Seinasta árið hava mentanarsíður í donskum bløðum verið nógv merktar av sonevnda kanonkjakinum. Eisini í Føroyum eru bókakøn fólk farin at rassast við og venda tankanum um eina kanon í føroyskum høpi. Vit hava spurt Arnbjørn Dalsgarð, bókavørð og ummælara, hvat hann heldur um kanonhugskotið og um vit áttu at havt eina kanon við føroyskum bókmentum.
Ikki ein almenn uppgáva
- Skal eg svara beinleiðis, um vit eiga at hava eina almenna kanon við føroyskum bókmentum, so er svarið nei. Fyri tað fyrsta haldi eg tað ikki vera eina almenna uppgávu at siga fólki, hvat tey skulu halda um ávís mál. Uppgávan hjá tí almenna er at geva fólki førleikan at hava egnar hugsanir um øll lívsins viðurskifti, eisini átrúnað, mentan og list. Hartil tykir tað mær grundarlagið undir einari slíkari at vera alt ov tunt í Føroyum, og tí verður hon beinanvegin ov stirvin og innilæst.
Ein kanon við heimsbókmentum hevði verið betri brúkilig, um ikki annað so til politikararnar, so at teir kundu sæð, hvussu fáar av heimsbókmentunum eru týddar til føroyskt. Nær fáa vit til dømis Dante, Cervantes, Moliére, Voltaire, Goethe, Flaubert, Baudelaire, Woolf, Joyce og Thomas Mann á føroyskum? Tað kundi kanska fingið onkran skilagóðan politikara at rakna við.
Eg haldi, at sjálvt hugskotið um at hava eina alment góðkenda kanon, er bæði elitert og totalitert, og tað er ivaleyst júst tað, sum tiltalar so nógv í dag, nú mong kenna seg vera um at drukna í óskipaðari kunning á internetinum, sum mangan ikki er eftirfarandi. Men her hava vit longu í dag stovnar, sum hava til uppgávu at vegleiða fólki í at nýta allar hesar keldur, nevniliga bókasøvn og bókavørðir. Eitt bókasavn er jú eitt slag av eini kanon við bókmentum, tí hvør einasti tittul, sum keyptur er, er valdur út frá nøkrum treytum, sum júst taka støði í almennum mentaskapi, upplýsing og fólkaræði.
Amboð heldur enn minnisvarða
- Eg óttist fyri, at hugskotið um eina kanon fær føðslu úr fávitsku og ómegd hjá serstakliga ungum politikarum og nýliberalum, sum vilja steðga øllum almennum útreiðslum til mentan og list, men líka fyrst gera ein minnisvarða yvir farnu siðmenning okkara. Eitt sindur soleiðis, sum støðan er í USA, har flogvit úr listasøguni verða sett fram í filmum sum vóru tey forngripir til sølu, mótsett evropiskari siðvenju, har tey (tíbetur enn) verða mett sum menniskjaligt, skaldskaparligt og listaligt tilfeingi.
- Tað er nógv bíligari og lættari at fráboða, diktera, hvat er góð list og góður skaldskapur, heldur enn at geva fólki neyðugu amboðini til sjálvi at meta, eitt nú við at skapa nøktandi karmar um útbúgving innan hugvísindaligu lærugreinirnar, framleiða gott undirvísingartilfar, eitt nú eina dagførda føroyska bókmentasøgu, týða fleiri heimsbókmentir til føroyskt, og ikki minst at geva teimum, ið starvast við bókmentum og aðrari list betri umstøður at virka undir, bæði innan gransking, kunning og skapandi list. Tað er tað, okkum tørvar í Føroyum. Ikki enn ein minnisvarða.