skal innihaldið í summum týðandi avgerðum ikki rópast út um geilar. Tað kann t.d. vera marknaspurningurin, persónlig viðurskifti ella hernaðarmálið. Men haðani til tann dulda mátan, løgmaður arbeiðir, er [...] hann út, tí løgmaður er ikki nøgdur við avrik hansara. ÁRNI Olafson er helst okkara mest royndi maður á hesum øki, og tí undrast bæði politikarar og almenningurin. Summi eru ikki sørt ørg inn á hendingina [...] r máttu fáa grundgevingarnar frá tí frákoyrda landsstýrismanninum. Ikki fyrrenn tveir dagar dagar aftaná var løgmaður at hitta! Ikki fyrrenn tá hevði hann stundir at upplýsa almenningin um grundgevingina
heimaftur. Hesin einkulti verður oftani til fleiri dupultar, og tá er straks vandi á ferð, um hugsað verður um koyring. Hetta er so eisini ein sera vandamikil tíð til koyring, tí tað er bæði myrkt og oftandi [...] um landið. HESIN siður - onkur vil helst siga óskykkur - hevur vundið nógv uppá seg og er tað helst ikki uttan ávirkan úr Danmark. Har er tað ?in? at hava jólafrokostar á nærum hvørjum arbeiðsplássi, og [...] starvsfólk kunnu hittast á henda hátt og gloyma vanliga arbeiðsdagin. Men her er eitt stórt menn, sum vit ikki kunnu ávara móti nóg ofta. TAÐ er ferðslumentanin í sambandi við jólafrokstarnar. Tað vísir seg at
stoltleika samstarva á jøvnum føti við respekt fyri hvørjum øðurm - til gangs fyri allar partar. Tí skal forsætisráðharrin danski vera væl komin til Føroya [...] og hesum kunnu vit fáa nógv gagn av. Men stríðsmálini millum føroyskar og danskar myndugleikar eru ikki gloymd. Lat okkum nú líta frameftir - og lat tað farna fara - soleiðis at vit í framtíðini kunnu fáa [...] millum ríkispartarnar. Tá bankakanningin í næstamánaði verður almannakunngjørd, kunnu vit taka støðu til tey enn ógreiddu viðurskiftini - tá eiga danska stórnin og føroyska landsstýri siðiliga at seta seg
, ið eru við nýggja Internet Sosialinum. Í hesum faldara ber eisini til at tekna seg sum haldara av vanliga Sosialinum. TAÐ er ikki hvønn dag, at høvi er at koma inn í hvørt heim í Føroyum. Hetta er tó [...] málsetningur okkara, tá vit runda næstu øld. Av tí at vit í løtuni eru avmarkað til bert at kunna prenta 32 síður hava vit verið noydd til at taka út úr blaðnum Lýsingartorgið, sum annars er fastur partur av blaðnum [...] høvið til at lata føroyingum í útlandinum einastandandi jólagávuna - í 1998 at kunna fylgja við í nærum øllum tí, sum hendir í Føroyum - um somu tíð, sum tað hendir. VIT skulu eisini nýta høvi til at takka
at ivast stórliga í, hvussu væl vald løtan er til at royna eitt minnilutastýri fyri fyrstu ferð. Tað sigur okkum so mikið sum, at hesi samgonguni verður ikki langt lív lagað. Kann vera at hon fer at fáa [...] at teir fáa eitt nýval. EIN kann ikki siga annað enn, at hetta er ein sera óheppin støða, nú fíggjarlóg og aðrar týðandi lógir skulu samtykkjast. Her m.a. uppskotið til kolvetnislóg. Hinvegin er tað eisini [...] politisk viðurskifti og til tess er helst neyðugt við einum vali, har vit fáa reinsa luftina og byrja heilt av nýggjum. Soleiðis sum gongdin hevur útviklað seg bendir mangt á, at tað ikki verður sambandsflokkurin
