umbyggingar av Skansapakkhúsinum við í fíggjarlógina fyri 1999. Fíggjarnevndin Fíggjarnevndin er longu farin undir at viðgerða eykajáttaninar fyri oktober 98, og tá hesar viðgerðir og hoyringar eru lidnar [...] Á eykajáttanini fyri oktober í ár eru settar av 1,5 mió. kr til ymiskar umvælingar og nýgerðir úti í Tinganesi. Søkt verður um, at ymiskar orðingar frá umsóknum áður verða broyttar soleiðis, at partur [...] ikki enn at meta um, nær eykajáttanirnar verða liðugt viðgjørdar, men tað fer helst ikki at snúgva seg um fleiri dagar.
leikarunum gramdu seg um skaðar. Men føroyingar yvirraskaðu rættuliga í Aberdeen - og viðmerkjararnir vóru samdir um, at føroyingar áttu seinna hálvleik. Men úrslitið gjørdist altso 2-1, sum fyri føroyingar má [...] má metast sera gott - serliga tá føroyska trýstið var so stórt móti endanum - tað talar eisini fyri góðum.
at sakligheit og seriøsitetur hevur ikki altíð verið eyðkenni fyri arbeiði landsstýrismansins. Í sínari lestrartíð í Keypmannahavn fyri 4-5 árum síðani, legði Høgni Hoydal stóra orku í at køva eitt spírandi [...] skipanini vera neyðuga til tess at geva rúm fyri politiskari menning í Føroyum. Vit vóru báðir á einum máli um, at politiska umhvørvi í Føroyum er óbúgvið, og hevur brúk fyri avbjóðingum og umskipanum til tess [...] triðingur av Løgtingsins fíggjarlóg hvørvur sum døgg fyri sól, so er hetta í sær sjálvum ein búskaparlig ávirkan, sum sanniliga fer at fáa avleiðingar fyri føroyska búskapin. Hetta er tað sum stríði átti at
ikki undir Vinnumálastýrinum. Vit vita, hvussu norðmenn hava borið seg at við nettupp at hava eina serskilda ?ressursforvaltning? fyri ráevni í undirgrundini. Vit kunnu einsvæl taka fulla stigið nú og skipa [...] hvussu stóran týdning og ávirkan - uppá gott og ilt - ein komandi oljuvinna kann fáa. Ikki minst fyri-reikingin er so ómetaliga avgerandi, og slaka vit við henni, so verður kanska ilt at koma afturumaftur
meira kendur enn Páll. Jens Martin varð fyri stuttum valdur til triðbesta spælara í íslendsku kappingini í ár, og tað má sigast at vera eitt sera gott úrslit fyri ein málmann. Triði føroyingurin spælir [...] Tíbetur fyri Leiftur bleiv ÍBV eisini meistari, so menninir hjá Pálli sleppa út í Europa sum íslendskir steypavinnarar. Tað verður í UEFA Cup-kappingini, sum nú verður løgd saman við Europa Cup fyri stey [...] spælir í álopinum hjá Leiftursmonnum. Tað er gamla málmaskinan hjá HB, Uni Arge, sum hevur klárað seg sera væl í teimum lutfalsliga fáu dystunum, hann spældi við Leiftri í ár. Bæði Jens Martin og Uni spæla aftur
Hatta tók seg væl upp, og eg fekk væl spælt. Alan Johnston var kringur í 1. hálvleiki, men eg haldi ikki, at hann fekk nakað burturúr í 2. hálvleiki, tá hann varð tikin út. Hvat gekk fyri seg, tá teir skoraðu [...] sini). Dysturin verður spældur í kvøld, tí Brøndby skal mikukvøldið spæla í Europa Cup kappingini fyri meistaralið móti Manchester United. Allan Simonsen, Jákup Mikkelsen og læknin, Jens Pauli Marstein [...] stóð ov aftarlaga, tá skotarnir potaðu fram ímillum, vónaði í gjáranáttina, at hann fór at vera førur fyri at spæla í kvøld: ? Eg fekk eitt lítið spark á fótin í 1. hálvleiki, og í steðginum bleiv fóturin
venjaranum og takkaði fyri stóran blíðskap, men hann duldi heldur ikki, at hann var eitt sindur vónsvikin av mátanum, sum Føroyar høvdu tapt uppá, og seinni útgreinaði hann hetta fyri Ítróttarsosialinum: [...] EM-endaspælinum um knøpp tvey ár. Orkan Allan Simonsen hevði kvítt eitt sindur fyri, at møðin skuldi fara at gera um seg í 2. hálvleiki, tí spælararnir høvdu spælt tveir dystir í fýra dagar og ferðast [...] hvat teir skulu halda um hetta. Onkur spældi hástórur, hevði hug at niðurgera føroyska liðið og helt fyri, at tað skuldi eingin billa inn í hann, at nakrar av føroysku spælarunum var á veg til Liverpool FC
Tá føroyingar fýra minuttir fyri leiklok fingu brotsspark sá tað út til, at Julian Johnsson ætlaði sær at skjóta, men so var tað John Petersen, ið tók ábyrgdina á seg, og tað gekk upp á stás. Føroyingar [...] móti Íslandi í august í 1990, Øssur Hansen skoraði á Malta í 1996, og nú var tað John Petersen, sum fyri aðru ferð skoraði á landsliðnum. Fyrra málið skoraði hann í Jugoslavia í mai 1996. ? Frammanundan
dømd fyri minni enn hatta, men í tí førinum vóru vit hepnir. Men so skulu vit eisini minnast til, at dómarin bara dømdi fríspark og gav einki kort, tá Todi Jónsson heilt tíðliga var leysur mitt fyri. Eg [...] talan um doping. Nú havi eg ilt, men tíbetur verður ein langur steðgur nú, so tað verður tíð at koma fyri seg aftur, segði Sámal Joensen. [...] í myndini av øllum. ? Vit kendu ikki tað trýstið á okkum, sum vit gjørdu, tá vit spældu í Glasgow fyri fýra árum síðani, staðfesti Óli Johannesen, ið dugdi sera væl at lesa spælið og var sannførandi, tá
amatørum og sum til fyri stuttum hava verið mett at vera kanónføði og sum oftast hava tapt við nógvum málum, minkar stútt og støðugt. Tað vísa úrslitini í nýggju EM-undankappingini, og fyri føroyingar er tað [...] aftur varð staðfest, at vit vóru við fyri at læra, og at øll úrslit, sum vístu tap minni enn 4-0, vóru at gleðast um. Síggja vit burtur frá kiksinum í Estlandi fyri góðum fýra mánaðum síðani, so stuðlar [...] málmunurin er 1-4. Tað hevði verið mett at vera veldugt, tá Føroyar fyri fýra árum síðani vóru í Glasgow og taptu 5-1. Men tað sigur seg sjálvt, at tá úrslitini eru av hesum slagi, og tapini aftur og aftur