stórreiðarínum, Maærsk. Skipið eitur Evelyn og liggur í løtuni í Århuus. Tommy og Debes eru tveir túrar við Kvikki í senn og síðan ein í landi. Í illveðrinum eina sunnunátt herfyri sleit Kvikk fleiri endar [...] vit vóru í vinnu í fjør, og higartil í ár hevur gongdin kanska verið á eini leið. Tommy heldur kortini fyri, at tað kundi havt gingið betur í ár, enn tað hevur gjørt. - Meðan skipið var á beding í Danmark [...] - Eg havi verið umborð á Kvikki í hesum umfari í eini trý ár og bróðir, Debes, hevur verið við sum skipari í umleið hálvt annað ár. Síðan vit gjørdust partaeigarar í skipinum, hava eg og Debes skifts
nátt í lívinum, men kann iðra meg eitt sindur um teir møguleikar, sum eg ikki brúkti. Fyri onkran kann tað vera lætt at falla í fátt, tá ið mann kemur upp í árini. Var hetta veruliga mín lutur í lívinum [...] røddar í kjakinum, at hann hoyrdi ikki heima í toppinum í føroyskum tónleiki. Hittmakarin var knappliga illa sæddur og lýddur í ávísum pørtum av tónleikaumhvørvinum. - Tað, sum var nýtt fyri meg í kjakinum [...] ikki, at mín tónleikur í dag riggar sum eitt politiskt kúbein. - Vit í Frændum brúktu nógvar klichéir í okkara sangum, stórar myndir um frið og órætt, og vit vóru sannførdir um tað, vit sungu um. Í dag vil
mamma hennara svóvu í einum øðrum kamari í einari song. Og beiggi mín svav í einum húsum niðanfyri hjá beiggja hennara, Petur Paula. Tey gingu so at lesa alla ta vikuna í kirkjuna í Norðragøtu. Hetta var [...] . Vit búðu hjá Jóan Magnusi har Niðri í Syðrugøtu. Har búðu eisini Inga og Lena. Jóan Magnus var ein kendur skipari, og var umrøddur í røðini um Andrias í Tarti í FF-blaðnum. Vit skuldu búgva hjá gamla [...] Gregersen, sum fylti 95 ár í februar, og sum eisini varð umrødd í Sosialinum. Hjá Jóan Magnusi vóru eini vanliga stór hús, fýra kømur vóru á loftinum. Eg svav í øðrum kamarinum í øðrum endanum, og Inga og
tú okkum gav Altíð var her so trygt og tann gleði Styrkir okkum til dagin í dag Dagin í dag Dagin í dag Styrkir okkum til dagin í dag Takk fyri alt Takk fyri alt Góði babba, takk fyri alt. Dóttur tín Kathrina [...] liðug, tá rokni eg við, at hann smílist í himli og sigur við seg sjálvan og hinar einglarnar, eg segði tað altíð, hon kláraði tað, og brettir sær á, sum tann stolti pápi hann var. Eg takki Gudi fyri, at hann [...] kenni og lítlan Haldi eg ikki strekki so langt Men so eigi eg orðið ið sigur At í Jesusi orki eg alt Orki eg alt Orki eg alt Ja, í Jesusi orki eg alt. Jesus takk at títt lyfti ei svíkur Jesus takk at títt orð
Poulsen. Lesturin í Danmark varð útsettur, og í desember mánaði í 1977 fór Sigmund í starv í útvarpinum, og har starvaðist hann í meira enn 10 ár sum útvarpsmaður. - Eg treivst væl í útvarpinum, men eg [...] og tað gjørdist so til jura. Eg byrjaði at lesa í 1986, og í januar í 1991 fekk eg løgfrøðiligt embætisprógv . - Í 1989 gavst eg í Útvarpinum og fór í Starvsmannafelagið at arbeiða. Eg hevði brúk fyri [...] løgfrøðiligum spurningum í Útvarpinum, men eisini í gerandisdegnum eru hesar royndir hentar. - Sum advokatur er tað ein stórur fyrimunur, um tú dugir at úttrykkja teg í skrift og í talu. Mín bakgrund sum journalistur
