Føroyar hava í kvøld vunnið fótbóltslandsdyst ímóti Liktinstein. Dysturin var í Marbella í Spania, og úrslitið var 3-2. Hetta var fjórða ferðin, at Føroyar og Liktinstein hittust í landsdysti, og hetta var fjórða ferðin, at Føroyar vunnu fulla úrtøku. Hinar ferðirnar vóru úrslitini 1-0, 1-0 og 3-1.
Eina løtu var tað nógv, sum bendi á, at talan skuldi verða um ruddiligan sigur, tí Føroyar vóru frammanfyri 2-0 eftir fyrra hálvleik við málum, sum Brandur H. Olsen og Jóan Símun Edmundsson skoraðu, og tað sá uppaftur betri út, tá ið Sølvi Vatnhamar økti um leiðsluna.
Soleiðis gekk tað tó ikki, tí fram ímóti dystarenda, tá ið fleiri útskiftingar vóru gjørdar, minkaði Liktinstein tvær ferðir um munin. Spenningur kom tó ikki í, um Føroyar skuldu vinna ella ikki, tí síðsta málið varð ikki skorað fyrrenn við síðsta sparkinum, áðrenn dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð.
Jóan Símun Edmundsson, Brandur H. Olsen, Hallur Hansson, Gilli Rólantsson Sørensen og Kaj Leo í Bartalsstovu spæla allir uttanlands í landskappingum, har tað síðani vetrarsteðgin hevur verið spælt í nógvar vikur, og tað sást væl, at teir eru heilt væl fyri.
Tað var stórur skelkur, tá ið føroyski málverjin Gunnar Nielsen longu eftir eitt korter varð borin skaddur av vøllinum. Teitur Matras Gestsson loysti av millium stólparnar. Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at Teitur verjir málið. Hann hevur annars ofta sitið á beinkinum.
Sambært Trónd Arge, sum er í Marbella og segði frá dystinum, so er skaðin hjá Gunnari ikki so álvarsamur:
-Hann var groggy fyrstu løtuna eftir samanbretsin við mótstøðumannin, og tí bar tað ikki til hjá honum at halda fram at spæla. Hann bløddi eisini eitt sindur í andlitinum, men tað er eingin vandi, hvørki fyri tonnum ella eygum, sigur Tróndur Arge úr Marbella.
---
LIÐUGT!
93) 2-3
2-3: Sandro Wolfinger
Við síðsta sparkinum í kvøld minkar Liktinstein enn einaferð um munin. Hann var leysur eitt sindur í høgru, tá ið hann smekkaði bóltin upp í nettakið úr átta metrum.
90) 1-3
3 minuttir lagdir aftrat.
Árni Frederiksberg er skiftur inn.
88) 1-3
Pól Jóhannus Justinussen verður skiftur inn fyri Brand H. Olsen.
85) 1-3
Eftir skjótt kontra smekkar Klæmint A. Olsen til úr spískum í høgru, men málverjin bjargar til horna, sum ber enn eitt horna við sær.
84) 1-3
GULT KORT. So vísti dómarin fyrstu ferð gula kortið til ein hjá Liktinstein.
82) 1-3
Stórt trýst á føroyska málið bera fleiri horna við sær, og eftir aftur og fram er tað fleiri ferðir vandamikið, uttan at nakað spyrst burturúr.
77) 1-3
Dupult føroysk útskifting: Jóan Símun Edmundsson verður avloystur av Klæmint A. Olsen, og Atli Gregersen verður avloystur av Jóhan Troest Davidsen. Gilli Rólantsson Sørensen er nýggjur liðformaður.
76) 1-3
Fínt føroyskt álop. Brandur H. Olsen spælir Gilla Rólantsson, sum úr vinstru spælir til Jóan Símun Edmundsson. Hann roynir seg, og málverjin bjargar.
74) 1-3
Innskifti Jónas Tór Næs er óheppin og glíður í vinstru, og tá ið tað verður lagt flatt innfyri, er innskifti Robert Gutser fyrstur á, og hann er púra leysur, tá ið hann eitt sindur úr høgru leggur bóltin í handara síðunetið.
74 ) 1-3
1-3: Robert Gubser
69)
GULT KORT. Bárður J. Hansen sær gult fyri fríspark, tá ið hann er ov seinur at takla.
68) 0-3
Tað er eingin trupulleiki hjá Teiti M. Gestsson av bjarga, tá ið Liktinstein roynir seg við skoti úti frá. Føroyingar hava fult og heilt tamarhald á.
