Danska uppboðssøluhúsið Bruun Rasmussen hevur sett trý verk eftir Samuel Joensen-Mikines til sølu. Málningarnir verða tilsaman mettir at verða verdir umleið 340.000 krónur.
Málningarnir verða seldir hvør sær til hægst bjóðandi, um boðið kemur upp um tað, sum seljarin í minsta lagi vil hava fyri málningarnar.
Minsti málningurin eitur »Útsýni í Mykinesi«. Tað er oljumálningur, sum verður mettur at verða verdur um 40.000 krónur. Uppgivið verður ikki, nær málningurin er frá.
Annar málningur er av jóansøkubáli og er málaður í 1962. Málningurin er 101 x 126 sentimetrar, og Bruun Rasmussen metur, hann vera verdan 100.000 krónur.
Triði og størsti málningurin er mynd av morgunsól í Føroyum. Málningurin er frá seint í 1940’unum og er 115 x 140 sentimetrar til støddar. Stóri oljumálningurin verður mettur at hava virði millum 150.000 og 200.000 krónur.
Minnast skal eisini til, at umframt keypsupphæddina verða fleiri avgjøld lagd afturat, so endaligi prísurin kann vera 30 prosent hægri enn hamarslagið.
Tey, sum hava sett málningarnar til sølu, eru ónevnd, og tað verða keypararnir eisini.
Allir tríggir málningarnir verða seldir á uppboði tann 8. desember.
Málningar eftir Mikines verða javnan seldir á uppboðssølu í Danmark, og vanliga er so stórur áhugi fyri at ogna sær málningarnar, at teir verða seldir fyri meira, enn metingin sigur.