Nú líður móti jólum, og tankarnir leita aftur til ta tíðina, tá ið tú enn vart okkara millum; vit pyntaðu, keyptu jólagávur, sungu jólasangir og jólasálmar, bakaðu og alt tað, sum hoyrir jólunum til.
Vit vóru einsamøll í 12 ár, og so komst tú sum ein gáva úr himlinum og broytti alt okkara lív. Takk fyri tey 20 árini, sum vit fingu saman við tær.
Og her sita vit so eftir, ribbað fyri alt, og báðir mammubeiggjarnir í Porkeri somuleiðis.
Tú vart okkara eitt og alt ? okkara sólstrála ? evnarík og hjálpsom. Vit minnast aftur á mangar góðar løtur. tú vildi fylgja tí lívsleið, sum vit, frá tí at tú vart heilt lítil, lærdu teg. Og sum tú mentist, búnaðist tað, ið var lagt niður í teg.
Nú vantaðu bert tríggir mánaðir í, so skuldi tú lætta flogið sum studentur.
Men so henda góðveðursmorgunin í mars broyttist alt! Tú strálaði sum ein sól, tá ið tú fór frá húsum, og tað seinasta, tú segði við mammu, var: »Endiliga ein sólskinsdagur. Eg skal njóta túrin suður!«
Tú náddi bert yvir undir kirkjugarðin í Líðini, so var lívstráðurin hart og brutalt avkvettur.
Tað var, sum um alt raplaði rundan um okkum. Tíðin støðgaði, og vit blivu við at siga við okkum sjálvi: »Hetta kann ikki bera til! Hetta kann ikki passa!«
Men veruleikin var har. Sjálvan grækarismessudag, tá ið vit annars fagna tjaldrinum og várinum, vart tú borin til hvíldar skamt frá javnaldrum og vinum tínum Eyðuni, Álvi og Hávarði, sum vóru bornir oman hagar eitt hálvt ár frammanundan. Vit vita, at tit eru øll fýra saman nú.
Um jóansøkuleitið vóru floksfelagar tínir her úti og heilsaðu upp á okkum í teimum vøkru bláu troyggjunum og studentshúgvunum. Saman fóru vit so oman á grøvina og høvdu eina stilla løtu har niðri. Sárt var at síggja allan flokkin, og tú manglaði. Vit høvdu jú øll somul sæð fram ímóti hesum degi, sum skuldi havt verið ein gleðisdagur.
Hesir níggju mánaðirnir, síðani tú fór frá okkum, hava verið svárir; men hin livandi vónin og vissan halda okkum uppi, tí vit nærkast tær fyri hvønn dag, sum fer. Minnini tala sítt lívsjáttandi mál.
Tøkk fái tit ? vinir okkara her suðuri og familjan norðanfjørðs ? sum hava staðið við okkara lið og stuðlað okkum. Uttan tykkara hjálpsemi hevði verið enn tyngri at komið ígjøgnum hetta.
Tað, sum tú saman við øðrum fór undir inni í Missiónshúsinum, blómar í dag, hóast tað mangan sá vónleyst út tá. Soleiðis peikaði tú eisini skúlafeløgum tínum á Harran.
Slagorð títt ? eg orki alt í Honum, sum ger meg sterkan ? hevur eisini verið okkum til signingar.
Tær untist bert at liva eitt stutt lív, men ríkt var tað, og tú avrikaði nógv, tí tú livdi í lívssamfelagið við Hann, sum hevur alt valdið í himni og á jørð.
Fyri framman ljósið lýsir bjart
handan tær miklu lívsins bylgjur.
Eg líti á, at tú meg sært.
Trygt mær heim til tín fylgir.
Tað skrivliga, sum liggur eftir teg, sigur so nógv um tínar royndir í lívinum. Har ímillum eru nakrir sangir. Ørindið omanfyri er úr einum teirra.
Súsanna góða, tú skrivaði í minningarorðunum um Eyðun: Vit síggjast. Ja, stutt bleiv tykkara ímillum. Eyðun var hálvt ár yngri enn tú og fór hálvt ár undan tær. Og nú hvíla tit lið um lið har niðri undir Akursgerði. Vit vilja eisini minnast teg, góði Eyðun.
Tit vóru vinfólk bæði og stuðlaðu og gleddu hvørt annað. Vit ? báðar familjurnar ? eru altíð komin nógv saman, og tí gleddi tað okkum nógv, at navnið Súsanna kom at liva víðari í næsta ættarliðinum í tykkara familju.
Og nú fyri stuttum varð ein dóttur hjá einum systkinabarni hjá tær, Súsanna, doypt Eivør Súsanna, so at navnið livir eisini víðari okkara millum
Vit syrgja ikki sum tey, ið onga vón hava. Tú tekur sjálv soleiðis til í einum ørindi:
O, eg gleði meg at sleppa í havn,
tá aldri aftur eg skal syrgja.
Tú tekur meg inn í tín favn,
har eg tøkk tær skal syngja.
Ella sum tú segði við eina kvinnu, sum tú komst til í dreymi: Eg eri bert deyð frá jarðarlívinum! Eg livi! Eg livi í ævinleikanum!
Súsanna góða! Ein dag stevna vit inn at tí himmalsku strondini fyri at verða saman við tær um allar ævir. Tá verður gleði!
Vit møtast aftur
mamma og pabba