sigur Janus Petersen forstjóri. Í samband við almannakunngerðina av søluni av bygningunum til býráðið, boðaði bankin frá, at søluuphæddin fyri bygningarnar skal fíggja nýggja bygningin íroknað mvg [...] at gera nýtt høvuðssæti til bankan. Talan er um stóra verkætlan, men kortini skal nýggi bygningurin verða klárur at taka í nýtslu longu í 2015, og hetta er eisini orsøkin til, at talan er um sonevnda [...] bygningar til býráðið við treyt um útflytan í fyrra hálvári 2015, og tí er byggitíðin ein avgerandi parametur. Vit miða eftir at flyta inn um hálvtannað ár. Við at innganga í partalag, ber til at framskunda
sett trý verk eftir Samuel Joensen-Mikines til sølu. Málningarnir verða tilsaman mettir at verða verdir umleið 340.000 krónur. Málningarnir verða seldir hvør sær til hægst bjóðandi, um boðið kemur upp um tað [...] í 1940’unum og er 115 x 140 sentimetrar til støddar. Stóri oljumálningurin verður mettur at hava virði millum 150.000 og 200.000 krónur. Minnast skal eisini til, at umframt keypsupphæddina verða fleiri [...] so endaligi prísurin kann vera 30 prosent hægri enn hamarslagið. Tey, sum hava sett málningarnar til sølu, eru ónevnd, og tað verða keypararnir eisini. Allir tríggir málningarnir verða seldir á uppboði
framsýning í Norðurlandahúsinum, har tær 19 myndirnar hjá Janusi eru til sølu. Klokkan 16 fer Føroya Symfoniorekstur at hava aðalroynd, og tá ber til hjá teimumvitjandi at hoyra tónleikin. Lesið annars grein um
Neystabø, sum var forkvinna í Sjálvstýrisflokkinum frá 1994 til 2001. Hon umboðaði Sjálvsrtýrisflokkin á ting frá 1990 til 2002. Í 2008 varð hon vald á ting fyri Javnaðarflokkin. Hon fall á valinum í 2011, men [...] flokkinum illa. Lisbeth L. Petersen kom á ting í 1990 fyri Sambandsflokkin, sum hon umboðaði til løgtingsvalið í 2008, tá hon ikki stillaði uppaftur. Hon var vald til forkvinnu i 2001 og legði frá sær í 2004 [...] var Marita Petersen. Hon varð vald á ting fyri Javnaðarflokkin í 1988 og sat á tingi til 1998, tá hon ikki stillaði uppaftur. Hon kom í landsstýrið í 1991 og sat til 1993, tá hon gjørdist løgmaður og forkvinna
Sambært varaforsetanum hevur AC Milan tó sagt nei til at selja brasilska framherjan til Chelsea. Felagið hevur heilt einfalt staðfest, at Kaka er ikki til sølu.
politikki – uttan at vera landsstýrismaður. Hann hevur verið løgtingsmaður, løgtingsformaður, løgmaður og fólkatingsmaður. Men hann hevur ikki altíð havt so lætt í flokkinum, har ymsir [...] við Edmundi á odda, at Sambandsflokkurin fór til val í 1990. Fyrsta skeiðið hjá Edmundi var at vera andstøðuleiðari – og eftir sermerkta løgtingsvalið í juli í 1994 var Sambandsflokkurin størsti [...] ikki. Aftur varð kvett gjørt móti honum í 2001, tá tey stillaður Lisbeth L. Petersen upp ímóti honum til formansvalið í flokkinum. Tað stríðið vann Lisbeth. Stríðið hevur helst styrkt Edmund Joensen
lesarabrævinum. Kanst tú gera viðmerkingar til tað, ella hevur tú ongar viðmerkingar til almenningin í heystfrítíðini? Nei, tað vil eg ikki. Eg havi onnur ting at gera. ( Samtalan liðug) [...] í løgmanni!! Eg ætlaði einans at fáa teg at gera viðmerkingar til lesarabrævið hjá løgmanni. Nei, eg eri í heystferiu, og eg havi onnur ting at gera. Eg havi als ikki lisið lesarabrævið hjá løgmanni. Men
viðkomandi og áhugavert at fáa ábendingar um hvørja støðu unga ættarliði, gjøgnum hetta Ting, hevði haft til áleikandi samfelagsmál. Politiska skipanin hevði fingið týdningarmikla vitan um, hvussu [...] hvørjar meiningar og virðir tey raðfesta fyri okkara samfelag. Eisini vildi eitt slíkt Ting knýtt útisetar tættari til føroyska samfelagið og harvið fingið fleiri at flutt heim. [...] Tey ungu tóku í egnan barm »vit mugu sjálvi taka ábyrgd, flytaa heim og vera við til at byggja tað land vit ynskja. Tað nyttar ikki bara sita í DK og grenja og peika eftir øllum vit halda vera skeivt
Sjóvar kommuna skrivar, at í fyrstu atløgu verða tólv íbúðir bygdar, og verða hesar settar til sølu í næstum. Arbeiðið byrjar longu í oktober mánaði, og ætlandi verða íbúðirnar klárar at flyta inn í á
hjá eitt nú Eivør og Hamferð, ið samanlagt útfluttu meira enn 3500 plátur til GSA-økið vetrarmánaðirnar í 2013. Ein orsøk til viðgongdina er at plátufelagið TUTL hevur styrkt altjóða virksemið hjá sær [...] plátufelagsvirksemið er útveitt til umboðsstovuna, FACTORY 92, ið hevur sæti í Týsklandi. Síðani eru gjørdar altjóða útbýtisavtalur við Believe Digital, ið fevnir um talgilda sølu á netinum og Cargo Records [...] Records, ið fevnir um fysiska sølu til handlarnar. Harumframt eru gjørdar samstarvsavtalur við ymisk virkir, so sum bookingagentar, ið skipa fyri konsertferðum, og PR feløg, ið marknaðarføra konsertir og útgávur