Carpenters" sungu inn. Tey vóru á einum musikalskum sera høgum støði. Tey sum funnust at "The Carpenters" plagdu at taka til, at teirra útgávur og framførslur vóru alt ov reinar og snøggar. Men tey høvdu ein [...] Carpenter bert 32 ára gomul. Hon mannaði árini millum 1969 og 1983 heimsgitna tónleika- og sangbólkin: "The Carpenters" saman við eldra bróðuri sínum, Richard Carpenter sum er føddur í 1946. Á hesum yvirlitinum [...] javnan í útvarpsstøðum víða hvar: ##med2## Í samband við, at 40 ár eru liðin síðani heimurin misti framúr vøkru røddina hjá Karen Carpenter er komið út eitt lagatyssi á YouTube við nøkrum av hennara bestu
broyta skipanina. Men hon leggur afturat, at tað kemur meira enn so fyri, at mál stinga seg upp, sum tað ikki er lagt upp fyri í almannalógini. Og hon sigur, at fær hon kunnleika til, at tað eru viðurskifti [...] úr arbeiði at passa eitt barn, sum ber brek, ella hevur varandi sjúk. Hann spyr, hví endurgjald ikki eisini verður veitt fyri frítíðarløn? Sirið Stenberg sigur, at tey, sum fara úr arbeiði at ansa einum [...] roynd og veru var endurgjaldið sostatt umleið 22.300 krónur. Nú er tað eisini so, at endurgjaldið verður hækkað, sum prístalið hækkar, og í ár er tað 25.832 krónur um mánaðin, umframt 12 prosent frítíðarløn
Tað gjørdi hon á fundi mikudagin og hetta merkir, at nú er tað hon, sum umboðar Føroyar í viðurskiftum, sum viðvíkja paraítrótti. Tað er siðvenja at landsstýrisfólkið sum varðar av ítrótti, er verji fyri [...] heimin at Føroyar og Merkið, eins og samstundis er tað kveikjandi at síggja virksemið, sum er her heima. Petur Elias Petersen, formaður í Parasport Føroyum, sigur, at tað er sera týdningarmikið, at politiska [...] fyri teimum og øllum teimum, sum varða av, sigur hon. Hon sigur, at paraítróttin vísir okkum, at hóast ymisk lívskor og treytir, kann tað skapa stóra gleði at vera við í ítrótti og tey, sum stremba eftir tí
heldur, at hámarkið er ov lágt, tó at hann ikki heldur, at tað skal upp á 76.000 krónur. – Nú hevur hatta hámarkið verið 25.000 krónur síðani 2004, so tað sigur seg sjálvt, at tað í minsta lagið átti at verið [...] í tríggjar mánaðir, eftir at viðkomandi fer úr starvi aftur, sigur løgmaður. So tað hevði kostað í minsta lagi fimm mánaðarlønir. Tað er heldur einki fordømi um, at nakar er settur sum sum landsstýrismaður [...] fyribils. Aksel V. Johannesen sigur, at løgfrøðingar hava víst á, at tað er ivasamt um landsstýrisfólk yvirhøvur kunnu fara í farloyvi – um tað ikki ítøkiliga er barnsburðarfarloyvi, sum tey hava rætt
Hov, boðað frá, at tey eru ikki sinnað at vera við í einum slíkum arbeiði. Bæði í Sumba, í Vági og í Porkeri halda tey, at málið er ikki búgvið at taka støðu til, tí har er ov nógv, sum er ógreitt. Og í [...] Hvalba, einmælt samtykt at velja umboð í eina nevnd at kanna fyrimunir og vansar við kommunusamanlegging í Suðuroy. Og nú er nevndin sett og fer til verka. Eftir ætlan skal hon vera liðug við arbeiðið [...] kanna fyrimunir og vansar við at leggja kommunurnar saman. Tað er Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sum tók stig til málið í septembur í fjør. Hansara uppskot var, at allar tær sjey kommunurnar
