FØROYAR VUNNU SEINNA HÁLVLEIK - men skotar vunnu 2-1 eftir føroyskt brotsspark

Todi Jónsson lovaði í skotskari pressu, at hann skuldu geva føroyingum eitt mál - ístaðin gav hann føroyingum eitt brotsskpark

Hóast tað í hálvleikinum kundi tykjast, sum um tapið fór at gerast størri enn 2-0, so vendist gongdin rættuliga.


Føroyingarnir løgdu skotar rættuliga undir trýst, og tað endaði við, at føroyingar fingu brotsspark í 86. minutti.


John Petersen var maðurin, sum settur var at skjóta - og hann setti bóltin trygt í málið høgru megin málmannin.


Skotskir viðmerkjarar hildu ikki nógv um úrslitið - og teir hildu, at tað serliga var Colin Henry, sum bjargaði skotum við at rudda so væl upp í verjuni. Teir hildu heldur ikki so nógv um, at so nógvir av skotsku leikarunum gramdu seg um skaðar.


Men føroyingar yvirraskaðu rættuliga í Aberdeen - og viðmerkjararnir vóru samdir um, at føroyingar áttu seinna hálvleik.


Men úrslitið gjørdist altso 2-1, sum fyri føroyingar má metast sera gott - serliga tá føroyska trýstið var so stórt móti endanum - tað talar eisini fyri góðum.