Tað er varaforsetin í AC Milan, sum vil vera við, at eitt stórt tilboð er komið úr Onglandi.
Sambært varaforsetanum hevur AC Milan tó sagt nei til at selja brasilska framherjan til Chelsea. Felagið hevur heilt einfalt staðfest, at Kaka er ikki til sølu.