forsætisráðharran, at her er ikki so nógv at gera viðmerkingar til. Men vit halda tað vera eitt sindur bakvent fyri ikki at siga næsadjarvt av einum donskum statsministara at koma til Føroya í endanum av 90-unum [...] hetta fyrst og fremt tygara søk. Vit teljast ikki millum teirra, sum ynskja danir og alt danskt, har piparið grør. Vit eru heldur ikki so snævurskygdir, at vit ikki duga at síggja, at tit hava gjørt nógv gott [...] fremja demokrati og fólkaræði. Tað gjørdu vit eisini, tá tygum fyri nøkrum árum síðani, gjørdu av ikki at koma til Føroya. Vit hartaðu tygum og stjórn tygara fyri at vanvirða Føroyar og føroyingar við tí avgerðini
Hetta eydnaðist partvís við rækjuflotanum, men als ikki við svartkjaftinum. Samstundis kom frælsi kapitalmarknaðurin, og danska Schlüterstjórnin røkti ikki sínar skyldur sambært heimastýrislógini, tá hugsað [...] fólkinum vil. HETTA átti ikki minst at havt danskan áhuga, tí í dag er støðan so sjúklig, at sjálvt ríkistrúgvir føroyingar síggja hin grábeinta í øllum, sum tosa danskt mál, fyri ikki at tosa um fyritøkur [...] SOLEIÐIS er tónlagið tíverri vorðið. Hetta kann ikki halda fram soleiðis. Hetta er óverdugt fyri tvey menta fólk, iðhava samstarvað í so langa tíð. RÍKISFELAGSSKAPURIN sum vit kenna hann í dag byggir á
tað, at Poul Nyrup Rasmussen kemur til Føroya eina viku, áðrenn »bankakanningin« verður kunngjørd. MEN haðani - at halda, at tað er óheppið, at hann kemur júst nú - og til at nokta fyri at hitta forsætisráðharran [...] Miðflokkurin vísti á. TAÐ er eisini tí, at ikki so fá tjóðveldisfólk eru ørg, tí formaðurin í tingbólkinum, Heini O. Heinesen, boðaði frá, at Tjóðveldisflokkurin fór ikki at hitta forsætisráðharran. Eins og í [...] FORSÆTISRÁÐHARRIN kemur til Føroya í dag, og hann skal vera vælkomin á ríkisfund millum teir tríggjar ríkispartarnar - Grønland, Føroyar og Danmark. Men vitjanin hevur fingið eina aðra dimensión, og nógvir
tann fyrsti til at máa støðið undan hesum sama, nevniliga við at brúka eina slíka tignarliga og hátíðarliga løtu sum nýggjárið er - til sambandspolitiskt valpropaganda. VIT ætla okkum ikki út í smálutir [...] gloymir hann so ikki, at eisini aðrir flokkar og fólk hava roynt at fáa bilbukt við kreppuni og at byggja upp landið eftir kreppuna! Og gloymir hann ikki, at betraða støðan skyldast ikki sambandskum handverki [...] tvørtur um floks- og bygdamark. Fortreytin fyri hesum er virðing og dialogur. Ikki kann sigast, at nýggjársrøða løgmans í ár beyð til nakran dialog, tíansheldur varð merkt av stórvegis virðing fyri øðrum politiskum
verður 50 ár, og vit skulu hava bæði løgtings- og fólkatingsval. Fyri so ikki at gloyma, at vit fara inn í eitt nýtt ár við eini ikki sørt ambuteraði samgongu. MÍN sann ein stórur biti at svølgja. Spurningurin [...] fyri tað fyrsta samtykkja oljulóggávuna. Harnæst skulu vit til at gera av, nær og hvussu tann 1. útbjóðingin skal vera, og loksins skulu vit til at fáa greiðu á, hvussu verður við markinum. HÓAST tað helst [...] januar. Í kjalarvørrinum á lógini skal so gerast klárt til 1. útbjóðing á føroyskum øki nakrantíð. Her eru tvinnanda trupulleikar at taka støðu til. Fyri tað fyrsta, nær ein útbjóðing kann verða, og harnæst
