Lat okkum koma víðari. Og ikki steðga her við kegli og ósemjum, ið onga leiða føra. Vit ivast ikki í, at her í Føroyum eru nógv, ið kundu hugsað sær at sagt sína hugsan um, hvørja ávirkan blokkurin hevur [...] akið. Tað er eisini teirra skylda. Í nýggja debatforum okkara, Tinghelluni, bjóða vit til eitt slíkt orðaskifti. Tá nú hetta tiltak, ið Norðuratlantsbólkurin skipaði fyri og tað mesta av eftirspælinum [...] búskapi, so er serfrøðin so langt frá á einum máli viðvíkjandi hesum, og tí er týdningarmikið, at vit stimbra kjakið her í Føroyum fyrst og fremst.Og lat tað vera sligið fast, at sjálvandi skal ein se
Ídnaður Skáli: Á Skipasmiðjuni á Skála starvast umleið 75 fólk tilsamans; tá eru lærlingarnir á stál-og maskindeildini, sum eru út við 20 í tali og skrivstovufólkið, íroknað. Marni Olsen, stjóri, sigur, [...] at tað hevur verið eitt sindur slakt við arbeiði í byrjanini av hesum árinum, men nú eru teir so í holt við at gera tvey skip klár at flagga inn undir føroyskt flagg. Westward Westward, sum Kongshavnar [...] Marna, er eingin nýbygging í ljósmála í løtuni. Vit taka okkum mest av umvælingararbeiði, og soleiðis verður tað ivaleyst eisini frameftir, sigur hann. - Vit hava gott fólk, og nógvir mans hava verið til
øllum flokkum umboðandi Føroya fólk góðan og blíðan byr. Vit eru ávegis í eitt nýtt tíðarskeið, hvar vit standa saman og lyfta í felag, soleiðis eru vit sterk uttanríkispolitiskt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen [...] nýggjum. Eg droymi um ein ríkjafelagsskap við trimum sjálvstøðugum londum. Mín framtíðarmynd er, at vit sum fólk finna saman um eina nýggja skipan, sum sameinir heldur enn spjaðir okkum.« Hesi orðini hjá [...] i. Fríggjadagin sótu forfólkini í øllum flokkum á fundi hjá løgmanni, har semja tykist vera um, at nú skal okkurt henda. Og nógv bendir á, at tað er júst tað, sum Kaj Leo Holm Johannesen droymdir um. Eisini
og umstøðurnar í tjøldunum. - Jú, vit hava merkt okkum, at framsýnarar sum heild eru væl nøgdir, og nú vit fara at biðja tey, sum við vóru, um sínar viðmerkingar, fáa vit eina uppaftur betri greining av [...] um stevnuna í 2011 eru væl størri enn hesaferð. - Vit høvdu bert níggju mánaðir at kunna um og bjóða inn til stevnuna hesaferð, men tá stevnan verður hildin aftur um tvey ár, hava vit nógv betri stundir [...] arstaður, tí økið liggur væl fyri í mun til eitt nú Sandvíkarhjalla, hevði eitt økið sum Skálatrøð verið tað heilt perfekta, sum hann tekur til. - Vit fara tí at reisa málið á eftirmetingarfundinum um
aftursvar ørkymlar. ? Tað bøtir ikki um, tá vit valkvøldið hoyrdu formannin í Tjóðveldisflokkinum svara, tá hann varð spurdur, hvat flokkurin nú fór at gera, nú hann hevði vunnið valdið, og Heini O. Heinesen [...] um gjøgnum árini hevur verið ógvuliga vánalig. Føroysku umboðini eru komin til Danmarkar einar tvær ferðir árliga at halda røðu, og eru síðani farnir heimaftur. Tó viðgongur hann, at Jóhs. M. Olsen røkti [...] hava verið, at danir vita so lítið um føroysk viðurskifti. Eitt er tó komið burturúr. Nú vita danir, hvar Føroyar eru. Hóast alt ikki hevur verið av tí góða, so er ein ávís upplýsing, sum gongur út um sjálvt
