fara í serligan grunn umsitin av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Uppskotið í andsøgn við stýrisskipanina Løgtingskrivstovan ger í hesum sambandi púra greitt, at uppskotið eftir øllum at døma er í stríð [...] formansskapinum og atkvøddi ímóti. Rættartrygdin í vanda Men hvat er hetta fyri nakað, sum gongur fyri seg í løtuni. Er rættartrygdin ikki álvarsliga í vanda, tá Løgtingið velur at fylgja landsstýrisu [...] var í veruleikanum eiin blanco heimild frá Løgtinginum at leggja lóggávuvald uttan fyri Løgtingið til eina sonevnda serkøna nevnd, soleiðis at øll lóggáva sum ikki samsvaraði leypandi broytingum í sáttmálanum
innfyri, og Súni Olsen nýtti høvdið. Í tí fyrra førinum brast bólturin í tvørtræið, og í tí seinna førinum eydnaðist tað eftir innlegg úr høgru at stýra bóltinum í kassan. Út frá kortlistanum kundi ábending [...] mangar ferðirnar hava teir ikki fyrr í ár spælt uttan at fáa fulla úrtøku. Skálamenn vóru umleið í bestu uppstilling hesa ferð. Teir høvdu bóltin nógv, teir vóru stinnir í nærdystnum, og teir vóru skjótir [...] styrkur. Jónhard var aftur í álopinum eftir skipstúr, og landsliðsmaðurin arbeiddi nógv. Teir báðir áttu leiðslumálið, sum skálamenn fingu í 47. minutti. Jónhard fekk bóltin í høgra borði, sneiddi framvið
standa á markini og hugsa um kirkjuna, enn at sita í kirkjuni og hugsa um markina. Hitt ljóðar: Tú undrast, at eg ei sat í kirkjuni og bíndi, meðan sólin í várgleði fjøllunum kíndi; kennir tú meg rætt, so [...] møta upp í Guðs húsi. Men hetta er rein undanførsla. Markina, fjøllini, hagan, lotið, fuglin hevur tú allar hinar dagarnar og tímarnar í vikuni. Harvið vil tú eisini ráða øðrum frá at koma í kirkju. Men [...] tómligt er í kirkjuni, tað skyldast hinum: Prestarnir eru ov linir, kirkjutænararnir ov stívir, meinigheitsráðið ov deyðligt, formarnir ov trongir, sangirnir ov tungir. Harvið hevur tú sagt, at í kirkjuni
bøkur út: Álvur við styrki-posanum, sum kom í mars (upprunaútgávan kom í Svøríki í fjør) og so ta nýggjastu, sum kemur út í Svøríki og nógvum øðrum londum við í heyst: “Skratta lagom, sa pappa Åberg”. Tað [...] bókasøvnum í Norðurlondum og eru týddar til 30 ymisk mál. Fyri teimum, ið ikki kenna Álv, kann hann best lýsast sum ein heilt vanligur smádrongur, sum býr saman við pápa sínum í einari íbúð onkustaðni í heiminum [...] Bergstrøm er ímóti at broyta nakað í bókunum, men eitt er tó broytt. Tað var nevnliga so, at í einari av bóknum vildi Álvur hava okkurt at drekka, tá hann var farin í song. Pápin kom inn við einum glasi
ymsu tættirnir, sum í dag eru vorðnir náttúrligir partar av undirvísingini. Eg kundi væl farið í smálutir, men í stuttum er hetta langt frá stutt og greitt. Tað sigur seg sjálvt, at í einum verki við ótalligum [...] óavmarkaðar pengar Vit liva í einum lítlum og viðkvomum samfelagi, sum, í verandi støðu, ikki hevur møguleikar at seta óavmarkaðar pengar í skúlan. Hetta mugu vit bara síggja í eyguni. Tá hetta er sagt, [...] hvítt tó ikki nóg mikið. Um tey, sum hava ávirkan og ábyrgd ikki føra hana út í verkið, er visiónin deyð. Visiónin skal inn í hjartað á fólkinum, her skal hart arbeiði, krøv og nýhugsan til - ein hugbur
