Dagsskráin fyri vitjanina hjá amerikanska forsetanum í London varð næstan ruddað eftir tær ógvusligu bumbuspreingingarnar í Istanbul hósmorgunin. Við atsóknunum vísti altjóða yvirgangurin, at Bush og Blair hava ikki vunnið tann bardagan, sum teir hava lagt so nógva orku í tey bæði seinastu árini. Men teir báðir eru minst líka avgjørdir nú sum fyrr.
-Enn einaferð eru vit mint á, hvussu hesir óndu yvirgangsmenn gera seg inn á ósek fólk. Eg lovi, at vit fara ikki at gera nakrar neyðsemjur, nú vit fara at halda fram við bardaganum, sum hevur til endamáls at oyðileggja yvirgangsmenninar fullkomiliga. Vit fara ikki at slaka ein tumma, segði ein álvarssamur Tony Blair, tá hann og Bush hittu tíðindafólk.
Blair og Bush nýttu bumbuspreingingarnar í Istanbul til at rættvísgera álopið á Irak. Blair segði, at atsóknirnar í Istanbul vísa, hvussu umráðandi tað er at halda fram í Irak, til endi eisini er fingin á yvirganginum har.
-Vit verða verandi í Irak, til uppgávan er fullførd. Hetta seinasta álopið vísir okkum, at kríggið er ikki liðugt enn, og at Irak er tann týdningarmesti vígvøllurin. Eg kann vissa tykkum um, at vit fara ikki at slaka tað minsta. Vit fara at fullføra verkið í Irak og í hinum partinum av heiminum, segði George W. Bush.
Bretland fer framvegis at stuðla USA í bardaganum ímóti yvirgangi, segði Blair. Hann minti á, at tað var ikki Bretland ella USA, sum leyp á al-Qaeda tann 11. september í 2001. Tað var al-Qaeda, sum leyp á USA og harvið á allan tann frælsa heimin. Skulu vit sleppa av við yvirgangin, noyðast vit at standa saman, segði bretski forsætisráðharrin.
-Tapa vit hendan bardagan, eru tað ikki einans okkara lond, sum fara at líða, men fólk um allan heimin, legði hann afturat.
Eisini Bush legði dent á samstarvið tvørtur um Atlantshavið.
-Mannagongdin hjá yvirgangsmonnunum er at ræða fólkið í teimum frælsu londunum og at elva til ótrygg viðurskifti. Bretland og USA standa saman í bardaganum ímóti tí ónda um allan heimin. Vit eru farnir undir eina altjóða mannajagstran fyri at draga teir seku til svars fyri gerðir sínar, segði amerikanski forsetin.
Á tíðindafundinum spurdi ein amerikanskur tíðindamaður Bush, hví tað eru so mong, sum halda so lítið av honum, ja, sum beinleiðis hata amerikanska forsetan.
-Eg veit ikki, hví tey hata meg. Frælsið er gott. Eg skilji væl, at fólk eru ímóti kríggi, men eg vóni, at tey vilja hava frið og frælsi. Uppgávan hjá mær og bretska forsætisráðharranum er at verja okkara fólk, og tað er júst tað, sum eg ætli mær at gera, svaraði Bush.