?Kom og dansa?, har vit áhoyrar enn eina ferð fingu loyvi at syngja við. Orðini átti Christen Holm-Isaksen, sum yrkti tey um aldarskiftið, sum sostatt eru um hundrað ára gomul. Nú var endin fyri framman [...] verður spakaliga. Eg veit at tað er ikki lætt at gera nakað við hetta, tí vit mugu minnast til, at flestu av tónleikarunum eru nýggir og óroyndir í symfoniorkestur-samanhangi, so her skal berast yvir við [...] um, at fleiri nýggj andlit vóru við í orskestrinum, sum nýliga eru útbúgvin innan musikkskúlan, so her eisini gott í væntu, tí hesi ungu eru jú framtíðin, og tey skulu fáa alt rós uppiborið fyri sína luttøku
mál, sum eru á skránni, eru avgreidd tá fríggjadagurin er farin afturum. So má tingið arbeiða um kvøldarnar hesa vikuna um neyðugt, fyri at røkka málinum, sigur Finnbogi Ísakson, tingformaður. Vit hava spurt [...] alt annað enn politiskt arbeiðið, men hesum sleppa vit undan nú. Ov seinir við aðalorðaskiftunum Tingformaðurin er annars væl nøgdur við tingsetuna, sum nú er um at verða runnin. ? Eg haldi, at tað hevur [...] gamal siður, at tingið fer til hús dagin fyri flaggdagin og tað haldi eg at vit eiga at halda fast við. Hyggja vit eftir londunum kring um okkum, so er skipanin tann sama, bara við tí undantaki, at teirra
mál, sum eru á skránni, eru avgreidd tá fríggjadagurin er farin afturum. So má tingið arbeiða um kvøldarnar hesa vikuna um neyðugt, fyri at røkka málinum, sigur Finnbogi Ísakson, tingformaður. Vit hava spurt [...] alt annað enn politiskt arbeiðið, men hesum sleppa vit undan nú. Ov seinir við aðalorðaskiftunum Tingformaðurin er annars væl nøgdur við tingsetuna, sum nú er um at verða runnin. ? Eg haldi, at tað hevur [...] gamal siður, at tingið fer til hús dagin fyri flaggdagin og tað haldi eg at vit eiga at halda fast við. Hyggja vit eftir londunum kring um okkum, so er skipanin tann sama, bara við tí undantaki, at teirra
fyri at fáa gongd á granskaraparkina. Vit skulu skipa karmarnar soleiðis, at tað verður lokkandi fyri granskarar at koma hagar at arbeiða. Vit vita jú, at tað eru fleiri føroyingar, ið hava viðkomandi [...] um ílegugransking er, at vit vilja eggja til og stimbra granskarum at fara undir slíka gransking her á landi. Tað er ógvuliga umráðandi, at teir løgfrøðisligu karmarnir eru upp á pláss, tí annars fara [...] sambandi við gransking í ílegum. Eisini vísti Hans Pauli Strøm á, at vit í Føroyum hava eina haldgóða diagnosuskrá langt aftur í tíðina, og at vit hava ein landssjúklingaskrá teldutøka frá 1992, og hetta má metast
gomlum og nýggjum slagarum, sum eru við á fløguni. Elsta lagið á fløguni er Heimkoman hjá Faroe Boys frá 1964, men onnur gomul løg eru eisini við. Nevnast kann eitt nú Svarti Ravnur hjá Kræklingum frá [...] Øll kenna vit til allar hesar fløgurnar, sum eru uppsamlingsfløgur við nógvum av teimum best umtóktu løgunum kring knøttin. Nøvn sum Absolute Music, NOW og Let's Dance við einum nummari aftan fyri, liggja [...] til ta niðurstøðu, at her er talan um eina familjufløgu. Á fløguni eru fleiri løg, sum ung dáma sera væl at lurta eftir, og haraftrat eru tað eisini fleiri løg, sum foreldrini minnast frá teirra ungu døgum