framleitt 20 skáp fyri fyrst, og søluprísurin er kr. 998,-. Tað er heldur ikki uttan orsøk, at tey hava valt at framleiða 20 skáp við einum søluprísi á kr. 998,-. Um tey selja fyri meira enn kr. 20.000,- eru [...] hevur smíðað skápini fyri tey. Spennandi og lærurík tíð Næmingarnir siga víðari, at hetta hevur verið ein sera strævin, men spennandi og lærurík tíð, sum tey ikki høvdu viljað verið fyri uttan. Ein kundi kanska [...] eitt prógv frá Ung Virksomhed fyri at hava luttikið í projektinum. Sonja Oyrabø Petersen sigur, at slíkar kappingar eisini eru í Ameriku og Asia. Hjá teimum, sum hava áhuga fyri at hoyra nærri um tiltakið
tí tað er jú tað, tey eru til. Men lat tað vera sligið fast alt fyri eitt, at eingin grund í verðini er fyri at hækka hámarksferðina. Fyri tað fyrstu eru teinarnir so stuttir at koyra, soleiðis at so lítið [...] hevði hesin túrur tikið 39 min. og høvdu vit ístaðin koyrt 90 km/t, so hevði túrurin tikið 35 min. og 20 sek. Altso hava vit bert spart 3 minuttir og 40 sekund við at økja um ferðina. Moralur: Tann ið gerst
Hesar rembingar síggjast fyri ein part á tryggingar- og uppsparingarmarknaðinum, eftirsum tað eru alt fleiri, ið tekna privatar skipanir at hava aftrat almennu eftirlønini. Og fyri ein part síggjast hesar [...] samdur við landsstýrismannin í hesum, at tað almenna ikki framyvir verður ført fyri at figgja eina nøktandi eftirløn fyri allar samfelagsborgarar. - Hóast almenna fólkaeftirlønin í rúma tíð enn verður [...] arbeiðsmarknaðareftirløn fyri sínar limir; ætlandi verður inngjaldið átta prosent, tá ið tær endaliga eru komnar í fasta legu. Hendan gongdin, at fakfeløg gera eftirlønarskipanir fyri sínar limir, hevur eisini
kl. 18: Evangeliskt møti. Sunnukvøld kl. 21: Útimøti. Mánakvøld kl. 20: Bønamøti. Mikukvøld kl. 20: Uppbyggingarmøti. Hóskvøld kl. 20.30: Ungdómsmøti. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 17: Møti og sunnudagsskúli [...] Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð [...] hjartaliga vælkomin. Oasan J. Broncksgøta 25 Mánakvøldið kl. 20 er lovsangs- og bønarmøti, har øll eru vælkomin. Samkoman Immanuel Í kvøld kl. 20.00: Kongsins Herlið. 8 ár og eldri eru vælkomin. KFUM & KFUK
1994. Størri dentur varð lagdur á tann teoretiska partin av handverkaraútbúgvingini. Ístaðin fyri at verða uml. 20 vikur í skúla, eru lærlingarnir nú uml. 45 vikur í skúla. Próvtøkan er eisini broytt. Fyrr [...] gjørdi um seg tá hann byrjaði, so høvdu teir nokk at gera, sigur Jóannes. Teir gjørdu ymsar uppgávur fyri Landssjúkrahúsið, ymiskt, sum húsavørðarnir ikki megnaðu at taka sær av. Men tíðirnar eru nógv broyttar [...] mikið, er ongin ivi um. Tí, tá skoðanarmeistarin hevði mett um avrikið, fekk hann eitt 11-tal, sum er fyri eitt sera væl úr hondum greitt avrik. Hetta framúr góða avrik ger, at Jóannes Weihe saman við sve
Felagið hevur eitt snøgt stadion, har pláss er til 20.000 áskoðarar. Seinastu vikurnar hevur San Fernando spælt fleiri venjingardystir og hevur m.a. vunnið 2-0 á Lodz úr Póllandi og 3-2 á týska bundesligaliðnum [...] stillaðu upp við Jens Martin Knudsen í málinum. Á aftasta plássi var Arnbjørn Danielsen, og framman fyri hann í verjuni spældu Hans Fróði Hansen og Jens Kristian Hansen. Allan Mørkøre røkti plássið úti í [...] Mitt á miðjuni vóru teir báðir GÍ-ararnir Magni Jarnskor og Sámal Joensen, og eitt sindur framman fyri teir sum offensivur miðvallari spældi Símun Eliasen. Føroyska álopið mannaðu John Petersen og Jan
at stríðsfólki, sum arbeiða fyri at geva trælum frælsi, fær ein advokat, Roger Baldwin, at verja trælirnar. Han hevur tó tann stóra trupulleika, at hann ikki er førur fyri at tosa við klientar sínar. Hann [...] sum kann fáa fríkent klientar hansara fyri morð og givið teimum frælsið aftur. Samstundis verður hetta ein týðandi liður í stríðnum hjá teimum, ið berjast fyri at bæsa trældóminum í Suðurstátunum. Men [...] fyrrverandi forsetan, John Quincy Adams, at koma úr sínum otiumi og føra sakina fyri hægsta dómstólin í USA. Søgunnar málningur Fyri at mála hendan málning av - í høvuðsheitum - søguligum persónum, valdi fi
Maria. Síðani hon kom til Føroya fyri sjey árum síðan, hevur hon arbeitt við sínum serliga projekti, sum hon kallar ³Bøn og List3. Hon bleiv leiðari fyri bønardøgunum fyri fýra árum síðan. Hesir bønardagar [...] hugdi at tekningini, sá eg eina sól aftan fyri skíggini. Hóast eg ikki visti av tí, hevði eg teknað sólina. Fyri meg var tað eitt tekin um, at tað var ljós fyri framman, sigur systir Maria. Hetta hjálpti [...] heima her beinanvegin. Hon var 21 ára gomul,tá hon setti sær fyri at fara í kleystur. Tað fyrsta árið gekk hon í vanligum klæðum, fekk løn fyri arbeiðið o.s.fr.. Síðani fór hon undir tvey ára útbúgving,
Mikukvøldið møti kl. 20.30. Ebenezer, Tórshavn Sunnudag kl. 12: Sunnudagsskúli. Sunnukvøld kl. 18: Evangeliskt møti. Sunnukvøld kl. 21: Útimøti. Mánakvøld kl. 20: Bønamøti. Mikukvøld kl. 20: Uppbyggingarmøti [...] ti. Hóskvøld kl. 20.30: Ungdómsmøti. Kaldbak Føstugudstænasta verður mikukvøldið kl. 20. Kjartan Mørkøre prestur prædikar. Hvalvíkar Missiónshús Ungdómsmøti verður mikukvøldið kl. 20.30 v/ Havstein Klein [...] Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð
Jørgen Smed. Í Klaksvík hósdagin 19. mars: Else Krog. Í Tórshavn fríggjadagin 20. mars: Bæði. Møguligar broytingar kunnu koma fyri. DMS nevndin [...] DMS, sum stendur fyri Dansk Missions Selskab, og sum hevur eina undirdeild í Føroyum, vitjar okkum í eina viku. Tað er Else Krog, sum hevur verið trúboðari í India í 33 ár, og sum í seinasta skeiði sínum [...] haðani prestar eisini hava vitjað hendan vegin og eisini verið í Føroyum. Nú er Else Krog farin frá fyri aldur, men vil fegin nýta nakað av síni tíð heima at siga frá og stuðla missións arbeiðinum. Hon er