Eisini tey kunnu fara í summarferiu

Tey fáa endurgjald í eillivu mánaðir og so fáa tey frítíðarløn í ein mánað

Foreldur, sum fara úr arbeiði, og heim at passa eitt barn, ið ber brek ella hevur varandi sjúku, fáa endurgjald fyri mistar inntøkur – og tann 12 mánaðin fáa tey frítíðarløn. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum.

 

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, hevur reist spurningin um endurgjald til foreldur, sum fara úr arbeiði at passa eitt barn, sum ber brek, ella hevur varandi sjúk. Hann spyr, hví endurgjald ikki eisini verður veitt fyri frítíðarløn?

 

Sirið Stenberg sigur, at tey, sum fara úr arbeiði at ansa einum barni, ið ber brek ella hevur varandi sjúku, fáa fult endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku. Tó er endurgjaldið í mesta lagi 25.000 krónur um mánaðin, men harafturat fáa tey umframt frítíðarløn og eftirlønargjald.

 

Tað merkir, at frítíðarlønin verður løgd afturat endurgjaldinum, men fyrr var tað soleiðis, at endurgjaldið var 25.000 krónur, í mesta lagi – men tað var við frítíðarløn.

 

Tað merkti, at frítíðarlønin varð drigin frá teimum 25.000 krónunum, og í roynd og veru var endurgjaldið sostatt umleið 22.300 krónur. Nú er tað eisini so, at endurgjaldið verður hækkað, sum prístalið hækkar, og í ár er tað 25.832 krónur um mánaðin, umframt 12 prosent frítíðarløn

 

Ein, sum tjenar 25.000 krónur um mánaðin, og sum fer av arbeiðsmarknaðinum at vera um sítt barn, ið ber brek, fær sostatt eisini 25.000 krónur um mánaðin í endurgjaldi.

 

Umframt endurgjaldið verður eisini ein upphædd upp á 12 prosent av veitingini, veitt í frítíðarløn. Í hesum føri er tað 3.000 krónur.

 

Frítíðarlønin frá Almannaverkinum verður útgoldin fyrst í mai mánað, eins og onnur frítíðarløn. Tann mánaðin er sostatt ikki talan um nakran inntøkumiss, og verður tískil ikki onnur veiting útgoldin frá Almannaverkinum.

 

tey sum fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, fáa sostatt veitingina frá Almannaverkinum í 11 mánaðir um árið og tann 12. mánaðin fáa tey frítíðarløn. Tað merkir, at viðkomandi eisini fáa endurgjald fyri inntøkumiss frá Almannaverkinum, um tá ið tey fara í feriu í juli mánað og harvið missir løn.

 

Sirið Stenberg sigur, at tað liggur ikki í kortinum at broyta skipanina. Men hon leggur afturat, at tað kemur meira enn so fyri, at mál stinga seg upp, sum tað ikki er lagt upp fyri í almannalógini. Og hon sigur, at fær hon kunnleika til, at tað eru viðurskifti í sambandi við frítíðarløn og endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, sum seta familjur í óhepna støðu, er hon sinnað at taka málið upp.