tríggjar bussar. Tann dulnevndi embætismaðurin sigur sambært Reuters, at amerikanska stjórnin hevur sporað luftballónina, síðani hon kom inn í amerikanskt loftrúm fyri tveimum døgum síðani. Embætisfólk [...] amerikonsk embætisfólk í gjár upplýst sambært tíðindastovuni Reuters. – Ætlanin við hesi luftballón er púra greitt eftiransing, sigur amerikansku embætismaður, sum vil vera dulnevndur. Í amerikanska miðlinum [...] hava ikki viljað sagt, hvussu høgt ballónin hevur flogið. Tey siga tó, at tað var hægri enn sivil flogferðslan, men ikki í uttara rúminum. /ritzau/
við, at hon ikki á nøktandi hátt kann veita trygd undir tiltakinum. – Vit hava í dag svara Sian, at tiltakið ikki kann fremjast vegna trygd og fyri at varðveita trygdina, sigur Martin Strand, sum er løg [...] Eitt tiltak við at brenna eina koran, sum anti-islamski, norski bólkurin Sian ætlaði at hava í morgin framman fyri turkisku sendistovuni í Oslo, er steðgað av løgregluni. Sian er stytting fyri Stop Is [...] Strand sigur, at tað snýr seg um fregnir, sum løgreglan hevur fingið. Hann greiðir ikki nærri frá, hvat hetta snýr seg um. Norska løgreglan leggur samstundis dent á, at tað framvegis er loyvt at brenna eina
mentanarøkið, har hon m.a. hevur verið við til at samskipa tiltøk, at skriva og týða tekstir, og at arbeiða sum sjálvstøðug. Fyri Turið hevur náttúruvernd, burðardygd og varðveitan av lívmargfeldinum ein stóran [...] Turið er 34 ár og útbúgvin lærari frá Professionshøjskolen Metropol. Harafturat hevur hon tikið ein pba í Innovatión og íverksetan. Hon hevur arbeiðsroyndir sum lærari, við ferðavinnu og innan mentanarøkið [...] stóran áhuga, og fegnaðist hon um at byrja í starvinum hjá FNU 1. februar. – Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag bjóðar Turið hjartaliga vælkomnan í starvið, sigur felagið í tíðindaskrivið.
samgongan eigur at endurskoða hesi tilmælini, tí hon heldur, at summi av teimum kunnu gott framskundast. Og bann fyri at selja bensinbilar, dielsenbilar og hybridbilar, er eitt av teimum. Hon heldur, at hetta bannið [...] vit eiga at seta í verk fyri at minka um útlátið. Eitt av tilmælunum er, at forboð skal verða sett fyri at selja nýggjar bensin-, diesel- og hybridbilar í 2030. Hervør Pálsdóttir heldur, at samgongan [...] Hervør Pálsdóttir, tingkvina fyri Tjóðveldi í samgongu. Hendan dagin skifti Løgtingið orð um at halda fram at geva elbilum avsláttur og tá umrøddi Hervør Pálsdóttir eisini veðurlagspolitikkin, sum Løgtingið
Eg trúgvi, vit fara at finna út av, hvat tað var, sum hendi. Avbjóðingin er, at vit vita ikki, hvussu langa tíð tað fer at taka. Hon segði, at stórt kanningararbeiði er gjørt, og ein hópur av tilfari fyriliggur [...] hjá Tom Hagen í løtuni. Hann sigur, at maðurin er broyttur orsakað av málinum. - Eg haldi, at Tom Hagen í løtuni er so veikur, sum ongantíð áður. Sálarliga byrðan at hava skuldsetingina hangandi yvir sær [...] tað er jú greitt… hon er deyð. Vit vilja bara vita, hvussu tað hendi og undir hvørjum umstøðum. Norska løgreglan, sum hevur brúkt eina øgiliga orku og pening upp á málið, hevur hildið upp á, at tey at