upphav okkara, verða mint á og ávarað um, at vit ikki røkja tað, sum okkum er givið - lænt - sum vit eiga. At vit verða mint á, at vit hava bert fingið jørðina til láns frá okkara eftirkomarum. ER tað nakað [...] jólum sum júst í ár. TOSAÐ verður um ávirkanina frá dálkingini av heiminum - at hon skal vera orsøkin til, at vit nú mugu vera kavajól fyri uttan. Fara vit so í onnur herðashorn av heiminum, sum eitt nú í [...] verða okkara jólaynski, at mannaættin fær tikið seg um reiggj og umsitið jørðina, sum var hon bert til láns frá okkara eftirkomarum. ØLLUM okkara viðskiftafólki og øllum Føroya fólki ynskja vit eini gleðilig
at tað verða ikki boðin øki út til oljuleiting, um so er, at bretar ikki slaka meira. Løgmaður hugsar kanska soleiðis, at eftirtíðin skal ikki sleppa at siga, at løgmaður ofraði markið til fyrimunar fyri [...] a, sum teir mugu vísa vilja til at loysa. Harvið er ikki sagt, at vit føroyingar bara skulu siga nei og aftur nei til allar skilagóðar samráðingarloysnir. Tí vit mugu ikki gloyma, at ein avgerð í Haag [...] at vit virða rætt løgmans at seta sínar embætismenn til tær uppgávur, sum løgmaður nú heldur teir eiga til eina og hvørja tíð. Men átti løgmaður ikki at ráðført seg við aðrar um, hvørjar møguliga oljupolitiskar
tænastur, um játtanin á fíggjarlógini ikki verður hækkað. Og tað sama hendir: politisk feløg, álitisfólk o.o. leggja trýst á politikararnar. Úrslitið er, at játtanin til alt sjúkrahúsverkið verður hækkað fleiri [...] sett, ella mugu tit sjálv taka ábyrgdina«. Men tað ger hann ikki, tí hann er sjálvur í jólahýri ? lækkar skatt, tekur av mvg, setir pening av til undirsjóvartunnil o.s.fr. ? ímóti ráðunum frá t.d. landsb [...] verður ikki so góður komandi ár ? útlit eru fyri minni toskafiskiskapi, skrædli hjá flotanum, tá íløgustuðulin verður tikin av, og tað kann henda, at rentan hækkar aftur. Harafturat er heldur ikki lagt upp
reka? SKULU vit lata skattalætta ? m.a. til sjófólk ? og skerja meirvirðisgjaldið fyri ávísar tænastur ? t.d. fyri bilumvælingar og hárfríðkan ? og fáa minni til landshúsarhaldið, so tað verður upp aftur [...] teimum ætlaðu tiltøkunum. Øll unna sjófólki og teimum lágløntu skattalætta, men vit skulu eisini hava ráð til hann næsta ár, og keðiligt verður hjá einum nýggjum landsstýri beinanvegin at fremja búskaparlig [...] skerja inntøkurnar hjá landskassanum, og hava verandi tænastustig á t.d. heilsuøkinum? Vit kunnu jú ikki bæði blása og hava mjøl í munninum! VIT kunnu nú ímóti ársenda tosa um skattalætta og skerja mvg?ið
nir ikki prógvaðir, og so leingi teir ikki eru prógvaðir, skal eingin dømast. Hetta verður ikki sagt fyri at verja nakran, og nógv bendir annars á, at forsætisráðharrin visti ymiskt, sum hann ikki greiddi [...] hesir flokkar eru ikki politiskt búnir at stýra Føroya landi, eins og hon vísir eina politiska ómegd og óhøviskni, sum vanliga ikki eyðkennir føroyingin. VÍST er Poul Nyrup Rasmussen ikki væl dámdur í Føroyum [...] hetta er sagt, skal minnast á, at forsætisráðharrin kemur til Føroya á »ríkisfund« við løgmann og grønlendska landsstýrisformannin. Hann kemur ikki til Føroya at vitja føroyska heimastýrið sum so. Um so var