tí at sjálvt um tey flestu í hesu løtu vistu, at Anna Lindh var stungin av knívi inni í stórmagasininum NK í Stokkhólmi dagin fyri, so visti eingin, at støðan var so álvarsom. Seinnapartin 10. september [...] seks ár, og sjálvt um hon sat á fundi í ST, so loysti hon trupulleikar fyri synirnar heima í Svøríki yvir fartelefonina. Maður hennara er landshøvdingi við hásæti í Norrköping, og tað var har, tey høvdu [...] áðrenn Gøran Persson kom inn í pressurúmið, stillaði journalisturin frá Svt seg framman fyri kamera og segði grátandi, at júst nú fekk hon at vita, at Anna Lindh var deyð. Hetta kom sum eitt sjokk, tí
til í einum ørindi: O, eg gleði meg at sleppa í havn, tá aldri aftur eg skal syrgja. Tú tekur meg inn í tín favn, har eg tøkk tær skal syngja. Ella sum tú segði við eina kvinnu, sum tú komst til í dreymi: [...] tú mentist, búnaðist tað, ið var lagt niður í teg. Nú vantaðu bert tríggir mánaðir í, so skuldi tú lætta flogið sum studentur. Men so henda góðveðursmorgunin í mars broyttist alt! Tú strálaði sum ein sól [...] við øðrum fór undir inni í Missiónshúsinum, blómar í dag, hóast tað mangan sá vónleyst út tá. Soleiðis peikaði tú eisini skúlafeløgum tínum á Harran. Slagorð títt ? eg orki alt í Honum, sum ger meg sterkan
savnaði Havnarborgarar í ymiskum aldri og úr ymiskum samfelagsmentanum. Eg veit ikki hví konditaríið hevði eitt slíkt hjartapláss í býnum. Helst ein samanrenning av ymiskum faktorum. Í dag hevur Tórshavn einki [...] effektina í sjálvum miðdeplinum og eisini rundan um, á síðugøtum osfr. Býráðið skal gera karmar fyri, hvat virksemi ein slík gongugøta skal innihalda, og seta treytir fyri útleigarar. Í dag standa í heilum [...] umhvørvið hevur rembt sær og nýggjar fláir daga undan. Guðrun og Guðrun heldur einsamalt lív í gongugøtuni í dag, saman við Tutl á ´Det Glade Hjørn og bókasavninum longur niðri. Handilskjarnin stendur tómur
? Kemur sjógvur í skipið á dekkið, so skipið fær slagsíðu, eru vit fangað sum rotturnar í felluni. Tað er tann vissi deyði. Ella kemur eldur í, er ongin vegur út. Tað verður eisini tann vissi deyði. Manningin [...] tvær har frammi, ein í hvørjum borði. Men so varð gjørt av at gera tvær av teimum heilar við at sveisa tær aftur. Har afturi er tann í stýriborð sveisað aftur og har frammi er tann í bakborð sveisað aftur [...] sjógvur í skipið, og tað legst á síðuna, sum tað fer at gera, um sjógvur kemur í tað, er eitt púra vist: At antin eru øll niðriundir har afturi báði manning, ferðafólk og maskinfólk, fangað í eini deyðsfellu
Mortensen, stjóri í P/F N.J. Mortensen, sigur, at felagið hevði sáttmála við Saga Petroleum um at lata Nim vera vaktarskip í Norðsjónum í samband við arbeiði, oljufelagið gjørdi har í summar. Tá so Vaktar- [...] afturút við siglingarvenjingum. Eingin stendur og bíðar, og eingi prógv eru í vanda, sigur stjórin í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum í Tinganesi. Fleiri skip Annars hevur sjómansskúlin framleigað Lars A Kruse [...] Bjargingartænastan leigaði Nim, leigaði N.J.Mortensen Lars A Kruse í staðin. Hann hevur so verið í Norðsjónum við føroyskari manning í summar. Men hesa seinastu tíðina hevur so Sjómansskúlin leigað hann