- Vit eru ikki enn komin til nakra niðurstøðu viðvíkjandi Tilhaldinum í Tórsgøtu. Málið var fyri á samgongufundi týsdagin, og vit arbeiða hvønn dag við málinum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
Ein avleiðing av sparing á fíggjarlógini hevur við sær, at Tilhaldið í Tórsgøtu er hótt og helst noyðist at lata aftur, um játtan ikki verður funnin til raksturin av húsinum. Tískil vendu brúkarar av Tilhaldinum sær til Tórshavnar býráð týsdagin, tá fyrsti samgongufundur var í býráðnum. Við sær høvdu tey 100 undirskriftir frá brúkarum hjá Tilhaldinum.
Heðin Mortensen sigur, at talan í minsta lagi er um hálva millión, sum skal finnast. Við vanligum viðlíkahaldi kemur upphæddin skjótt upp á heila millión.
- Vit royna at finna eina loysn. Møguliga skulu nøkur ting umskipast fyri at bjarga Tilhaldinum. Enn er ov tíðliga at siga nakað, men í øllum førum skal málið í fíggjarnevndina, tá tað fer her frá, sigur hann.
Borgarstjórin leggur afturat, at málið verður tikið í álvara í býráðnum, og tað at pensionistar møttu so fjølment upp til fundin, var bara gott. Tað vísir at fólk eru góð við húsið.
Hann letur tó ongan iva vera um at hann er vónbrotin av avgerðini hjá løgtinginum um at fremja hesa sparingina.
- Hetta er ein dáragerð, sum løgtingið hevur framt. Hetta er so óprofessionelt, at kommunurnar ikki so frægt sum eru eftirspurdar í málinum. Og tað er alt løgtingið, ið stendur aftanfyri hetta.
- Og hetta rakar allar kommunur. Hava vit ikki tilhaldini opin, gongur tað út yvir alt eldraøkið, sum tað er, og tørvurin á røktarheimsplássum kemur bara enn skjótari. Hetta fer at bíta seg aftur í hælin, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.