Henrik Old ongar viðmerkingar í heystfrítíðini

Sosialurin setti seg í samband við Henrik Old fyri at fáa hann at gera viðmerkingar til lesarabrævið hjá løgmanni, men hann hevði einans fylgjandi at svara:

Góðan dagin. Hetta er frá Sosialinum.
Okey!
Eg ringi í samband við lesarabrævið hjá løgmanni...
So hevur tú fingið skeivt nummar. Hetta er Henrik Old. Tú skalt hava fatur í løgmanni!!
Eg ætlaði einans at fáa teg at gera viðmerkingar til lesarabrævið hjá løgmanni.
Nei, eg eri í heystferiu, og eg havi onnur ting at gera. Eg havi als ikki lisið lesarabrævið hjá løgmanni.
Men um eg nú endurgevi okkurt úr lesarabrævinum. Kanst tú gera viðmerkingar til tað, ella hevur tú ongar viðmerkingar til almenningin í heystfrítíðini?
Nei, tað vil eg ikki. Eg havi onnur ting at gera. ( Samtalan liðug)