Sølvi Vatnhamar fer av vøllinum, og í hansara stað kemur Jónas Tór Næs, sum fer á vinstra vongverja, meðan Gilli Rólantsson verður fluttur á miðvøllin, og Kaj Leo í Bartalsstovu verður fluttur í høgru, har hann nú spælir saman við fyrrverandi liðfelagnum Bárði J. Hansen.
62) 0-3
Føroyingar bíða eitt sindur eftir mótstøðumonnunum, sum royna at spæla og spæla, men sum ikki hava brodd og tyngd í álopsspælinum. Hvørja ferð føroyingar fáa bóltin, kennist tað sum um, at vandi er á ferð.
57) 0-3
Tað var eftir langt innkast frá Gilla Rólantsson Sørensen í vinstru, at Sonni Ragnar Nattestad við høvdinum snittaði víðari til Jóan Símun Edmunsson, sum spældi Sølva Vatnhamar leysan. Og úr stuttari fjarstøðu setti Víkinga spælarin bóltin í málið!
57) 0-3
0-3: Sølvi Vatnhamar
55) 0-2
GULT KORT. Tróndur Jensen sær gult fyri fríspark. Tríggir føroyingar hava sæð gult og eingin úr Liktinstein.
52) 0-2
Liktinstein hevur bóltin meiri, og nú var tað vandamikið. Men Teitur M. Gestsson bjargaði væl við beinparadu, tá ið mótstøðumenninir royndu seg eitt sindur úr høgru í brotsteiginum.
50) 0-2
Risa føroyskur málmøguleiki. Brandur H. Olsen fær bóltin av mótstøðumanni á miðstrikuni í høgru. Hann rekur og rekur, áðrenn hann so stingur bóltin fram til Hall Hansson, men málverjin bjargar til horna, sum einki spyrst burturúr.
46) 0-2
Eftir skjøtisleyst føroyskt verjuspæl royndi Liktinstein seg av brotsteigarmarkinum, men bólturin fór væl omanfyri málið.
46) 0-2
Nú eru tað føroyingarnir, sum geva bóltin upp. Ongar skiftingar hava verið uttan tann, sum var, tá ið Gunnar Nielsen noyddist skaddur av vøllinum longu eftir eitt korter, tá ið Teitur M. Gestsson loysti av í føroyska málinum.
HÁLVLEIKUR
0-2
45) 0-2
Tveir minuttir lagdir aftrat.
44) 0-2
Føroyingar vísa seg at vera nógv vandamiklari í álopspartinum. Nú var tað Kaj Leo í Bartalsstovu, sum á miðstrikuni steðgaði uppspæli hjá mótstøðumonnunum. Hann stakk bóltin til Jóan Símun Edmundsson, sum sneiddi framvið einum. Bæði Kaj Leo í Bartalsstovu og Brandur H. Olsen bjóðaðu seg til, men Jóan Símun rak við sjálvsálitið og eitt sindur í vinstru í brotsteigin, áðrenn hann trillaði bóltin í handara síðunetið.
44) 0-2
0-2: Jóan Símun Edmundsson
40) 0-1
Liktinstein roynir seg við frísparkskombinatión, men tá ið roynt verður við skoti úr 22 metrum, fer bólturin væl omanfyri málið aftanfyri Teit M. Gestsson.
36) 0-1
Nú var vandamikið frammanfyri føroyska málið eftir horna úr høgru. Samskiftið millum málverja og verju haltar, men tað endar við málsparki.
35) 0-1
Jóan Símun Edmundsson hevur gjørt trý fríspørk, síðani hann sá gula kortið, so nú skal hann ansa sær!
32) 0-1
Føroyar hava betri tak á samanspælinum nú. Fleiri ferðir eydnast at bróta ígjøgnum - bæði í høgru og vinstru - men vit bíða eftir fleiri uppløgdum møguleikum enn teimum trimum, sum vit higartil hava havt!
28) 0-1
Føroyskt skjótálop, men málverjin hevur ongar trupulleikar at bjarga, tá ið Jóan Símun Edmundsson royndir seg.
26) 0-1
GULT KORT. So sá Atli Gregersen gult fyri fríspark á brotsteigarsamankomingini. Teitur M. Gestsson bjargaði til horna, tá ið bólturin eftir fríspark streyk ímóti málinum. Tvey horna spurdust burturúr, men Liktinstein fekk einki burturúr.
