Tað eru skjótt tjúgu ár síðani eg át mín seinasta tebolla á konditaríinum, saman við ommu míni. Tað staðið stendur fyi mær, sum eitt livandi stað, ið savnaði Havnarborgarar í ymiskum aldri og úr ymiskum samfelagsmentanum. Eg veit ikki hví konditaríið hevði eitt slíkt hjartapláss í býnum. Helst ein samanrenning av ymiskum faktorum. Í dag hevur Tórshavn einki hjarta og eg haldi, at vit øll sakna felagskapskensluna, sum ríkaði tað staðið og harvið eisini miðbýin. Men ístaðin fyri at royna at endurskapa eina farna tíð, er tó ofta betur at hyggja rundan um seg, um ikki umhvørvið hevur rembt sær og nýggjar fláir daga undan.
Guðrun og Guðrun heldur einsamalt lív í gongugøtuni í dag, saman við Tutl á ´Det Glade Hjørn og bókasavninum longur niðri. Handilskjarnin stendur tómur undir liðini á Ebenezer, annars eru tveir bankar, ein ítrottarhandil og Glimmir. Miðbýurin er tómur. Bara um náttina, í vikuskiftinum, er lív.
Ein stórur partur av miðsavnandi handilsvirksemi liggur spjatt um allan býin. Nema við Apple produktunum liggur á hálsi saman við BR, Vøggan á Falkavegi, Gurðun og Guðrun á vaglinum, Sirri og Steinumproduktini á Áarvegnum saman við Etika, Rúsan á hálsi, Smyrjubreyðsbúðin á Bøgøtu, Kaffihúsið Undir Bryggjubakka, Carello á kajini, osfr. Tað er eyðsæð at kundarskarin á hesum støðum er avmarkaður, um fólk noyðast at koyra fimm, tíggju minuttir frá stað til stað, fyri at gera síni ørindi. Og eingin sosialur vinningur er av, at fólk ferðast í so sekuleraðum ringrásum kring býin.
Doktor Jacobsensgøta hevur, eftir mínum tykki, eitt náttúrligt potentiali fyri eini miðstaðar gongugøtu. Gøtan er long og smøl, við einum lítlum hugnaligum torgkendum øki í miðjuni og vaglinum fyri endan. Nógv handilsrúm eru omaneftir vegnum, og til ber at skipa fleiri búðstaðarøki omanyvir. Eftir mínum tykki, liggur gøtan bara og bíðar eftir at blomstra við kafévirksemi, matstovuvirksemi, handilsvirksemi, búðstøðum og ymiskum studiovirksemi til list. Paralellar kunnu dragast við Laugavegur í Reykjavík, miðbýardepilin í Íslandi, har nærum alt handils, kafé og náttklubbarvirksemi er samla eftir einari langari gøtu, við einum torgi og grønum øki fyri endan. Omanyvir hesum hølum og eftir paralellgøtum eru íbúðir. Laugavegurin er altíð eitt dynamiskt stað fyri borgaran og ferðandi at vitja.
Fyri at slíkur miðdepil skal eydnast, er umráðandi at virksemið er samlað so tætt sum møguligt. Bæði fyri at maksimera spin-off effektina í sjálvum miðdeplinum og eisini rundan um, á síðugøtum osfr. Býráðið skal gera karmar fyri, hvat virksemi ein slík gongugøta skal innihalda, og seta treytir fyri útleigarar. Í dag standa í heilum handilshøli tóm niðri í miðbýnum, og tað hevur eina negativa effekt á umhvørvið. Umráðandi er, at best umtóktu handilsvørur sleppa oman í miðbýin, og at finna javnvágina millum dagvirksemi, kvøldvirksemi og náttarvirksemi.
Haruki Murakami skrivar í bókini 1q84, um Kettunar bý. Ein ferðamaður kemur til ein bý, og har eru eingi fólk. Ikki fyrr enn um náttina koma ketturnar fram, og tær agera sum borgmeistari og bankafólk o.t. Ketturnar kenna á sær, at ein fremmandur er komin til býin, men tær síggja hann ikki rættuliga. Maðurin er forvitin og steðgar í býnum, fyri at royna at skilja samfelagið. Har er bert lív um náttina. Tá hann einaferð ger av at fara avstað aftur, steðgar tokið ikki meira við Kettunar bý.
Søgan er ein analogi uppá smábyir sum okkara. Hendan gongdin, sum vit stríðast við, avfólking og deyð miðstaðjarøki, er ein kend sosiologisk gongd. Trendir og rák ferðast so skjótt ídag, at smáir býir noyðast at arbeiða hart fyri at idetifisera nýggjar trendir og tørvir og íbirta kreativitet og íverksetanarhug hjá sínum íbúgvum.
Ein dynamiskur miðbýardepil er ein treyt í einum høvuðsstaði, fyri at inspirera íverksetarahug og styrkja felagskensluna hjá borgarnum. Uttan hjarta, doyr lív allastaðni. Kettunar býur er mín ræðumynd og er í veruleikanum orsøkin til, at eg lat meg leiða upp á listan til býráðsval. Eg trúgvi uppá íverksetarahug, kreativitet, búðskaparvøkstur og fólkavøkstur. Vit mugu fyrst hjálpa okkara egnu at røkka tindarnar, soleiðis at restin av samfelagnum kann trívast og mennast. Bara soleiðis hava vit nakran sum helst møguleika at halda fast í heimskaruselluni og halda skuggamyndini aftanfyri, heldur enn frammanfyri okkum.
Hjálp mær at geva miðbýnum lív, stuðlað mær til býráðsvalið!