Tíðindafólk fáa sítt egna rúm í Tinganesi

Í ár eru settar 1,5 mió. kr. av til innrættan av matstovu og fundarrúmi úti í Tinganesi. Brúktar verða uml. 500 tús. í ár. Arbeiðið gongur seint vegna tess, at húsini í Tinganesi eru friðað, verður m.a. sagt í viðmerkingunum til eykajáttanina

Á eykajáttanini fyri oktober í ár eru settar av 1,5 mió. kr til ymiskar umvælingar og nýgerðir úti í Tinganesi.

Søkt verður um, at ymiskar orðingar frá umsóknum áður verða broyttar soleiðis, at partur av løgujáttanini eisini kann nýtast til at umvæla Skansapakkhúsini (tey uttastu húsini úti í Tinganesi).


Í trimum stigum

Sagt verður eisini í uppskotinum til eykajáttan at umvæla Skansapakkhúsini, at ætlanin er at væla um í trimum stigum, og er ætlanin at fara undir fyrsta stig í ár.

Fyrsta stig fevnir um rúm til tíðindafólk, eina kantinu og stovurnar hjá løgmanni, sum teksturin sigur.

Annað og triðja stig fevna ávíkavist um miðhædd og trappur, og loftið og fundarhøli til landsstýrismenn. Hesi bæði stig, verður sagt í viðmerkingunum verða gjørd, tá ið peningurin er tøkur.


Plásstrot

? Í sambandi við at Løgmansskrivstovan er endaliga skipað, og aðalstýrini eru flutt úr Tinganesi (ella eru í ferð við at flyta) er neyðugt við hesum broytingum.

? Somuleiðis eru húsini ótíðarhóskandi og treingja harðliga til eina ábøtandi hond. Sum er, er ofta neyðugt at brúka skrivstovuna hjá løgmanni til móttøkur vegna plásstrot, og tað sjálvt um alt fleiri móttøkur eru, verður sagt í viðmerkingunum til eykajáttanina.

Ætlanin er at fáa umvælingar/umbyggingar av Skansapakkhúsinum við í fíggjarlógina fyri 1999.


Fíggjarnevndin

Fíggjarnevndin er longu farin undir at viðgerða eykajáttaninar fyri oktober 98, og tá hesar viðgerðir og hoyringar eru lidnar, verður farið undir sjálva fíggjarlógina.

Fíggjarnevndarformaðurin Jørgen Niclasen dugir ikki enn at meta um, nær eykajáttanirnar verða liðugt viðgjørdar, men tað fer helst ikki at snúgva seg um fleiri dagar.