SL-flotin hevur at dragast við. Ein kann siga, at hetta er ikki sørt av lagnunnar speisemi, at maðurin, sum koyrdi ein almenna stjóra frá fyri ikki at hava ?yvirblikkið? - sjálvur var eiðasørur. Tá tað er [...] SPÍG ikki dugað sær hógv. Tað er har hann persónliga er farin inn í eitt einstakt mál so sum Múramálið. Har hevur hann verið sera óprofessionellur við m.a. at fara uttan um sínar egnu embætismenn til frama [...] áhugabólkar. TAÐ tí er bæði rís og rós til henda í Føroya politisku søgu fyrsta frásetta landsstýrismannin. At hann er ofraður í Tinganesi vegna tvørrandi vilja til samarbeiði frá ovasta stað er eisini ein
sær til Sjálvstýrisflokkin og greitt frá trupulleikunum. SO kundi Sjálvstýrisflokkurin viðgjørt málið og annaðhvørt tosa Sámal Petur til rættis, valt ein annan landsstýrismann ella farið aftur til løgmann [...] samgongulimirnar. MEN aftur her ber til at leggja ábyrgdina til løgmann, tí bæði hetta málið og málið um íløgur-nar á fíggjarlógaruppskotini vísa, at løgmaður hevur ikki tak á tí samlaða landsstýrisarbeiðnum [...] tá hann fór úr samgonguni í fjør, tí tað bar ikki til at samstarva við Edmund Joensen. Spurningurin er bara nú, um restin av samgonguni hongur saman til val verður.
tóktist neyðug. MEN peningatilfeingið er avmarkað, og tá ráð ikki eru at játta ÚF og SvF tað neyðuga, gevur landsstýrismaðurin eisini sjónvarpinum loyvi til eydnuspæl. Gekkurin sær dagsins ljós. Síðani kemur [...] ófatiligt er, at løgtingsmenn ikki sláa nevan í borðið, tí tað kann ikki vera rætt, at loftmiðlarnir nærum skulu kappast um, hvør er snildari at kroysta pengar úr fólki. Og er tað ikki at ganga jólahátíðini ov [...] tí útvarpið skuldi savna pening til nýggj útvarpshús. Útvarpshúsið er bygt, og helst goldið. Men V4 spælið helt fram, tí nú var spælið helst partur í at fáa nóg mikið til rakstur. Henda grundgeving kann
javnstøðulóg ikki neyðug í Føroyum, er hennara niðurstøða. Her er javnstøðulógin til størri skaða enn gagn, tí kvinnur nú verða valdar í nevndir og ráð fyrst og fremst vegna kyn - og ikki eftir dygd. Bara [...] politikararnir verða »kroystir« at seta kvinnur í nevnd ella ráð, har onkur maður frammanundan »átti« sessin. Men at hetta er ónátúrligt, tað eru vit ikki samd við Rúnu Sivertsen í. Javnstøðulógin er í okkara [...] hendan broyting hendir ov seint, um vit ikki framskunda hana. Taka vit grannalond okkara, Danmark, Noreg og Svøríki, so eru tey fremri enn vit, tá tað kemur til javnstøðu. Í Norska Stórtinginum er býtið
mikið, at har býðst ikki bøtur, um serlig tiltøk ikki verða sett í verk. Samstundis sum fólkatalið alsamt minkar í fleiri bygdum og býum, letst landsstýrið ikki um vón. VIT menna ikki føroyska samfelagið [...] er ikki bara við vinnuligum virksemi, men sanniliga eisini við betri tænastuveitingum. EITT er at leggja almennar stovnar út. Eitt annað er at stovna ein nýggjan menningargrunn, sum bara lænir til útjaðaran [...] trupulleikarnar hjá útjaðaranum, sum varð meinast raktur í kjalarvørrinum frá búskaparkreppuni. TAÐ er ikki nýtt, at Javnaðarflokkurin talar fyri at menna útjaðaran. Grundleggjandi í javnaðarhugsjónini er at