, halda, at felags gjaldoyrað eigur eisini at verða sett í gildi í Danmark. Ein kanning hjá Jyllandspostinum vísir, at 27 prosent av teimum, sum hava goldið við evruni
hon. Tó sigur hon, at hon væntar, at málið verður loyst. Í øllum førum verður skipað fyri skeiði fyri brandmonnunum í komandi viku, sigur hon. Sosialurin veit, at arbeitt verður við at fáa upplýsingar um [...] tigandi, tá gingið verður á teir. Keldur okkara vita at siga, at tað er Brunaumsjón Landsins, sum hevur víst á, at trygdin ikki er í lagi, og eisini kravt, at tað skal hon vera, áðrenn latið veðrur upp. Leiðarin [...] gjalda fyri trygdina, er tað, at partarnir fara hvør sín veg. Sum Sosialurin skilir á keldum, sum kenna til málið, hevur leiðslan í partafelagnum Vágatunlinum hug at halda, at Sandavágs Kommuna skal fáa til
undan hvørjum aðalfundi. Poul Arni Jacobsen heldur, at nú er tað gjørt stjóranum greitt, at øll mál hjá SEV, sum hava við undirsjóvartunnilin at gera, eiga at verða løgd fyri SEV stýrið til støðutakan og tað [...] brúkast sum umbering fyri at sleppa undan at taka eina ódámliga avgerð, so málið vendir báðar vegir. ?Tað er eisini ein fyrimunir hjá starvsfólkinum sjálvum at vita, hvattey hava at halda seg til. SEV stjórin [...] stýrið ikki at krevja av honum, at hann skal siga seg úr nevndini fyri Norðoyatunlinum. Annars gjørdi formaðurin í Umboðsráðnum hjá SEv, Hans Tausen Olsen, greitt í Degi og Viku mánakvøldið, at hann vildi