Minningarorð um pápa mín Anker í Byrgi

Tyngstu boð eg havi fingið í lívi mínum var tann 21 desember, tá bróðir ringdi og fortaldi mær, at babba var farin, hann var ikki gamal, hann var ikki sjúkur, nei ein hvirla tók bilin hjá honum av vegnum.
Eg sat spyrjandi hví? Men eg veit, at ein dag skal eg fáa svar, og tá skulu vit síggjast aftur, heima hjá Gudi.
Babba var sjómaður, og eg minnist hann sum ein friðaligan, góðsligan og fryntligan pápa, eg havi altíð elska pápa mín, hann var so nemmur at elska og hevði eg brúk fyri hjálp ella bara eitt prát, so var hann har.
Tá eg og Hans Marius vóru ung, vóru vit nakað buldraslig, men ongantíð hann segði nakað, men vit vistu, at mamma og babba bóðu fyri okkum, og hann slapp eisini at síggja fruktina av bønum sínum, og tað eru vit ómetaliga glað fyri.
Tá eg hugsi um babba, so er tað ikki nógv, hvat hann gjørdi ella segði, sum myndaði hann. Meira hvør hann var. Tað var hettar, sum hevði slíkan ávirkan á okkum sum stóðu honum nær.
Tað leggja vit einamest til merkist, nú hann ikki er her longur, tað veldiga tómrúmið, sum stendur eftir ein mann, sum var so friðarligur. Var tað ikki fyri tað lívsglaða bríkslið, ja, so visti mann mangan ikki, nær hann kom ella fór.
Babba hevði sínar meiningar og um vit prøvaðu at broyta tær, so tosaði hann okkum eftir munninum og útførdi tað sum hann meinti, vit kundi bara læra av honum.
Tey síðstu seks árini hevur babba selt fisk frá fiskabilinum AíB fisk, hann var rættuliga stoltur, tá hann fekk tann nýggja bilin við navninum á, eg plagdi at hjálpa honum, onkrar dagar, tað vóru hugnaligar løtur, vit vóru saman og prátið gekk lívliga, har fortaldi hann mær um alt tað, hann kundi tonkt sær at gera, fantasi hevði hann gott og nógv, men sum hann segði tað kostaði onki.
Um eg var rithøvindur, so hevði eg kunna skrivað eina heila bók um babba, men tað eri eg ikki og tárini stoppa mær, so nøkur fátøk orð blíva tað til.
Babba bleiv foreldraleysur sum 14 ára gamal, og hetta merkist á honum alt lívið, hann elskaði síni og hann vísti tað við orðum og verkum, hvussu droy vit vóru, so var hann har kærleiksfullur og vinarligur, og hann forsvaraði okkum altíð, og tað kann Helena eisini sanna, av tí at hon kom so nógv seinni, heili 22 ár eftir meg, babba var alt fyri hana og hann var sera stoltur, tá hon bleiv fødd.
Í gjøgnum alt hennara lív var hann bara har, og hon kundi kasta alt á hann og siga alt við hann, fara allastaðni við honum, hon var stolt av at siga at hatta er babba. Tá hon so valdi at fara á læraraskúla, var hann stoltur, og tann dagin hon verður liðug, tá rokni eg við, at hann smílist í himli og sigur við seg sjálvan og hinar einglarnar, eg segði tað altíð, hon kláraði tað, og brettir sær á, sum tann stolti pápi hann var.
Eg takki Gudi fyri, at hann unti mær babba sum pápa, og gleði meg skjótt at síggja hann aftur, har sum vit aldri aftur skulu skiljast. Eg fari at enda við sanginum, sum vit fingu yrktan til jarðarferðina hjá babba, eg haldi at hann sigur alt.

Tá eg veikan meg kenni og lítlan
Haldi eg ikki strekki so langt
Men so eigi eg orðið ið sigur
At í Jesusi orki eg alt
Orki eg alt
Orki eg alt
Ja, í Jesusi orki eg alt.

Jesus takk at títt lyfti ei svíkur
Jesus takk at títt orð stendur fast
Takk at lívið á fold er ein gáva
Sanna skal eg at lyftið ei brast
Lyftið ei brast
Lyftið ei brast
Sanna skal eg at lyftið ei brast.

Vit sum børn áttu heimið tað kæra
Babba silgdi so víða um hav
Og vit gleddust tá babba var heima
Á tann kærleiki okkum tú gav
Okkum tú gav
Okkum tú gav
Á tann kærleika okkum tú gav

Góði babba vit sáran teg sakna
Besti babba vit nú hava mist
Tó í himlinum aftur vit vakna
Tá vit møtast ein dag tað er vist
Ja, tað er vist
Ja, tað er vist
Tá vit møtast ein dag tað er vist.


Góði babba vit vilja tær takka
Fyri kærleika tú okkum gav
Altíð var her so trygt og tann gleði
Styrkir okkum til dagin í dag
Dagin í dag
Dagin í dag
Styrkir okkum til dagin í dag


Takk fyri alt
Takk fyri alt
Góði babba, takk fyri alt.


Dóttur tín Kathrina