Landsstýrismaður missir 102.000 krónur í løn

Tað kostar Bjarna Kárason Petersen 102.000 krónur at fara í barnsburðarfarloyvi í átta vikur

 

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, sum næstu átta vikurnar er í barnsburðarfarloyvi, fær ikki løn sum landsstýrismaður, meðan hann er farloyvi. Hann fer tí munandi niður í løn.

Tí hann fær bara løn úr Barsilsskipanini, og har er eitt hámark upp á 25.000 krónur um mánaðin. Og tað er stórur munur á 25.000 krónum og mánaðin, og eini landssýrisfólkaløn upp á 76.000 krónum um mánaðin.

Tað merkir, at Bjarni Kárason Petersen missir 102.000 krónur í løn við at fara í barnsburðarfarloyvi.

Um tað var ein kvinna, sum fór í barnsburðarfarloyvi sum landsstýrisfólk, so hevði hon fingið fulla løn, í øllum førum tær fyrstu 24 vikurnar eftir barnsburð.

Tað stendur í lógini um samsýning og eftirløn landsstýrismanna, at landsstýrisfólk hevur "rætt til farloyvi í sambandi við barnsburð og ættleiðing eftir reglunum, sum er galdandi fyri tænastumenn". Og av tí at farið er forbí 24. viku eftir barnsburð, so hevur landsstýrismaðurin ikki rætt til løn frá arbeiðsgevara og má tí í Barsilsskipanina. Tað merkir eisini tað, at mamman ikki fær pengar úr skipanini sama tíðarskeið, tí bara annað foreldrið kann fáa barsilsløn í senn.

– Tá eg bað um farloyvi, tá visti eg ikki, hvørjar treytirnar vóru, og tað hevði heldur ikki broytt støðu mína, sigur Bjarni Kárason Petersen.

Hann heldur, at hámarkið er ov lágt, tó at hann ikki heldur, at tað skal upp á 76.000 krónur.

– Nú hevur hatta hámarkið verið 25.000 krónur síðani 2004, so tað sigur seg sjálvt, at tað í minsta lagið átti at verið prístalsviðgjørt, heldur landsstýrismaðurin, sum ætlar sær at kanna málið, tá hann kemur aftur til arbeiðis.

Tað verður Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum tekur sær av øllum uppgávum hjá Bjarna Kárason Petersen, meðan hann er burtur. Spurdur um tað ikki ber til at seta eitt varafólk fyri landsstýrismannin, so sigur løgmaður, at tað ber til.

– Men skipanin er ikki til tað. Um vit seta eitt landsstýrisfólk sum varafólk í tveir mánaðir, so skal viðkomandi hava løn í tríggjar mánaðir, eftir at viðkomandi fer úr starvi aftur, sigur løgmaður.

So tað hevði kostað í minsta lagi fimm mánaðarlønir. Tað er heldur einki fordømi um, at nakar er settur sum sum landsstýrismaður fyribils.

Aksel V. Johannesen sigur, at løgfrøðingar hava víst á, at tað er ivasamt um landsstýrisfólk yvirhøvur kunnu fara í farloyvi – um tað ikki ítøkiliga er barnsburðarfarloyvi, sum tey hava rætt til, tí tað sendur beinleiðis í lógini. Men hugsa vit okkum, at landsstýrisfólk biður um farloyvi av øðrum orsøkum, um tað so er vegna sjúku, so er ivasamt, um tað ber til. 

Tá landsstýrismaðurin nú missir 102.000 krónur í løn, so merkir tað, at landskassin sparir bæði hesar 102.000 krónurnar og tær 50.000 krónurnar, sum hann fær úr Barsilsskipanini – ella at landskassin spari tvær mánaðarlønir til landsstýrismannin.