øll í sving við tí. At vaska fisk var akkord arbeiði, og tað fekst vist fyri hvørjar 100 fiskar. Í Vági fingu tey meira í løn enn í Klaksvík. Fyri 100 fiskar fingu tey kr. 1,80 í Vági og kr. 1,60 í Klaksvík [...] Lorvíkingurin Abbi mín í móðurættina var Óli Mørkøre á Eiði, vanliga nevndur Óli í Skúlanum. Hann doyði í apríl 1938, 86 ára gamal. Tá ið hann hevði verið klokkari í Eiðis kirkju í 50 ár, fekk hann kongsins [...] øll í sving við tí. At vaska fisk var akkord arbeiði, og tað fekst vist fyri hvørjar 100 fiskar. Í Vági fingu tey meira í løn enn í Klaksvík. Fyri 100 fiskar fingu tey kr. 1,80 í Vági og kr. 1,60 í Klaksvík
Abbi mín í móðurættina var Óli Mørkøre á Eiði, vanliga nevndur Óli í Skúlanum. Hann doyði í apríl 1938, 86 ára gamal. Tá ið hann hevði verið klokkari í Eiðis kirkju í 50 ár, fekk hann kongsins tænastumedalju [...] morgunin miðskeiðis í bjargavikuni í 1941 var hann sunnan í ættini við nógvum vindi. Sunnan er harðveðursætt í bygdini. Flestu bátarnir egndu. So varð farið og seglið á bátin. Komnir út í Miðhavið, varð seglið [...] stýriborðsbøgi, og pápi, Jóhan í Blásastovu, í rættarúmi. Í hinum borðinum: Karl Anton á bakborðstoft, bróðir hansara, Dánjal Rasmus, á bakborðsbøgi og sonur hansara, Pól Jóhannes, í rangarúmi. Allir Joensen
tóku av mær og tosaðu um, um eg fór at gerast eins góður og pápi. - Pápi var ein gudur í skúlanum. Tað merkti eg eisini væl. Einaferð skifti pápi felag, og eg var næstan álopin av hinum næmingunum, sigur [...] damu og vinir í Føroyum og gjørdi tí av, at hann skuldi verða verandi í Føroyum, hóast pápin fór heim. - Eg skifti til Neistan í 1999. Eg hugsaði ofta um at fara aftur til Íslands, og í 2000 fór eg at [...] fyri meg. Sæð í bakspegilinum dugi eg tó at síggja, at eg gjørdi ikki nóg nógv við tað. Í 2001 kom Finnur aftur til Føroya til H71. Í 2003 skifti hann til Kyndil. - Eg fekk spælagleðina aftur í Kyndli. Hópurin
mars í skýmingini og heils aði við floytuni sum vant, átti eg ein bróður, sum var 22 ára gam al. Hann æt Sofus eftir abba num í Garðinum í Skúvoy. Sofus var giftur við Sannu av bóndagarðinum í Skopun [...] goldið fyri. Eina av seinastu ferðunum, eg sá bróður, stóð hann í ganginum í barnaheiminum við mjólkarspann í hondini. Hann kom bara í hurðina at siga góða nátt og farvæl, tí hann var giftur inn á bóndagarðin [...] til, áðrenn hann fór aftur í ein gummibát. Sum 14 ára gamal, meðan hann var á sildarfeltinum við »Maritanu«, kom hann fast ur í spælið og fekk stóran skaða. Hann mátti sjórast í einum gummibáti ímillum
Signy. Hon doyði suðuri í Vági og kom norður til Eiðis í kistu. Meslingarnir høvdu gingið í 1916, tá fleiri doyðu millum annað í Gøtu, sum tað eisini hevur verið greitt frá í FF-blaðnum. Meslingarnir [...] og her var hon alla mína tíð. Vatnið kom inn í húsini í 1905, og var hetta bara fá ár eftir, at tað kom í húsini í Havn. Prestar Tað var bert ein prestur í Eysturoynni, og hann var á Nesi. Hann hevði [...] upp í munnin. Pápi drakk ongantíð, men hann kundi smakka sær á. Eg minnist, at teir vóru inni í Stólpa, og konan í Stólpa, Jacobina, var dóttir Elspu Lenu og Klæmint. Maður hennara æt Jákup. Pápi og hann