Uttanlandstíðindi

   

Danir vilja hava evruna

Nógvir danir, sum hava hildið summarfrí í teimum ES-londunum, sum nýta evruna, halda, at felags gjaldoyrað eigur eisini at verða sett í gildi í Danmark.

Ein kanning hjá Jyllandspostinum vísir, at 27 prosent av teimum, sum hava goldið við evruni í summarfrítíðini, hava fingið betri eygað á felags gjaldoyranum, enn tey høvdu undan summarfrítíðini. Sjey prosent eru farin hinvegin.

Samanumtikið vísir kanningin, at stórur meiriluti er fyri, at Danmark skal fáa sær evruna ístaðin fyri krónuna. 58 prosent eru fyri felags gjaldoyranum og bert 35 prosent ímóti.



Ávarar ímóti kríggi

Fyrrverandi amerikanski varaforsetin, Al Gore, ávarar nú Bush ímóti at leypa á Irak.

Í einari røðu í San Fransisco segði Gore, at stjórnin hjá Bush hevur valt eina vandamikla kós, sum kann enda við kríggi við Irak, og sum hóttir við at sáða split millum USA og tess sameindu. Hann helt eisini, at krígsætlanin kann fáa óhepnar avleiðingar fyri bardagan ímóti yvirgangi. Al Gore heldur, at USA eigur ístaðin at leggja størri dent á at gera enda á al-Qaeda.

Fyrrverandi varaforsetin segði seg taka undir við, at Saddam Hussein er ein hóttan ímóti økinum við Persaflógvan og ímóti USA, men hann helt kortini, at amerikanska stjórnin eigur at taka lut í ST-tiltøkum heldur enn at ganga sína egnu leið.



Norðmenn órógvaðu

Russiska herflotaleiðslan vil nú vera við, at norska fregnartænastan órógvaði russar, tá teir bjargaðu vrakinum av kavbátinum "Kursk" í summar.

Sambært leiðsluni hjá russiska norðurflotanum løgdu norðmenn út boyur, sum sendu óljóð av ymiskum slagi, og tað órógvaði bjargingararbeiðið, sigur flotaleiðslan. Russiska stjórnin metir málið so mikið álvarssamt, at Sergej Ivanov, verjumálaráðharri hevur borið tað upp á mál fyri norska starvsbróðuri sínum, Kristin Krohn Devold.

Í Noregi vísa myndugleikarnir russisku skuldsetingunum aftur, og norska verjuleiðslan sigur, at hon hevur als ikki ta útgerðina, sum russar sipa til. Russar siga, at óljóðið frá teimum norsku boyunum órógvaði samskiftið millum kavararnar og bjargingarskipini, og at hetta gjørdi arbeiðið hjá kavarunum sera trupult og harafturat vandamikið.



Einki dunkarok

Mánadagin kundu danir fara í handilin at keypa sær øl og sodavatn í dunkum, men hóast nógv hevur verið skrivað og tosað um dunkamálið í fleiri ár, var áhugin ikki tann stóri, nú dunkarnir loksins komu í handlarnar.

Teir flestu handlarnir siga, at fólk hava størri áhuga fyri fløskunum enn dunkunum, og bryggjaríini siga tað sama.

Frágreiðingin sigst vera prísurin, tí orsakað av serligum avgjøldum á dunkunum eru teir dýrari enn fløskurnar. Tí vænta bryggjaríini ikki, at verulig gongd kemur á søluna, fyrr enn stjórnin ger av at seta avgjøldini niður, men tað hevur stjórnin ongar ætlanir um - ikki enn í hvussu er.