Tað tók sína tíð. Seinastu vikurnar hava partarnir á arbeiðsmarknaðinum keglast dúgliga um nýggja uppskotið hjá Vinnumálaráðnum um fastan gerðarrætt og víðkaðar heimildir til Semingsstovnin.
Landsins politikkarar hava verið heldur friðarligir, men hósdagin brast so fyri nevið. Báðir tjóðveldistinglimirnr Torbjørn Jacobsen og Hergeir Nielsen, søgdu seg ikki ganga við til, at landsstýrismaðurin ætlar at lóggeva á arbeiðsmarknaðarøkinum, uttan at partarnir sjálvir eru samdir um at fáa ein fastan gerðarrætt.
Landsstýrissemja
Landsstýrismaðurin í Vinnumálum skilir ikki tjóðveldistingmenninar, tí eitt samlað landsstýrið er komið ásamt um, hvussu uppskotið um nýggja arbeiðsmarkaðarlóg skal fara fram.
?Stutt undan uppskotið varð sent feløgunum til hoyringar, vóru allir landsstýrismenn samdir um mannagongdina, og at tað varð arbeitt víðari við málinum, men nú koma Torbjørn Jacobsen og Hergeir Nielsen sum ketta úr høvdatrogi, sigur Bjarni Djurholm.
Hoknaðir undir trýsti
Spurdur, um hví, at tjóðveldistingmenninir brádliga ganga uppskotinum ímóti, svarar landsstýrismaðurin, at teir er hoknaðir undir trýsti frá einstøkum persónum. Bjarni Djurholm fortelur, at Torbjørn Jacobsen bert fyri fáum mánaðum síðan var heitur talsmaður fyri lóggeving, og tískil skilur hann ikki, hvussu hann brádliga hevur broytt áskoðan.
Bæði Hergeir Nielsen og Torbjørn Jacobsen vístu á, í ávikavist Sjónvarpi Føroya og Útvarpi Føroya, at semja má finnast millum partarnar sjálvar, áðrenn nøkur lóggeving kemur á økinum, og ikki ber til at lóggeva yvir høvdinum á pørtunum á arbeiðsmarknaðinum.
Landsstýrismaðurin, Bjarni Djurholm, heldur framvegis fast við ætlanini um at lóggeva, tí óteljandi royndir hava víst, at partarnir kunnu ikki semjast um fastan gerðarrætt. ?Tað hava royndir verið gjørdar í 1998, 2000 og 2001, men alt dettur niðurfyri, og summa sumarium má vera, at har kemur einki burturúr, og tí má lóggeving til, greiðir landsstýrismaðurin í vinnumálum frá.
Heldur fast
Bjarni Djurholm hevur kortini ongar ætlanir um at sleppa málinum. Hann leggur dent á, at hann ætlar bara at fylgja landsstýrissamtyktini, og so leingi eingin onnur landsstýrissamtykt fyriliggur, er hann noyddur at halda fast við semjuna hjá landsstýrinum.
Landsstýrismaðurin er kortini ikki yvirraskaður av gongdini í málinum. Hann má bara ásanna, at ferð eftir ferð roynir Vinnumálaráðið at arbeiða við uppskotum, men tað endar altíð við einum frammaná.
Bjarni Djurholm sigur at enda, tað er ógvuliga harmuligt, at tinglimir eru noyddir finna upp á eina grundgeving fyri at seta kílar í arbeiðið hjá Vinnumálaráðnum, og sum møguliga hevur við sær, at málið ikki fær tað viðgerð, tað hevur uppiborið.
Mynd Bjarni
Bjarni Djurholm skilir ikki, at Torbjørn Jacobsen bert fyri fáum mánaðum síðan var heitur talsmaður fyri lóggeving, og at hann nú brádliga hevur broytt áskoðan.
Mynd: Savnsmyn