24) 0-1
Nú var um reppið, at Føroyar øktu um leiðsluna. Væl upplagdi Kaj Leo í Bartalsstovu sneiddi seg leysan í vinstru, áðrenn hann av brotsteigarsamankomingini smekkaði til. Bólturin brast ovarlaga í handara stólpan!
22) 0-1
Liktinstein hevur framvegis bóltin meiri, men higartil hevur tað ikki eydnast Liktinstein at spæla seg til annan møguleika, enn tá ið Atli Gregersen bjargaði á strikuni, og føroyski málverjin noyddist skaddur av vøllinum.
18) 0-1
Nú var um reppið, at Føroyar øktu um leiðsluna. Eftir fínt innlegg úr høgru frá Bárði J. Hansen, stútaði Jóan Símun Edmundsson, men tað varð bjargað á strikuni!
15) 0-1
Gunnar Nielsen er so mikið illa skaddur í andlitinum, at hann verður borin av vøllinum. Nýggjur maður í føroyska málinum er Teitur Matras Gestsson. Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at Teitur spælir á landsliðnum.
12) 0-1
Atli Gregersen bjargar á strikuni, eftir at Gunnar Nielsen var ov seinur út, og mótstøðumaðurin snittaði við høvdinum víðari, tá ið bólturin varð lagdur høgt innfyri.
Gunnar Nielsen liggur skaddur á vøllinum.
11) 0-1
Føroyska liðið er ágangandi í vinstru, har Kaj Leo í Bartalsstovu er ágangandi.
07) 0-1
GULT KORT. Jóan Símun Edmundsson sær gula kortið eftir at hava gjørt fríspark. Tað er ikki frítt av illstøðu millum spælararnar, eftir at dómarin hevur bríkslað.
06) 0-1
Tað var eftir innlegg frá Bárði J. Hansen í høgru, at Brandur H. Olsen við nærra stólpa og við vinstra fóti stýrdi bóltin inn við nærra stólpa.
06) 0-1
0-1: Brandur H. Olsen
05) 0-0
Liktinstein hevur verið væl meiri á bóltinum, men higartil hevur talan ikki verið um málmøguleikar.
03) 0-0
Enn er ikki friður komin á spælið. Bólturin hevur verið fleiri ferðir uttanfyri vøllin, og Føroyar hava havt eitt málspark.
01) 0-0
Atli Gregersen er føroyskur liðformaður. Føroyar vunnu lutakastið, og tað verður Liktinstein, sum gevur bóltin upp.
Føroyingar eru í bláum troyggjum, brókum og hosum, meðan mótstøðumenninir úr Liktinstein eru í hvítum frá topp og til tá. Føroyski málverjin er í reyðum búna, og málverjin hjá Liktinstein er í gulum.
Tað er turt, og hitastigini liggja um tey 20.
Liktinstein er nummar 163 á FIFA styrkislistanum, meðan Føroyar eru nummar 93.
Føroyska fótbóltslandsliðið riggar hitar upp í Marbella í Spania. Fyrsta bríksl verður klokkan 18.
Hetta er fyrsti vinardysturin hjá Føroyum í næstan hálvt triðja ár. 19. november 2013 spældu Malta og Føroyar vinardyst í Ta`Qali í Malta. Føroyar løgdu ta ferðina rygg til 3-2 tap. Eftir fyrra hálvleik var Malta frammanfyri 3-0!
Sammett við teir fyrstu ellivu á Malta ta ferðina eru bara tveir spælarar, sum eisini í kvøld eru millum teir fyrstu ellivu. Teir eru Gunnar Nielsen og Hallur Hansson.
Føroyska liðið sær soleiðis út í kvøld: Gunnar Nielsen – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Gilli Sørensen – Hallur Hansson, Tróndur Jensen – Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen, Kaj Leo í Bartalsstovu – Jóan Símun Edmundsson
Á beinkinum eru Teitur Matras Gestsson, Símun Rógvi Hansen, Jónas þór Næs, Jóhan Troest Davidsen, Pól Jóhannus Justinussen, Árni Frederiksberg, René S. Joensen og Klæmint A. Olsen
Liktinstein: Peter Jehle, Daniel Kaufmann, Dennis Salanovic, Marcel Buchel, Sandro Wiesser, Sandro Wolfinger, Franz Burgmeier, Martin Buchel, Seyhan Yildiz, Martin Rechsteiner, Michele Polverino
Lars Olsen segði í samrøðu við Trónd Arge, ítróttarredaktør í Miðlahúsinum, í Marbella í gjár, at ætlanin er, at nógvir av teimum, sum eru á beinkinum fara at verða skiftir inn í seinna hálvleiki.