og missiónini, at tey enn hava kjølfesti, orku og yvirskot til hóvliga at festa eyguni á aðalmálið, sum er at boða gleðiboðskapin siðiliga til øll og at røkka flest øllum, óansæð hvar og hvørji tey eru [...] vónandi kann tað aga okkum ella í minsta lagið geva okkum nakað at hugsa um, vónandi til bata. Hinvegin beri eg bangheit fyri, at henda bondska tala og ágangurin ímóti parti av okkara meðmenniskjum kann styggja [...] ganga á odda. Bert at stika av og hótta elvir til frástøðu og útistongsul. Mær tykir, at rákið seinastu tíðina og serliga kjakið um tey samkyndu hevur elvt til størri og óneyðuga frástøðu og spjaðing, enn
hava meira álit á mær sjálvum, tá eg tosi. Tí meðan eg havi stóra tiltrúgv til míni skrivligu avrik, so kann eg hava tendens til at fløkjast í orðunum, tá eg skal frambera tað sama munnligt, sigur hon. Á [...] eldri dama, við hárinum knýttum aftan fyri í nakkanum og í fyrriklæði. Hon er bara komin fyri at heilsa uppá, og sigur at hon er errin av mær. Eisini er hon glað fyri at vera uppkallað. Daman sigur ikki [...] løtu í transu letur Súsanna atgongdina til hin heimin aftur og eyguni upp. Hon greiðir frá, at hetta er sera týdningarmikið, tí gjørdi hon ikki hetta og fór t.d. til handils, so hevði hon følt alt sum fólkini
Hagaleiti: Brúktar avísir og annað gott pappír skal nú aftur koma til heiður og æru. IRF fer undir eina royndarskipan, har brúkt pappír verður skilt frá øðrum húsarhaldsruski og endurnýtt. Brennistøðirnar [...] 150 og 200 milliónir krónur, meðan endurnýtsluskipanin kann fáast fyri einar 15 milliónir. Stóri prísmunurin skuldi verið nóg góð grund til at valt ta loysnina, sum er endurvinning. Men eisini umhvørviss [...] bygd beint heiman fyri brennistøðina á Hagaleiti, har pappírið verður savnað og skilt. Ein pressa verður keypt, sum fer at pressa tað saman í bunti, sum síðan verða send av landinum til endurvinning í p
vit taka til eftirtektar, men eg trúgvi, at bæði Sámal Petur og Helena kunnu síggja, at tað kortini ber til at halda fram og virka saman í flokkinum. -Væntar tú at Helena er til dystin fús til løgtingsvalið [...] lagi. Hinvegin er tað ein sannroynd, at Sjálvstýrisflokkurin stendur fyri einum stig fyri stig politikki. Tað er tó bara amboðið til at røkka málinum. Persónliga haldi eg, at vit føroyingar skulu stjórna [...] -Hvat fer tú at gera fyri at byggja brýr millum oddafiskarnar í flokkinum? -Eg vil fegin gera tað, sum stendur í mínum valdi fyri at samstarvið kann verða betri. Tað er óheppið fyri allar flokkar at hava
vóru send til. Somuleiðis vóru flogferðaseðlar, ferðaseðlar til jarnbreytina í Danmark, brævaskiftið og annað tilfar lagt fyri rættin. Professionellur brotsmaður Ákærin gav ikki nógv fyri, at maðurin [...] Týsklandi og nú seinast, í Kekkia, er hann dømdur fyri akkurát sama slag lógarbrot. Í Kekkia varð hann dømdur at sita í fýra ár fyri at hava svikað seg til einar 35.000 krónur. Hann var akkurát leyslatin [...] legði dent á, at maðurin er dømdur fleiri ferðir og hann var fyri tað mesta dømdur sekur í tí, hann varð ákærdur fyri. Tó var hann fríkendur fyri at hava falsað okkurt pass.
