ROKVEIÐA
Í dag eru 14 dagar, síðan verksmiðjuskipið Norðborg byrjaði túr, og longu í gjár hevði skipið fulla last. Síðstu nátt lógu teir á Fuglafirði og tók tungolju, og í dag hevur Norðborg ligið í Djúpunum, har verksmiðjan verður vaskað.
Ætlandi stevna teir inn í Ánirnar klokkan 18 í kvøld, har veiðan verður løgd upp.
Skipari á fyrra parti av hesum túri var Jón Rasmussen, og síðan tók stýrimaðurin, Hans Klakkstein, yvir og gjørdi túrin lidnan.
Norðborg hevur 1200 tons av skráskornum makreli, 170 tons av mjøli og 150 tons av lýsi.
Ætlandi loysir Norðborg aftur í Ánunum í annaðkvøld, og sum skilst verður pionerurin, Kristian Martin Rasmussen, skipari á hesum túri.
Góður túrur
Jón Rasmussen sigur, at teir byrjaðu at fiska heilt har suðuri móti føroyska fiskimarkinum, og har royndu teir fyrstu tveir dagarnar av túrinum.
Hann sigur, at teir fingu nakað av makreli beinanvegin, men síðan minkaði fiskiskapurin aftur. Teir leitaðu nú ymsastaðni og fingu nakað av sild.
- Men upp undir endan av seinastu viku tók fiskiskapurin seg uppaftur. Í vikuskiftinum og nú seinastu dagarnar hevur veiðan verið rættiliga góð. Alt hevur verið reinur makrelur – við ongari uppíblanding.
Jón Rasmussen sigur, at veiðivirðið hendan túrin er einar 12 miljónir krónur við øllum tí frysta, mjøli og lýsi.
Trupult at siga
Spurdur, hvussu leingi hann væntar, at tað ber til at fiska makrel í føroyskum sjógvi og virka hann til matna, sigur Jón Ramussen, at tað er ógvuliga trupult at siga.
- Íslendingar fiskaðu til hálvan september í fjør, men tað virkar kanska, sum um makrelurin er eitt lítið sindur seinni á veg í ár, sigur hann.
Skiparin leggur aftrat, at Norðborg sum er verksmiðjuskip, virkar veiðina til matna alla tíðina.
- Góðskan av makrelinum merkir ikki tað stóra, tá vit taka magan úr fiskinum, leggur hann aftrat.
Áseta kvotu
Nú politiska samráðingarumfarið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum við ávikavist Ísland, Noreg og ES er av, fer Jacob Vestergaard væntandi at áseta, hvussu stór føroyska makrelkvotan verður í 2010.
Spurdur, hvussu stór hann væntar, at henda kvotan verður, sigur Jón Rasmussen:
- Tað vita vit sjálvsagt ikki, tí tað er hansara avgerð. Vit hava hoyrt tøl nevnd, sum snúgva seg um eini 80.000 tons. Av hesum fer so nakað, sum Føroyar lata í býti í fiskiveiðiavtalum við onnur lond. So, kanska talið verður um 60.000 tons, sum tey føroysku skipini sleppa at fiska, kanska eitt sindur meiri, sigur hann.
150 miljónir
Gongst, sum árið hevur vignast higartil, væntar skiparin á Norðborg, at teir fara at fiska fyri einar 150 miljónir krónur í ár, og tað hevði hann verið væl nøgdur við.
- Útlitini fyri árið eru rímiliga góð. Vit vóna at kunna halda fram við makrelveiði í føroyskum sjógvi eina tíð enn. Prísurin fyri skráskornað makrelin liggur um 8-8,50 krónur fyri kilo. So, hetta loysir seg heilt væl hjá okkum. Seinni í heyst fara vit so á sildaveiði norðanfyri, sigur Jón Rasmussen, skipari á Norðborg.