so bar tað ikki til. ? Tað stóð einki til á Skála um tað mundi fyrireikingarnar til hetta skipið byrjaðu, og tí var ikki ráðiligt, at fara undir nakað har. Og í Havnini bar teimum ikki til at gera hetta [...] klárur at fara til fiskiskap. Skipið er bygt í Valdivia í Kili. Haðani fór hann hann til Kopervik í Noregi, har spølini vórðu sett í skipið. At tað er forkunnugt, at nýtt skip kemur til lands sást á fjøldini [...] 22 ár. Hann er niðurslitin, og trongdi harðliga til at verað skiftur út. ? Tí fóru vit í holt við at kanna møguleikarnar fyri at byggja nýtt skip. Og fyri einum ári síðani skrivaði reiðaríið undir byggisáttmála
líka strævið fyri kroppin sum eitt og hvørt grovt arbeiði. Tí fólk eru gjørd til grovt arbeiði. Telduarbeiði gevur tær eitt læst arbeiðsumhvørvi, har tú situr í eini læstari støðu framman fyri skíggjan. Varandi [...] Føroyum. Men hóast teldan er hent, kann hon elva til álvarsamar trupulleikar. Vanligt telduarbeiði, sum eitt nú skrivstovuarbeiði, har tú situr framman fyri telduni dagin langan og ger sama arbeiðið við lítlari [...] verður á fakmáli róptur RSI, ið stendur fyri Repetetive Strain Injurie ella á fólkamunni músaskaði.? Tað eru eini 5-6 ár síðani, at eg sá fyrstu fólkini í míni klinikk við arbeiðsskaðum av hesum slag.
feigdarfuglarnir flagsa.? og hon heldur fram ... ?Hvør maður krossin brátt fyri sær ristir, suffar farvæl til konu og systur, til børn og foreldur í heimi.? Her tekur hon øll ættarliðini við, sum er barlastin [...] hesum degi, leggja dagligt yrki til viks eina stund og eru felags um løtuna. Landsins hægstu myndugleikar, yrkisumboð og avvarðandi leita saman í felag og vísa sjómanninum heiður eina slíka hátíðarløtu. Sjómaðurin [...] er berandi megin, tá alt annað brestur, meðan hann hevur tey kæru í huga heilt til tað síðsta. Tó tekur Billa soleiðis til, tá ódnin á hesum sinni hevur lagt seg: ?Brádliga víkur for gleðini sorgin ? men
r við lønsemi. Har eru ikki kreftir til kreativa marknaðarhugsan og altjóðagerð. Fyri ikki at tosa um arbeiðsmegi. Hví sær man ikki føroyskar ministarar á odda fyri føroyskum vinnuligum sendinevndum, og [...] ikki eru fyrireikaðar til eina ferðamannavinnu – hygg bert at lítla budgettinum hjá SamVit – tað røkkur ikki langt – idealisma er ófør, men tað skal cash til at gera dreymarnar til veruleika. Øll tosa um [...] heim og berjast fyri Føroyum og sum fáa ein dialog í lag við politikarar úr Ruslandi, USA, EU, Nato osfr. Hvussu gongur? Ájú, men klokkurnar ringja – fyri hvørjum spyr tú – tær ringja fyri okkara Tjóð !
onnur arbeiða, og sjálvt um míni nærmastu ofta hjálpa, so er tað ikki altíð, at familja ella vinfólk kunnu traðka til og vera barnagentur, sigur Baldur og greiðir frá, at hann til tíðir hevur ynskt, at hann [...] hús í Havnini, tí leigan er alt ov høg til mína fíggjarætlan, sigur Baldur, sum kundi hugsað sær at havt eina lutaíbúð ella okkurt annað, har møguleiki var fyri langtíðarleigu. Hann harmast um vánaligu [...] og nýggja telefon frá, tá børnini til dømis skulu hava kavadrakt. Tá allar tær føstu útreiðslurnar eru goldnar hvønn mánað, hevur Baldur umleid 4.000 krónur eftir til sín og børnini. Hann heldur ikki,